hósdagur 19. november 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. november 2015
sosialurin 134
34
Óli Jacobsen
Stríð um
lív og deyð
Grindin í Gøtu 27. november 1937 kom at merkjast um stóran part
av landinum. Nógv blivu sjúk og mong doyðu.
Meslingarnir: 2. partur
J
avnaldurin, Sigfríður Joensen, hevði
eina grein um grindir í Gøtu í Dimma
lætting í 1995. Hann nevnir eisini eina
aðra minniliga grind í 1800 talinum,
sum var kallað “tann stóra ódnarveðursgrind
in”. Tað kom ódnarveður av landsynningi, og
stórur partur av grindini fløddi út aftur.
Um seinastu grindina undan meslinga
grindini varð sagt, at ein kona í Norðoyggjum
hevði spátt, at eingin grind skuldi koma aftur á
Gøtu í 50 ár vegna ónøgd um grindapartarnar.
Hetta kom eisini at passa. Eisini sigur ein
kelda, at hetta grindaloysið hevði gjørt, at tað
ikki vóru valdir grindaformenn í mong ár. Men
so merkiligt var tað, Poul á Rætta varð valdur
til grindaformann dagin fyri grindina í 1935.
Tað kann vera eitt ískoyti til søguna um
Kjølbro, at tað var hansara rutuskip Britons
Pride, sum fann grindina á Gøtuvík. Pride sigldi
nevniliga tvær ferðir um vikuna millum Klaks
vík og Norðragøtu.
Sorgarleikur í Jákupsstovu
Tey í Jákupsstovu í Norðragøtu komu at
merkja hesar meslingar av álvara. Anna og
Olea, systir hennara, fingu meslingar ógvuliga
ringar. Tær vóru tá 20 og 22 ára gamlar. Anna
hóraði við neyð og deyð undan, meðan Olea
doyði. Ein triðja systir, Tomasia, sum tá var 18
ár, gjørdist eisini sjúk. Men hjá henni gjørdist
sjúkan ikki so hættislig.
Anna mintist væl hendan vanlukkudagin
27. november í 1935. Hon hevði ætlað sær at fara
at skjóta harur saman við systkinabørnunum
Jógvan Martin og Marsannu á Kletti, sum búðu
í grannalagnum. Men mamman helt ikki, at
hetta var nakað fyri konufólk at fáast við, so
tær slerdu av. Men sama morgun eru grinda
boð, og tá varð alt við haruskjótingini gloymt.
Ein rúgva av fólki ymsa staðni frá kom til
bygdina í sambandi við grindina, so líkindini
fyri, at ein smitta kundi breiða seg, var av
teimum bestu, tí meslingar gingu ymsa staðni
í landinum. Menn eru tískil komnir til Gøtu
við smittuni.
Olea arbeiddi í “pakkhúsinum”, tí gamla
handlinum í Norðragøtu, sum Tummas Jakku
á Geilabø átti. Anna varð boðsend at hjálpa til,
tí so nógv var at gera vegna alt fólkið, sum var
komið í bygdina. Tí hava tær verið serliga út
settar.
Tær báðar løgdust sjúkar leygarmorgunin
tann 7. desember. Fyrst fingu tær fepur, sum
fall aftur sunnumorgunin, tá tær vóru mest
sum fepurfríar. Men út á dagin fer fepurin
at økjast í stórum. Anna mintist, hvussu hon
merki, at fepurin reyk upp, og kom heilt upp á
41,3, meðan Olea fekk enn meiri fepur og kom
upp á heili 41,7 stig. Hósdagin eftir, 12. desemb
er, doyði Olea, og foreldrini fingu at vita frá
læknanum, at Anna fór ikki at klára náttina.
Fyri at verja Onnu mátti hon heldur ikki fáa
at vita, at systirin var deyð. Tá ið Olea fór til
gravar varð tískil ikki ringt við kirkjuklokkuni
fyri at Anna ikki skuldi fáa varhugan av, hvør
ið mundi fara til gravar. Tey búðu beint við
kirkjuna.
Tað, sum ráddi um, var at skýggja og at
sleppa sær undan smittuvanda. Foreldrini
Óla Jákup og Fredrikka fóru í karantenu inni
í Kongsbø. Har búði Jógvan, beiggi Óla Jákup.
Tey kundu ikki fylgja dóttrini til gravar, men
máttu standa í vindeyganum og hyggja. Hetta
var serliga hart fyri mammuna, men systrarnar
høvdu biðið tey fara.
Tey høvdu alla grund til at ræðast mesling
arnar. Fredrikka hevði í 1916 mist tvey systkin
av hesi sjúku, sum greitt frá í fyrra partinum.
Olea var trúlovað við Grækaris Hansen,
sum seinni gjørdist kendur skipari. Grækaris
hevði, saman við húsfólkinum, passað gentu
sína alla sjúkraleguna.
Men hvussu var og ikki, Anna batnaði nú, og
fyri hvønn dag sum gekk, gjørdist hon birgari.
Hon byrjar nú at fregnast, hvussu systurin hev
ur tað, og veit ikki, at hon longu er grivin. Tá
mátti hon sjálvandi fáa alt at vita.
Grækaris, sum var forlovaður við Oleu,
legði nú ástir saman við hinari systrini, Onnu.
Tey giftust og høvdu eitt langt lív saman. Anna
er kelda til hendan partin av søguni.
Tað kann verða nevnt, at systir Onnu, Lisa,
giftist í Danmark við Peter Jensen. Nakað eft
ir meslingagrindina doyði Lisa. Hjá Petur var
sum hjá Grækaris. Hann giftist við systir Lisu,
Tomasia, sum doyði fyri kortum fleiri og 90
ára gomul.
Eg plagdi at vitja Onnu, sum búði inni
hjá dótrini Oleu, uppkallað eftir mostrini, og
manni hennara Áslak hjá Sámal Petur í Køk
inum. Minnist hugnan har í húsinum. Møðg
urnar báðar vóru framúr skilagóðar. Var spurn
ingur um gamlar dagar í Gøtu, kundi Anna altíð
svara honum.
Anna gjørdist 92 ár, men Olea doyði knapp
liga stutt eftir mammuni. Hon var fyrst í 70-un
um. Tær vóru megnarkvinnur, sum eg minnist
við virðing.
600 gradir á Geilabø
Tá ið tað stóð uppá tað ringasta við mesling
unum varð sagt, at á Geilabø vóru tey so sjúk,
at har vóru 600 gradir. Um hetta mundið, búðu
eini 17 fólk hjá Tummas Jákup og Magdalenu
á Geilabø, og høvdu 15 teirra meslingar í senn,
so mundi hetta ikki verða langt av leið. Ragna,
dóttir Magdalenu og Tummas Jakku. sum tá
var sjey ára gomul, minnist væl, at hon hesa
tíðina var “sjúkrasystir”, tí hon var longu frísk,
tá øll hini løgdust. Fyri at klára dagin kom ein
kona úr Fuglafirði, Hansina í Køk, út at halda
hús, og so gekk Ragna henni til handa, bar
teimum sjúku mat, tømdi náttpottar og annað,
sum mátti gerast.
Kundu vænta trý lík
Ein, sum minnist hesar meslingar, er 93 ára
gamla Petra Arge í Havn, ættað úr Syðrugøtu.
Heima hjá teimum løgdust øll og fleiri teirra
gjørdust sera ring. Serliga vóru Suffía, mamma
Petru, og beiggjarnir Pól og Ólavur illa fyri. Tá
ið ringast stóð til, fekk Jóan Elias, pápin, at vita,
at hann kundi rokna við trimum líkum dagin
eftir. So galið gekk kortini ikki, og tey komu
øll undan tá.
So nógv lógu sjúk, at tað kom ein sjúkrasyst
ir til Gøtu at hjálpa teimum sjúku. Hon mátti
fortelja fólki, at tey máttu ikki leggja dýnur í
fleirtali oman á sjúklingarnar. Fólk hildu tá
hetta vera grøðing. Men tað gjørdi bert ilt verri.
Heimaráðini
Gomul heimaráð vóru, at tey sum høvdu verið í
samband við fólk, sum høvdu meslingar, skuldu
vera úti undir opnum himli og í frískari luft
minst 20 minuttir, fyri ikki at bera smittuna við
sær til næsta hús. Henda regla varð eisini nýtt
í Gøtu, men onkuntíð kiksaði tað, sum hesin
tilburður er dømi um.
Ein maður við Gøtugjógv hevði verið og vitj
Siðsøga
Nógvir bátar vóru í grindini