Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. november 2015 sosialurin 134 29 tíðargrein Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Jóannes Eidesgaard Fyrrverandi løgmaður samfelagnum og okkum sjálv­um. Vit fingu skriva niður alt um rætt­ind­ir og skyldur, og arbeiðið tyktist ganga væl, men innast inni vistu vit, at móti endanum fór kinkur at koma í. Og so var. Tað var, tá okkara støðu her og nú skuldi lýsast. Hvar vóru vit í mun til Danmark? Men nú so mong ár eftir, eiga vit at fáa greitt eisini tann spurningin so ella so við einari pragmatiskari orðing. Hin vegin tykj­ast allir partar at vera samdir um, at skal verandi ríkisrættarliga støðu broyt­ast, so kann bert Føroya fólk gera tað av. Fáa vit semju so langt, so er "manu­al­urin" klárir, og vit noyðast ikki longur at brúka allar hesar kreftir upp á eitt stríð, sum hevur tikið meira enn hundrað ár. Sjálvandi fara vit fram­hald­andi at síggja eitt stríð fyri ein­um meira sjálvberandi búskapi, og vit fara ivaleyst eisini at síggja eitt stríð um at fremja yvirtøkur, men tað eru ikki mál, sum nakar flokkur í dag bein­leiðis rennur undan. Sjálvt saman við Sambandflokkinn ber hetta til. Sam­an við Sambandsflokkinum hava vit í síni tíð fastfryst ríkisveitingina, sum reelt merkir eina minking, og vit yv­ir­tóku jú fólkakirkjuna saman við sama flokki. Tí skal tað verða mín áheitan á okk­ara Løgting, at tit fáa arbeiðið frá hondini og avgreitt. Tá verður alt greiðari, og "manualurin" kemur at liggja har. Um ella nær hann skal brúk­ast ella ikki, ja tað verður so upp til føroyingar sjálvar at avgera. Eg hoyri og síggi, hvørja við­merk­ ing­ar koma úr Danmark hesum við­víkj­andi. Men álvaratos, latið okkum ikki taka okkum ov nær av tí. Vit skriva í stjórnarskipanina tað, sum vit halda, land og fólk okkara eru best tænt við, og so kunnu danskir for­sæt­is­mála­ráðharrar annars siga tað, sum teim­um lystir. Hetta er lógin, sum vit ætla at skipa okkara land eftir. Hesa av­gerð eiga bert vit. Latið okkum gera arbeiðið liðugt: Tað er nakað av einum paradoksi, at eitt av heimsins minstu londum hev­ur brúkt longst tíð upp á at skriva og fáa samtykt sína egnu grundlóg ella stjórnarskipan. Eg veit væl, at fót­ongl­ar eru á leiðini, men sum eitt rímiliga búgv­ið fólkaræði eiga vit at fáa loyst hes­ar spurningar. Eg veit eisini væl, at útmeldingarnar, sum koma úr Dan­ mark, kunnu órógva onkran, men vit eiga sjálvandi at vita, at danskir for­sæt­ismálaráðharrar siga ikki ann­að enn tað, sum er "korrekt" yvir fyri teirra egna parlamenti og teirra egna fólki. Meira skulu vit heldur ikki leggja í tað. So hóast útmeldingar úr Danmark, so er ikki at hava kálvahjarta, men gera arbeiðið liðugt. Um vit hugsa okk­um ta støðu, at vit ein dag koma hartil, at nú siga vit samtarvið upp við Danmark, so vit vit, at eingin donsk stjórn ella Fólkating kann seta seg upp ímóti slíkari avgerð. Hugsið tykk­um altjóðaumrøðuna Danmark hevði fingið. So sjálvandi fær fólkið sín vilja, og tað er eisini fult í tráð við tað, sum teir tríggir seinastu for­ sæt-is­mála­ráðharrarnar í Danmark hava frá­boð­að. "Det er færingerne selv, der træf­fer afgørelsen." Fyrimunurin her og nú: Vinningurin her og nú við at fáa samtykt eina grundlóg ella stjórn­ ar­skipan er fyri meg at síggja, at vit fara at fáa meira orku til at reka sið­ bundnan hugsjónarliga politikk, og vit fara vónandi at fáa eitt greiðari poli­tiskt landslag millum vinstru og høgru. Tá er eisini nógv vunnið. Tað verður meira konstruktivt og áhug­avert at vera í politikki, og tað verð­ur eisini meira meiningsfult at vera velj­ari.