Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. november 2015 sosialurin 134 23 Myndir: Tjóðhild Patursson Tú kanst sjálvsagt mala tíni egnu krydd, ella bruka ein mortara til at knúsa tey – og gert tú tað, so øv­undi eg tær, og gleði meg at blíva bjóða til gylta mjólk heima hjá tær. Til okkum onnur menniskjaligu, so rigg­ar tað eisini heilt fínt at brúka kan­el og kardamummu sum er mald framm­ an­undan – lat bara vera við at royna hitt ný­malda, so veist tú ikki hvat tú saknar. Til gyltu mjólkina skalt tú nýta: Pr persón • 1 (ella fleiri) tendraði stearinljós • 1/2 tsk av krydd blandingini • 1/2 tsk av hunangi • 1 dl av mjólk – Mær dámar best at brúka mandlu­ mjólk ella havramjólk. Men brúka tað mjólk­ina tær dámar best, og royn so ym­iskar aðrar eisini, tí tær gera mun fyri smakkin og kensluna av gyltu mjólk­ini. Mandlumjólk leggur ein góðan mildan marsipan smakk aft­ ur­at. Tendra stearinljósið. Blanda mjólk, krydd og hugnang í eini grýtu og hita varðisliga. Servera afturvið stea­rin­ljósi í myrkrinum, góðum fólki og góðari samrøðu og/ella ein­ um heitum fótabað. Og so beint í song ella undir dýnuna at verma seg, og gleðast um, at tað um vet­ur­ in er sosialt heilt í lagi at fara at sova áðr­enn klokkan hevur nátt at blíva nýggju.­ PREIÐ: Um tú vilt hava mjólkina eyka vermandi, so kanst tú koyra eitt lítið knips av cayennu pip­ari ella chili í. Ymisku luktirnir í kryddinum hvørva so hvørt sum kryddið verð­ur gamalt. So eigur tú bara gamla kardemummu frá í fjørð, so kanst tú gleða teg til at keypa nýggja. Ikki keypa meira enn tú klárar at brúka. Rætting til seinasta blað: Av eini ella aðrari orsøk er nøgdin av mjøli ikki komin við í uppskriftina til pitsadeiggj. Í uppskriftini skulu brúkast 300 gram av mjøli, og eigur hon at síggja soleiðis út: Pitsadeiggj - Til tvær pitsa Pitsadeigg er ein søga fyri seg. Eg havi roynt nógvar ymiskar útgávur, men hendan er tann mær higartil dámar best – ein góð samanrenning av at vera løtt at gera og lekkur at eta. • 4 gram av ger • 2 dl av vatni • 1 msk av olivenolju • 1 tsk av salti • 1 tsk av sukuri • 300 gram av hveitimjøli (tað ber væl til at blanda ein part av fullkornsmjøli uppí) Rør fyrst gerið út í vatnið, og rør síðani restina í. Deiggið skal bara rørast væl saman, tað er ikki neyðugt at elta (eg veit, ein háðan av teirri ‘veruligu’ italsku pitsuni – men tað er nú bara ein realitetur at eg aloftast ikki havi meira enn eina hond at gera mat við – Uh! Matur tú kanst gera við einari hond - tað má eg eisini fara at skriva um onkuntíð!). Lat ganga í 45 min. Koyr síðani deiggið út á eitt borð við mjøli og forma tveir bóltar. Legg teir í plastfolie at ganga í 15 minuttir afturat. Síðani er klárt. Rulla út. So tunt sum gjørligt. Fyll innihald á, og bakað við so høgum hita sum til ber, gjarna niðast í ovninum og á eini bakiplátu sum er brennandi heit (bakipappír undir – sjálvsagt). Tað gongur við rúkandi ferð, so ansa eftir ikki at bakað ov leingi. Fylg við. Summi leggja ikki í muskatnøt, so royn fyrst eittsindur og koyr meira muskatnøt í seinni um tú leggur í. Goym kryddblandingina í einum lufttøttum ílati. Fersk krydd smakka og lukta av nógva meira enn gomul krydd. So hygg á pakkan áðr­ enn tú keypur. Onkun­tíð hava krydd­ini staðið alt ov leingi í hand­ils­hyllunum.