hósdagur 19. november 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. november 2015
sosialurin 134
28
Ein nýggj
stjórnarskipanin
vil greiða politiska
landslagið
Blokkpolitikkur:
Í einari tíðargrein fyri rættiliga
langari tíð síðan róði eg framundir,
at vit í Føroyum eins og í londunum
rundan um okkum fingu meira
blokkpolitikk. Hetta vildi geva
veljaranum ein møguleika at meta
betur um, hvat hann fekk fyri
atkvøðuna, um hann nú atkvøddi
fyri tí reyða ella bláa blokkinum.
Hetta fall, sum vera man, ikki í
góða jørð allastaðni, tí tað eru jú
flokkar, sum liva væl av, at okkara
politiska landslag er so gruggut, og
at samgongur kunnu skipast upp
á nógvar ymiskar mátar. Vit hava
jú gjøgnum tíðirnar havt nógv sløg
av samgongum alt frá heimastýris
samgongu, sjálvstýrissamgongu,
fullveldissamgongu, borgarliga/
vinstravenda samgongu, reint
borgarliga samgongu og til nú eina
rættiliga vinstravenda samgongu.
Tað er júst ríkisrættarliga støða
okkara, sum ger, at vit hava tveir
politiskar ásir, meðan flest øll
onnur lond bert hava tann eina
ásan millum høgru og vinstru.
Um vit samanbera við danskan
politikk, so svarar okkara fløkta
støða til, at Eindarlistin og
Danski Fólkaflokkurin hildu
møguleikanum opnum fyri at fara í
stjórnarsamstarv, og tað er jú heilt
óhugsandi.
Eg minnist aftur á, hvussu nógv
vit í Javnaðarflokkinum stúrdu fyri,
at eitt valstríð bert fór at snúgva seg
um loysing ella samband. Tá duttu
vit niður ímillum stólarnar. Hin
vegin, so vistu vit fullvæl, at serliga
Sambandsflokkurin og Tjóðveldi
altíð vildu hava henda spurning
so frammaliga sum gjørligt í val
stríðnum. Polariseringin millum
loysing og samband hevur eisini
ofta verið partur av valstríðum, og
serliga týðiliga sóu vit tað í 1998. Men
eins ofta, so er hesin spurningurin
eisini dottin niðurímillum, sum eitt
nú við seinasta valstríð, har málið
als ikki var frammi.
Við einum góðum vilja kann ein
skilja, at eitt nú Tjóðveldi ikki er so
fegið um ov týðiligan blokkpolitikk.
Ein samgonga sum henda, sum
nú er, ber jú ikki á mál við teirra
fremsta máli um loysing. Men av
einari ella aðrari orsøk, so halda tey
í Tjóðveldi, at loysingin ikki nærkast
uttan saman við Fólkaflokkinum.
Gudarnir skulu vita hví, at so er, tí
søgan átti at sagt teimum nakað
heilt annað. Báðir hesir flokkar
hava annars lítið til felags í øllum
vanligum samfelagsligum poli
tikki. Men tó valdi Tjóðveldi við
seinasta val at hava hurðina á
klemm til Fólkaflokkin, men als
ikki til Sambandsflokkin, hóast
Tjóðveldi hevur munandi meira
til felags við Sambandsflokkin
enn við Fólkaflokkin, tá tað snýr
seg um skipan av vælferðini í
samfelagnum.
Hin vegin, so hevur formaðurin
fyri Javnaðarflokkinum týðiliga
sagt, at hann ikki ynskir samgongu
við Fólkaflokkin. Hetta er ein
greið og eisini djørv útmelding
við greiðum boðskapi um, at
flokkurin ynskir at reka ein
vinstravendan politikk, sum einki
hevur til felags við tann politikk,
sum Fólkaflokkurin stendur fyri.
Ríkisrættarligi spurningurin er hjá
Javnaðarflokkinum meira sekund
erur, meðan hann hjá Tjóðveldi og
Sambandinum er í fremstu røð.
So leingi vit ikki hava
avgreitt stjórnarskipanina, so vil
spurningurin um loysing kontra
samband hanga í luftini, og vit fara
framhaldandi at fáa samgongur,
har flokkarnir stórt sæð bara hava
eittans mál í felag nevniliga ant
in samband ella loysing. Restin
av politikkinum verður so ein
vavstur og samankók av politiskum
hugsjónum og áhugamálum.
Stjórnarskipanin:
Arbeiðið við føroyskari grundlóg fór
í gongd undir fullveldissamgonguni.
Minnist so væl tann dagin,
tá hesin ungi og framfýsni
landsstýrismaðurin trein inn í
tingsalin, og at allar lampur í ting
salinum tendraðu í somu løtu.
Eisini minnast flest okkara, at ein
ávísur mótstøðumaður í øðini á
tingsins røðarapalli skræddi upp
skotið sundur, tí uppskotið var ein
beinleiðis liður í fullveldistøkuni.
Men uttan mun til alt hetta,
og uttan mun til, hvat endamálið
hjá tásitandi samgongu var, so
fingu vit sett hol á eitt arbeiði
við einari føroyskari grundlóg
ella stjórnarskipan. Jóan Pauli
Joensen, professari varð settur sum
formaður og Kári á Rógvi, sáli sum
skrivari. Vit høvdu ótrúliga nógvar
gevandi fundir, har vit meira ella
minni rannsakaðu okkum sjálvi
og samfelagið alt. Skal eg siga
mína erliga hugsan, so var hetta
arbeiðið, hóast siktið upprunaliga
var ein liður í fullveldisætlanini,
sera gevandi og ríkandi. Vit fingu
góðar og djúpar samrøður um
grundleggjandi viðurskifti í okkara
landi. Vit løgdu landið alt undir
lupp, og tað gav okkum uttan iva
eina nógv greiðari og betri fatan av
Tíðargrein
Eg kenni meg rættiliga sannførdan um, at um vit fáa avgreitt spurningin um
eina grundlóg ella eina nýggja stjórnarskipan við einari fólkaatkvøðu, tá
fáa vit eisini ruddað slóð fyri einum greiðari politiskum landslagi. Fløkjan,
vit nú kenna, har togað verður í allar ættir móti vinstru og høgru og móti
loysing og samband, verður greiðari, tá Føroya fólk einaferð med alla hevur
avgreitt okkara egnu stjórnarskipan. Ein stjórnarskipan, sum greitt sigur,
at avgerðin um støðu Føroya í framtíðina bert liggur hjá føroyska fólkinum
og ongum fremmandum myndugleika.Tá kann vónandi meira orka leggjast
í at reka ein meira siðbundnan og hugjsónarligan greiðan politikk.