Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. november 2015 sosialurin 134 22 Matgerð Gylt mjólk, stearinljós og geran­dis­ samrøður Nú gerst bara myrkari, í ein heilan mánaða afturat. Myrkari og myrkari. Tjóðhild Patursson M en mær dámar væl myrkrið, trív­ist við tí; og tað er nakað um tað, at tá ið tað er so myrkt sum nú, so virð­is­meta vit betur ljós­ið. Eg minnist sum skúlagenta at fara í skúla um morg­unin í myrkri og at ganga heim, eis­ini í myrkri. Tíbetur havi eg nú møgu­leika fyri at stýra mín­um egna ger­and­is­degi meira, og kann vera úti teir fáu ljóstímarnar sum hóast alt eru, held­ur at sita inni í eini trongari og myrkari skúlastovu. Tað ger at eg eri bet­ur fyrireika til tað langa myrka kvøld­ið fyri framman. Dugi betur at njóta tað. Eitt er hasin kontrasturin og tann nýggja virðismetingin av ljósinum, men tað ið mær dámar allar best við myrkr­inum er hugnin. Líka so nógv sum eg elski langar ljós­ar summ­ar­næt­ur, sum draga meg langt inn í nátt­ina áðrenn svøvn­ ur­in tekur við, so elski eg myrku seinna­partarnar og tey myrku vetr­ ar­kvøldini. Stearinljós, fóta­bað og okk­urt verm­andi at drekka. Hvussu ber tað til, at eg sein­ asta vet­ur nakrantíð kundi leingj­ast aftur til summ­arið? Nei nú myrkr­ ið endiliga er komið eftir eitt langt summ­ar, so dugi eg ikki at ímynda mær, at eg nakrantíð aftur fari at leingj­ast eftir longu ljósu summ­ar­ næt­run­um – eg veit, hetta broytist, og tað er gott. Gott at kunna leingjast og gleða seg. Men júst nú, vil eg bara gleð­ast um og njóta, at tey myrku kvøld­ini endi­ liga eru komin. Tí tað er sumt, sum bara riggar betur í myrkri – reyð­vín, stea­rin­ljós, hosur, fótabað og so gylt mjólk sjálvsagt. Gylt mjólk Tað er okkurt serliga fantastiskt við hesi gyltu mjólkini. Hon er søt og ugg­andi í myrkrinum. Vermur meg inn­anifrá í kuldanum. Kuldin sum hó­ast alla bjálvingina í nýggjum hús­um, ALTÍÐ onkusvegna fær snýkt seg innum húsaveggirnar og inn­um holdið. Gylta mjólkin fær meg at sova (eyka) væl um náttina. Ja, hon er møguliga ein av hasum mat-sermoniiunum, sum eg skrivaði um í seinasta blaði. Ein mat-sermoni sum førur meg úr einum stað í annað. Úr gerandisdegnum og móti náttini, seing­ini og dýnuni. Hon, saman við tendraðum stea­ rin­ljósum, er eisini eitt deiligt høvi at seta seg stillisliga niður at práta við barnið/børnini. Tað er sum um at ang­in frá gyltu mjólkini og hitin í hond­unum frá koppinum, í eina løtu fáa okkum at gloyma at tað finnast Ipaddar, telefonir og teldur. Ein lítla løtu í einum annars rokaligum degi, fáa vit frið, og bara eru. Tað ber til at krydda mjólkina hvørja einstøku ferðina. Til ein dl skal tú nýta eitt knips av kanel, eitt knips av gurkmaju, eitt knips karda­ mummu og eina hálva teskeið av hun­angi. Men mær dámar betur at blanda krydd­ini saman frammanundan, so er einki hóvasták tá ið mjólkin skal ger­ast. Til gyltu kryddblandingina skalt tú nýta: Til á leið 15 koppar • 3 tsk av malnari gurkmaju • 3 tsk av malnum kanel • 2 tsk av malnari kardamummu • eittsindur av muskatnøt (eg plagi at ríva einar 20 ferðir av eini nøt) Blanda saman og goym í eini luft­ tætt­ari krukku. Tað er ymiskt hvussu nógva muskatnøt fólk leggja í, so koyr ikki ov nógv í beinanvegin. Royn teg fram. Lat børnini hjálpa til. Nógv smakkar betur, um tú sjálv hevur verið við til at gjørt tað. Eitt vetrarkvøld. Hóast tað reint teoretiskt møguliga enn er heyst, so kennist tað sum um at veturin longu er i ð