hósdagur 19. november 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. november 2015
sosialurin 134
26
vilja ikki
oyðileggja
isMM
Danjal av Rana
Y
virgangsatsóknin í París
fríggjadagin hevur hert
um ynskini hjá mong
um evropearum, um at
vesturheimurin nú má fara í her
naðarligt stríð við felagsskapin.
Slíkur óndskapur kann ikki standa
ósvaraður, hugsa mong. Russland fór
undir at bumba IS fyri góðum mánað
síðani, og síðani yvirgangsatsóknina
fríggjadagin hava fransmenn eisini
bumba IS. Onnur hava tosað um, at
tað er upp á tíðina, at NATO kemur á
banan og byrjar at taka ábyrgd.
Tað er tó ivasamt, um so verður,
heldur Gunnar Fermann, sum undir
vísir í uttanríkispolitikki við lærda
háskúlan í Tróndheimi.
– Stjórnirnar í vesturheiminum
hava heldur tvígildar kenslur um IS.
Orsøkin er hon, at IS er strategisk
gagnligt hjá vesturheiminum, tað
tænir mongum vestligum enda
málum at hava ein felagsskap, sum
skapar nakað av stríð í Miðeystri. IS
er ein finna í einum stórpolitiskum
talvi, sigur hann.
Bardagin er eitt royktám
– Eitt, ein eigur at spyrja seg sjálvan
er, hvussu vesturheimurin kann
stríðast móti hesum felagsskapinum
í trý ár, uttan at koma nakran veg. Ein
sannlík frágreiðing er, at tey vilja ikki
niðurberja felagsskapin. Tá russar so
byrja at bumba IS, eru úrslit at síggja
beinanvegin, sum enn meiri styrkir
illgrunan um, at vestliga stríðið móti
IS er eitt royktám.
Gunnar Fermann sigur, at tað er
týdningarmikið at skilja tað polit
iska landslagið í Miðeystri, um ein
ynskir at finna høvd og hala á tí
heila. Stríðslinjur millum ymiskar
partar, fólkasløg og átrúnaðarligar
bólkar ganga á kross í allar ættir. Sjia
muslimar stríðast móti sunnimuslim
um, kurdarnir ynskja størri sjálvræði,
einaræðisharrar gerast alsamt minni
umtóktir av fólkinum.
– Tað er absurd, tá nøkur siga, at
einasta veruliga stríðið í Miðeystri
er millum Ísrael og Palestina. Stríðið
millum sjia- og sunnimuslimarnar er
minst líka haturskent til tíðir. Hetta
er ikki eitt stað, har tú skapar eitt
nýtt ES, fyri at siga tað soleiðis. Og
inn í hendan meldurin trína so stór
maktirnar við teirra hernaðarligu og
ikki minst fíggjarligu áhugamálum,
sigur Gunnar Fermann.
IS tænir vestligum
áhugamálum
Teir báðir størstu leikararnir í hesum
talvinum eru gomlu stórmaktirnar
frá kalda krígnum, USA og Russland.
Hvørgin teirra hevur tó sum fremsta
mál at stríðast móti IS, men vilja fyrst
og fremst verja egin áhugamál.
– Hjá Russlandi er tað í veruleik
anum sera einfalt. Gamla stórveldið
ger alt tað kann, fyri at varðveita
sína støðu sum ein leikari á altjóða
pallinum. Ein partur av hesum, er at
tryggja sínar hernaðarligu støður,
sum vit sóu, tá Russland hertók Krim-
hálvoynna. Krimhálvoyggin mátti
takast, tí Russland mátti tryggja sær
atgongd til Svartahavið. Somuleiðis,
einasta havnin, sum russiski flotin
hevur atgongd til í Miðjarðarhavinum,
er í Sýria. Tí er Russland farið inn í
Nú má Frankaríki
gera okkurt, og
teir hava sum
so størri frælsi
at handla í
miðeystri«
Sannleikin er, at IS tænir endamálunum hjá mongum pørtum við
nógvum áhugamálum í Miðeystri og tí er lítið sannlíkt, at nógv verður
gjørt fyri at niðurberja felagsskapin, sigur Gunnar Fermann, sum
undirvísir í uttanríkispolitikki við lærda háskúlan í Tróndheimi
Yvirgangur