hósdagur 19. november 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. november 2015
sosialurin 134
24
Framtíðar Føroyar og
Altjóða gransking gevur eina greiða ábending um, at
útlát av vakstrarhúsgassum vaksa alsamt. Staðfest
verður eisini, at ein týðandi orsøk til veðurlags
broytingar er útlát frá mannavirksemi
At leggja um til ein grønan búskap er ikki bert neyðugt fyri at
forða niðurlaðan av vistskipanum. Tað er eisini avgerandi fyri
at varðveita og styrkja um kappingarførið hjá landinum.
Tá Føroyar luttóku á Arctic Circle
ráðstevnuni í Reykjavík, var
endamálið at visa á teir møguleik
ar,sum okkara land kann bjóða í
Norðuratlantshavi. Eisini SEV vísti
á, hvussu Føroyar eru í fremstu røð,
tá tað ræður um umhvørvi og grøna
orku.
Tað er náttúrligt fyri einum landi
sum Føroyar at taka veðurlags
broytingar í álvara. Vit liva av nátt
úrliga tilfeingi okkara. Føroyar taka
undir við tí altjóða samstarvinum,
sum arbeiðir fyri at tálma vakstrar
húsgassi.
Her fara Føroyar tó enn longri, tá
vit siga, at øll orkan á landi skal vera
grøn longu í 2030. Hetta er ein týdn
ingarmikil málsetningur.
Politiska skipanin fer at nýta
møguleikarnar at skapa karmar, sum
vera grønu orkunýtsluni til frama.
Eitt nú arbeiðir landsstýrið við eini
reglugerð, sum sigur, at hús, ið verða
bygd eftir 2018, skulu vera olju-frí. Tað
merkir, at øll orkan, sum verður nýtt
í húsinum, skal vera grøn.
Landsstýrið fer at arbeiða burtur
av við líknandi málsetningum á ser
ligum arbeiðsdegi í desembur saman
við eitt nú SEV. Endamálið er at
tryggja nýskapandi og burðardyggar
skipanir.
Altjóða samstarv
Landsstýrið virkar fyri, at Føroyar
luttaka virknar í øllum viðkomandi
samstarvi. Hetta ber ikki altíð gera,
tá vit ikki veru sjálvstøðugt land. Tó
prógva eitt nú altjóða fiskiveiðisam
ráðingarnar, at Føroyar hava verulig
ar møguleikar at vinna seg fram sum
viðurkendur partur í altjóða sam
starvi.
Tá nú Føroyar ikki eru limir í
hvørki ES ella EBS merkir tað, at
vit hava avmarkaðan møguleika at
ávirka. Hinvegin verður arbeitt fyri
at vinna Føroyum fullan limaskap
í Norðurlandaráðnum umframt í
EFTA, WTO og IOC.
Í sambandi við veðurlagssam
ráðingar hava Føroyar arbeitt fram
móti málum, sum spurdust burtur
úr KOP15 í Keypmannahavn í 2009.
Síðani hava vit tó sett enn størri mál
fyri eitt nú 2030. Hóast summi mál
ikki verða rokkin heilt, so merkir tað
sum oftast, at nógv verður avrikað
hóast alt.
Útnorður og Arktis
Føroyar luttaka virknar í Arktiska
Ráðnum, hóast vit formiliga eru
partur av donsku sendinevndini.
Endamálið er at vera ein viðkomandi
og konstruktivur partur av virksem
inum. Eitt nú vilja vit verja nýggjar
veiðimøguleikar í Arktis.
Landsstýrið virkar somuleiðis fyri
eini felags útnorðurtilgongd í sam
starvi við Norðurnoreg. Endamálið er
at skapa ein sterkan norðuratlants-
felagsskap, sum arbeiðir fyri felags
áhugamálum.
Eisini skulu Føroyar fyrireika seg
at gerast tænastudepil fyri skipa
ferðslu her um leiðir. Longu nú er
nógv ferðsla, men enn fáa Føroyar ov
lítið burtur úr. Landsstýrið fer at gera
íløgur í átøk, sum kunnu vera við til at
fyrireika okkum at menna eina slíka
vinnu – ikki minst tá hugsað verður
um eina virknari útnyrðingsleið í
framtíðini.
Vandi í vælferð
Um hesar ætlanir gerast veruleiki,
merkir tað eisini, at meira virksemi
førir til meira burturkast og útlát.
Tað er ein avbjóðing, sum vit mugu
taka í álvara.
Málið er, at okkara fiskifloti verð
ur minni dálkandi. Sama er galdandi
fyri aðrar skipabólkar. Men tað er
samstundis greitt, at okkum vantar
loysnir og tøkni, sum kann tryggja
burðardygga og reina fiski- og skipa
vinnu.
Tað er kostnaðarmikið at granska
og menna slíkar loysnir, men eg
trúgvi, tað fer at koma. Tá skulu
Føroyar vera til reiðar at taka ímóti
nýggju tøknini. Sum ein liður í til
gongdini hevur landsstýrið játtað
pening til bæði gransking og til Fróð
skaparsetrið.
Vit vita, at fiskakeyparar løna selj
arum, sum kunnu vísa á, at vinnan
byggir á burðardygga og grøna fram
leiðslu. Og her skulu Føroyar sjálv
andi vera í fremstu røð.
Føroyar í fremstu røð
Útnorður í broyting
Samrøða við Aksel Vilhelmsson Johannesen, løgmann
Samrøða við Bill Justinussen, fyrrverandi
formann og forseta í Útnorðurráðnum
Heimurin hevur stóran áhuga fyri
náttúruni og náttúrutilfeingið í
útnorðurøkjum. Eisini veðurlags
broytingarnar gera, at altjóða sam
felagið ynskir at taka lut í bæði um
siting og gagnnýtslu av okkara parti
av heiminum.
Í løtuni síggja vit, hvussu Føroy
ar, Ísland og Grønland gera avtalur
við umheimin, sum sjálvandi gagna
áhugamálum hjá hvørjum landi
sær, men ikki altíð økið sum heild.
Tað merkir stundum, at útnorður
lond verða sett upp ímóti hvørjum
øðrum, og er tað tá lættari hjá eitt
nú ES at samráða seg fram til fræg
astu fyrimunirnar.
Tí skulu útnorðurlond í størri
mun møta umheimin á ein sam
skipaðan hátt. Tá vildi talan verið
um eitt sterkt, stórt og ríkt øki,
sum kundi sett dagsskránna betri
og hildið fast um felags krøv. Tað er
ein spurningur um politiskan vilja
og samskipan, har londini semjast
um ávís øki, har felags fyrimunur
verður settur fremst.
Hvat megnar
Útnorðurráðið
Styrkin hjá Útnorðurráðnum er
lutfalsliga stóra umboðanin av
Tað er náttúrligt fyri einum
landi sum Føroyar at taka
veðurlagsbroytingar í álvara,
sigur Aksel V. Johannesen.
Stýring og samstarv – ábyrgd og skyldur
Seinni partur
Lagt til rættis: Annelien ramakers og ernst olsen
Gransking