hósdagur 19. november 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. november 2015
sosialurin 134
21
Orð á ferð: Yrkingaupplestur umborð á Teistanum Kom við út á villar víddir, har havið, dieselroykurin og orðini ganga upp í eina
hægri eind! Í samband við bókadagar fer upplestrartiltakið, ”Orð á ferð” av bakkastokki. Kom við umborð á Ternuna, har vit á
ferðini út til Nólsoyar hoyra føroyskar og útlendskar yrkjarar lesa upp. Tá vit hava lagt at í Nólsoy, spáka vit niðan á Maggies, har
upplesturin heldur fram. Síðan spáka vit oman aftur til Ternuna, har vit aftur njóta upplestur á ferðini inn aftur til Havnar.
Farið verður við rutuni til Nólsoyar fríggjadagin 20.11.15 kl. 16.20 og inn aftur til Havnar við rutuni úr Nólsoy kl. 18.25.
klumman
Mia Helmsdal Clothier, praktikantur í Miðlahúsinum
Ævintýrini
hjá Klummiu
Bamm, bamm, bamm. Tað er fyrsti dagur av
starvsvenjingini og eg standi beint uttanfyri
Miðlahúsi. Seinast eg var her, var tað saman
við eini vinkonu hjá mær. Mamma hennara
arbeiddi har, men tað er nokkso langt síðani.
Eg lati hurðina upp og stígi innum. Hurðin fer
aftur av sær sjálvum aftanfyri meg og gólvið
undir mær knirkar eitt sindur. Inni í forhøllini,
(eg haldi tað eitur soleiðis), er næstan púra
kvirt. Ein kona tekur stólar av borðinum, men
annars einki. Eg veit ikki ordiliga hvat eg skal
gera, so eg seti meg bara niður at bíða. Eg
royni at lata meg úr jakkanum so spakuliga
sum gjørligt, so tað ikki sær út sum eg bíði. Í tí
royndini dumpi eg.
Aftan á eina løtu kemur ein maður. Tá hann
frættir, hví eg eri her, beinir hann meg upp á
loftið. “Eirikur er har uppi,” sigur hann. “Ok,”
hugsi eg, “tú hevur verið her fyrr, alt er ok.”
Tá eg taki tað fyrsta fetið upp trappurnar,
verði eg øgiliga spent. “Omg,” hugsi eg. “Uppi á
sita fólk, sum eg bara havi sæð í sjónvarpinum,
ella hoyrt í útvarpinum.” Eg nærkist toppinum
av trappunum. Rundan um meg standa
glasveggir og skrivaraborð(eru tað veruliga
skrivaraborð á eini redaktión??) við nógvum
pappírum á. Eg stígi innum fyrstu glashurðina.
Fyrst leggur eingin ordiliga merkis til mín, men
so vendist ein stólur. “Hey, vælkomin.” Alt fyri
eitt er tað ikki so nógv at vera nervøs um meiri.
“Kanska eru miðlafólk ikki so farlig allíkavæl,”
hugsi eg. Í hasum fór eg tó seinni at vita, at eg
hevði mistikið meg stórliga...
Framhald í næsta Vikuskiftis Sosiali
70 ára og 40
ára føðingar
dagar í Tøting
fríggjakvøldið
Annika Hoydal hátíðarheldur
sín 70 ára føðingardag, við
eini gávu til føroyingin, gávan
til fólki er onki minni enn
ein nýggj tónleikaútgáva við
heitinum Endurljós! Annika
hevur ríkað føroyska tónlist
og sangskatt í hennara fimmti
ára tónlistarleið. Nú kunna
vit aftur gleðast um, at fáa
enn ein dýrgrip afturat øllum
hennara tónlistaverkum, ið
føroyingar í øllum aldri hava
stóran tokka til, enn ein varði
frá Anniku til eftirtíðina, er á
gáttuni. 19. November verður
Annika 70 ára gomul, og
kemur nýggja fløga hennara
Endurljós út tann dagin, og
í hesum sambandi hevur
Annika saman við sínum stóra
og dugnaliga tónleikabólki
nakrar útgávukonsertir í
Føroyum. Tað er Tónleikasam
takinum Grót ein stórur
heiður, at skipað fyri teirru
fyrstu útgávukonsertini av
Endurljós, sum sjálvandi
verður í Tøting í Syðrugøtu.
JAZZFELAGIÐ 40 ÁR
Fagrir Fuglar er eitt samstarv
millum føroyskar tónleikarar
og danska saksofonleikaran
og tónasmiðin Karsten Vogel.
Samstarvið kom í lag, tá
Roland Thomsen, ið var limur
í Havnar Jazzfelag skipaði
fyri mentanarstevnu í Havn
í 1976. Hann bjóðaði Karsten
Vogel, ið hevði vitja í Føroyum
við Burning Red Ivanhoe í 1971,
aftur til Føroyar at spæla sum
solistur saman við føroyskum
tónleikarum. Vogel var vorðin
forliptur í landinum, og tók
av tilboðnum beinanvegin.
Kristian Blak fekk uppgávuna
at savna ein bólk, ið varð
mannaður av Jan Arge
Jacobsen, Jóhannus á Rógvu
Joensen, Kristian Blak og
Karsten Vogel. Tá kvartettin
eitt kvøldið spældi á somu
konsert sum Kræklingar,
bað Vogel gittarleikarin í
Kræklingum Ólav Øster um
at koma við í bólkin. Seinni
kom eisini Ernst Sondum
Dalgsgarð við í bólkin, og
gjørdist hetta stambólk
urin hjá Vogel í Føroyum.
Undantikið Ernst, hevur tað
eydnast at savna uppruna
manningina í Føgrum fuglum.
Men dugnaliga Andrea
Heindriksdóttir fer á konsert
ini at røkja leiklutin hjá Ernst.
Mynd: Álvur Haraldsen