hósdagur 19. november 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. november 2015
sosialurin 134
27
stríðið í Sýria, men ikki fyri at niður
berja IS. Endamálið er at tryggja
sína strategisku hernaðarligu støðu,
atgongdina til Miðjarðarhavið, og tí
stuðlar Russland Assad í sýriska kríg
num, sigur Gunnar Fermann.
Fyri USA er støðan eitt sindur
meiri torgreidd, men kjarnin er, at IS
í mangan mun er ein viðleikari hjá
USA. Bæði í stríðnum móti Assad og
móti shiastjórnunum í økinum hava
USA og IS samanfallandi áhuga-
mál.
– IS stríðir stríðið hjá vesturheim
inum móti Assad. Vesturheimurin vil
hava einaræðisharran burtur. Trupul
leikin er, at søgan vísir okkum, at tað
bara førir til ruðuleika. Arabiska várið
er deytt, eingin trýr upp á demokrati
í miðeystri longur. USA vann kríggið
í Irak, men tapti friðin, teir vunnu
kríggið í Afganistan, men taptu friðin,
teir vunnu kríggið í Libya, men taptu
friðin. Tað, sum er hent í Irak er, at
ein sjiamuslimsk stjórn er komin til
valdið, við tøttum tilknýti til Iran.
USA hevur goldið við sveitta, blóði og
tárum fyri at vinna irakiska fólkinum
frælsi, og nú venda tey sær til leið
aran av Ás Óndskaparinnar. Tá gerst
sunnimuslimska IS eitt hent tól hjá
USA fyri at tykta stjórnina í Bagdad,
vísir Gunnar Fermann á.
Alt í alt, so hava russar eina orsøk
til at stríðast ímóti IS og øðrum upp
reistrarbólkum í Sýria, og tí eydnast
teirra herferð, meðan USA nýtir IS
sum ein part av síni strategisku ætl
an í økinum. Tí má USA ansa sær, at
teir ikki skaða IS ov nógv, samstundis
sum teir mugu geva vesturheiminum
ta fatan, at teir gera tað, teir kunnu,
fyri at oyðileggja yvirgangsfelags
skapin.
Gunnar Fermann væntar tó, at
Evropa nú fer at spæla ein størri leik
lut. Flóttafólkakreppan leggur stórt
trýst á evropisku stjórnirnar og fleiri
stjórnarleiðarar hava nú alment sagt,
at einasta varandi loysnin er at skapa
frið í Miðeystri.
Tað er Evropa, sum rindar prísin
fyri flóttafólkini. Sera fá teirra fara
vestur um hav, og USA er tí lítið ávirk
að av flóttafólkastreyminum. Tískil
tekur amerikanska stjórnin ikki atlit
at hesum. Evropisku stjórnirnar eru
hinvegin undir trýstið frá sínum
egnu borgarum um at finna eina
loysn.
Frakland hyggur eystureftir
Gunnar Fermann heldur, at yvir
gangsatsóknin fríggjadagin kann
leiða til, at Frakland fer at tala USA
harðari í móti í NATO og kanska
enntá fer at byggja eina brúgv yvir
til Russlands.
– Nú má Frankaríki gera okkurt, og
teir hava sum so størri frælsi at handla
í Miðeystri. USA er sera bundið av
sínum práti um Ás Óndskaparinnar,
men Frakland er ikki líka upptikið av
hesum og hava heldur ikki altíð gjørt,
sum amerikanarar siga. Frankaríki
kann heilt víst byrja eitt samstarv við
Russland um stríðið móti IS og hetta
fer at vikna um støðuna hjá USA,
serliga í Sýriastríðnum, men møgu
liga eisini í Miðeystri sum heild, sigur
Gunnar Fermann, og minnir á, at
Frakland og Russland eru ein gomul
hernaðarlig samgonga.
– Tað sigur seg sjálvt, at støðan hjá
Frankaríki má broytast, tá fransmenn
liggja deyðir í gøtunum í París. Um
Frakland nú fer at spæla ein størri
leiklut og kanska skeita móti Russ
landi, vænti eg, at sannlíkindini fyri,
at stórveldini kunnu semjast um
eina ætlan, gerast størri. Russar eru
ikki meiri tengdir at Assad enn so, at
um teir fáa lyfti um at varðveita at
gongdina til Miðjarðarhavið, eiga teir
at vera til at tosa við, sigur Gunnar
Fermann.
danjal@sosialurin.fo
Gunnar Fermann
undirvísir í uttanríkispolitikki
á NTNU, lærda háskúlanum í
Tróndheimi. Hann hevur ser
ligan kunnleika innan altjóða
viðurskifti og uttanríkispolitikk.
Hann hevur skrivað eina langa
røð av vísindaligum greinum
og fleir bøkur um uttanríkis
politikk.
Mynd: Reuters