Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. november 2015 sosialurin 134 25 ting­fólki úr øllum flokkum. Ráðið er nógv ment gjøgnum árini, bæði sína­millum og í altjóða høpi. Tað er heilt einfalt neyðugt, at samstarvið mill­um londini mennist enn meira. Samstarvið á ráðharrastigi ikki nóg gott. Ráðið hevur fyrr virkað fyri ítøkiligum samstarvi á eitt nú heilsu­økinum. Men samstarvið skal víðk­ast til at umfata bæði utt­an­rík­ is­politikk og vinnupolitikk. Uttanríkispolitiskt skulu Før­oy­ ar, Ísland og Grønland menna eina felags arktiska strategi, har londini tryggja felags støðu í málum, sum eru viðkomandi og hava týdning. Vinnupolitiskt mælir ráðið til, at útnorðurøkið verður skipað sum eitt fríhandilsøki. Tað fer at styrkja búskaparligu og vinnuligu støð­una munandi. Fríhandilsøkið vildi tá verðið eitt felags portur til út­norð­urlond. Hóast tingfólk taka undir við slík­um samstarvi, so er enn nakað øðr­vísi á stjórnarstigi. Orsøkin er kanska, at ráðharrar í størri mun hava ábyrgd fyri áleikandi við­ur­ skift­um. Avbjóðingar Ráðið mælir til ein felags fiski­ vinnu­politikk. Hetta verður neyv­ an veruleiki í næstum, men tað verð­ur helst nakað, sum londini við tíðini koma at semjast um. Tað vildi styrkt munandi um fe­lags­økið, bæði vinnu­liga og politiskt. Og ikki minst, so kundi hetta tryggj­að burðardygga umsiting av til­feinginum í útnorðri og okkara parti av Arktis. Hugsa vit um viðurskifti við eitt nú ES, so vildi ein felagsstøða um um­hvørvis- og tilfeingismál ver­ið eitt sera sterkt amboð í fram­tíð­ar sam­ráðingarstøðum. Veðurlagsbroytingar Burðardygg menning Samrøða við Lau Øfjord Laxekjær, postdoc Tað liggur ikki í hondunum hjá altjóða stjórn­unum at tryggja framtíðar ætt­ ar­lið­um somu møgu­leik­ar, sum vit hava í dag. Og tó, stjórn­ir kunnu seta karm­ar fyri virk­semi av ymiskum slagi. Men hin­vegin eru tað í stóran mun al­tjóða handil, búskapur og fíggj­ar­heim­urin, ið eru avgerandi fyri, hvussu framtíðin verður myndað. Stjórnir kunnu eitt nú seta krøv til CO2-útlát og burðardygga fram­ leiðslu sum heild. Soleiðis ber til at stýra inn á eina burðardygga kós. Útnorðurlond Royndir at seta í verk munadygg átøk eru javnan á dagsskrá, tá heimsins tjórn­ir hittast til samráðingar. Saman hava út­norð­ur­lond eisini møguleika at seta við­kom­andi viðurskifti á dags­ skránna, men hvørt sær megna tey lít­ið. Serliga Føroyar og Grønland hava onga sjálvstøðuga rødd í t.d. veð­ur­ lagssamráðingum. Tað er ein spurn­ ing­ur um at finna røttu karm­arnar. Tó luttekur Grønland virkið í donsku sendi­nevndini til tess at tryggja og gera vart við ser­grøn­lendsk við­ur­ skifti. Føroyingar ikki áhugaðir Føroyar ikki hava møguleika at luttaka sjálv­støðugt millum aðrar tjóðir, men tó finnast aðrir møguleikar. Hóast fá­ ment, so ber til at luttaka í býar- og kommunusamstørvum. Eisini fólks­ ligar rørslur kunnu gera seg galdandi. Politikarar tora illa at seta krøv til vinnuna. Hóast føroyskar rørslur inn­ an umhvørvi og burðardygga menn­ ing eru veikar, so skuldi møguleikin ver­ið til staðar at leggja trýst á mynd­ ug­leikarnar, eins og í hinum størru norð­urlondunum. Verulig útlit Útnorðurlond hava stórar møgu­ leik­ar at vera undangonguøki fyri burð­ardyggari menning. Hetta um­ boð­ar veruligar vinnumøguleikar. Í Danmark er grøn tøkni skjótast vaks­andi útflutningsvøran. SEV ynskir at luttaka í hesi menn­ ingini, og ger stórar íløgur sam­svar­ andi. Eisini finnast stórir møguleikar at bjóða útlendskum stórfyritøkum at brúka Føroyar sum royndarøki. Vit hava eitt lítið samfelag, sum tó er ein um­boð­andi eind fyri eitthvørt vanligt sam­felag í vesturheiminum. Her eigur føroyska samfelagið at lut­taka virkið; ikki einans á stjórn­ar­ stigi, men á øðrum við. Politikkur er ikki longur nakað, sum bert hoyrir stjórn­ini til. Politikkur er ikki longur nakað, sum bert hoyrir stjórnini til, sigur Lau Blaxekjær Kópakonan Har má vera onkur orkukelda har niðri Útnorðursamstarvið skal víðkast til at umfata bæði uttanríkispolitikk og vinnupolitikk, sigur Bill Justinussen. ...Eftir at kópa­kon­an hevði lýst bann yvir bæði mann­ inum og monn­unum á Kals­ oynni, skilti hann hvat, hann hevði gjørt. Maðurin gjørdi av at læra børnunum um kærleika, ósjálv­ sókni og um at varða um nátt­ úruna. Hann fór ong­antíð aftur at sláa kóp, tí hann vildi ikki drepa konuna, hann hevði elskað so høgt. At enda ork­ aði hann ikki at liva við skommini av tí, hann hevði gjørt, so hann beindi fyri sær sjálvum. Børnini, ið nú vóru vaksin, høvdu lagt orð pápans á hjartað, og gingu ikki í hansara fótasporum. Tey gjørdust havlívfrøðingar, náttúrustríðsfólk og um­hvørv­is­løg­ frøðingar. Tey gjørd­ ust eisini virkn­ir politikarar, sum tal­aðu fyri varð­veitslu av náttúruni – ikki bert fyri at varð­veita, men fyri eina burðardygga framtíð fyri børn og barnabørn teirra. Alt hetta eydnaðist teimum væl, og nógv ár seinni vísti Kópakonan seg fyri teimum í dreymi. Hon segði seg vera stolta av teimum, og at um Føroyar halda fram at fylgja leiðslu teirra, skuldi hon lyfta bannið, hon einaferð hevði lýst. Hetta gjørdist veruleiki, at lang­ ommu­børnini hjá Kópa­konuni livdu lukkuliga allar sínar dagar. post@sosialurin.fo Opnurnar báðar 13/11 og 20/11 undir heitinum “Framtíðar Føroyar og veðurlagsbroytingar” eru partur av verkætlan, sum næmingar á Fróðskaparsetri Føroya hava gjørt í sambandi við masterútbúgvingina í útnorður námi, almennari fyriskipan og burðardyggari leiðslu. Fríggjadagin og leygar­ dagin 27.-28. novembur verð­ur forkunnug lista­ framsýning í nýggja høvuðs­sætinum hjá Bank Nordik í Havn. Umframt roynd, føroysk listafólk so luttaka eisini næmingar úr Skúlanum á Fløtum við listaverkum undir heitinum “VeðurlagsBroytingarList”. Listaverkið á myndini hava Sigrið Finnsdóttir Hansen og Miriam í Grótinum úr 6.e gjørt.