hósdagur 19. november 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. november 2015
sosialurin 134
31
Árni Gregersen
B
roytingar henda
í føroyska sam
felagnum komandi
árini.
Útmeldingin frá sam
gonguni á tíðindafundi um
fíggjarlógina fyrr í vikuni,
peikaði á, hvat tað er sum
samgongan ætlar sær og hvørj
ar broytingar verða gjørdar.
Og tað fall ikki í góða jørð
hjá serliga ali- og fiskivinnuni.
Nýggju boðini um, at ein
partur av toskakvotuni í
Barentshavinum skal seljast
á uppboðið, fekk ilt í fleiri
teirra, sum hava dúva uppá
hesa kvotuna í mong ár.
Í Sosialinum segði Hanus
Hansen, reiðari, at hann er
bangin fyri, at hetta er byrjanin
til endan við Barentshavinum.
Og Mortan Johannesen,
reiðari á Enniberg, var eisini
rættuliga hvassorðaður í Degi
og Viku.
Hann helt, at tað er at fara
út á ein skráplan, at tey sum
fiska nú skulu gjald áðrenn
fiskurin er fiskaður.
– Hetta er tann reini
ørskapur, segði Mortan
Johannesen við Dag og Viku.
Reyð samgonga
Sjálvt um Framsókn er partur
av samgonguni, so verður hon
millum vinnulívsfólk mett at
vera ein vinstrahall samgonga
í mun til tær samgongur, sum
vit hava kent mongu seianstu
árini.
Hesi árini eru nógv nýggj
virðir komin inn gjøgnum upp
sjóvarvinnuna og alivinnan
hevur havt nøkur góð ár.
Nakað
av
serligum
avgjøldum er eisini lagt á
vinnuna, men nú heldur
nýggja samgongan, at hesi
avgjøld skulu hækka.
Í alivinnuni snýr tað
seg um eina hækking úr 40
milljónum krónum uppí 110
milljónir krónur.
Atli Gregersen, formaður í
Havbúnaðarfelagnum, segði í
Radaranum, at alivinnan sum
so ikki hevur nakað ímóti at
gjalda peningin, nú tað gongur
væl, men hann er í øðini yvir,
at mátin at taka pening frá ali
vinnuni er broyttur.
–
Eg
havi
saman
við
embætisfólkum
úr
vinnumálaráðnum og fíggj
armálaráðnum verið við til at
gera eina skipan, har vit skuldu
gjalda eitt avgjald. Hetta var
knýtt at tí vit forvunnu, men
nú skal peningurin takast í
einum øðrum liði, sum ger at
vit ikki gjalda meira skatt tá ið
vit tjena meir, men meira skatt,
tá ið vinningurin er minni,
sigur formað-urin í Havbún
aðarfelagnum.
Uppsjóvarvinnnan
Í uppsjóvarvinnuni verður tað
soleiðis, at tað tilfeingisgjald,
sum reiðaríini skulu gjalda,
nú fara av partinum hjá reið
arunum.
Manningarfeløgini verða
hildin uttanfyri í fyrstu atløgu.
Sjálv gjøldini verða annars
á leið tey somu, men tað sum
fær ilt í uppsjóvarvinnuna
er, at 15 prosent av øllum
pelagiskum fiski nú skal um
eina uppboðssølu.
Eins og tá ið talan er um,
at 15 prosent av toskakvotuni
í Barentshavinum, so er
vinnan sera illa nøgd við
uppboðssøluna.
Bæði í uppsjóvarvinnuni
og í millum teirra, sum fiska
av kvotuni í Barentshavinum,
er ein ávísur ótti fyri, at
uppboðssølan fer at elva til
spekulatión og at útlendingar
uppá ein ella annan hátt fara
at troðka seg framt føroysku
rávøruni.
Býur og bygd
Politisku broytingarnar í Før
oyum gera sjálvandi nakrar
meiningssamanbrestir.
Vinnan hevur klárt sagt
seianstu dagarnar, at korini
versna munandi við nýggju
samgonguni.
Í veruleikanum er talan
um eitt veruligt virðisstríð
millum høvuðsstaðin og tey
økir í Føroyum, sum av álvara
standa fyri framleiðslu: Norð
oyggjar, Eysturoy og Suðuroy.
Virðisstríð sást nakað í
valstríðnum, men ikki fyrr
enn nú, kemur tað veruliga
til sjóndar, at ein meining er
galdandi á fjallinum í Havn,
meðani aðrar meiningar eru
galdandi kring landið.
Fiskivinnan finst at upp
boðssøluni av einum parti
av tilfeinginum og alivinnan
finst at nýggja mátanum,
samgongan ætlar at taka
avgjøldini inn uppá.
Hanus Hansen, reiðari,
segði eisini við Sosialin, at tað
undrar hann, at broytingar
nar í fiskivinnuni koma nú, tí
honum vitandi so verður arb
eitt við at gera eina nýggja lóg
um vinnuligan fiskiskap tila t
koma í gildi 1. januar 2018.
– Tí kemur tað óvart á
okkum við broytingunum,
sum nú verða settar í verk,
sigur hann.
Landsstyýrismaðurin
við fiskivinnumálum, Høgni
Hoydal, Tjóðveldi, arbeiðir við
at seta eina nevnd, sum skal
gera uppskot til nýggja lóg um
vinnuligan fiskiskap.
Enn er ikki alment kent,
hvør skal manna nevndina og
hvør skal verða formaður.
Seinasta
samgongan
royndi eisini at fáa gongd á
arbeiðið við nýggjari fiski
vinnulóg, men tað fekst
ongantíð semja í smgonguni
um, hvussu hon skuldi gerast
– og enn minni fekst nøkur
avtala við andstøðuna.
Á tíðindafundi í Tinganesi
fyrr í vikuni segði løgmaður,
at hendan samgongan fór at
royna at fáa andstøðuna við
í teimum broytingum, sum
skulu gerast í lógini um vinnu
ligan fiskiskap.
Sum politiska støðan er nú,
so er tað ikki nógv sum nendir
á, at til ber at fáa samlaðu
andstøðuna til tæør broyt
ingar, sum samgongan hevur
stungið út í kortið.
Harvið tó ikki sagt, at onkrir
flokkar fara at taka undir við
pørtum av nýskipanini.
Politisku útmeldingarnar um hvørjar broytingar, nýggja samgongan fer at
gera í sambandi við fíggjarlógina fyri 2016, hevur fingið ilt í vinnuna
Nýggja samgongan
loypt øði í vinnuna
Enniberg – skal hetta skipið bjóða uppá ein part av kvotuni í Barentshavinum.
Hanus Hansen, reiðari,
undrast á, at broytingarnar
í fiskivinnuni koma nú.