hósdagur 19. november 2015síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. november 2015
sosialurin 134
35
Komandi partur
Í komandi parti byrjar ein røð um tey 12 systkini í Rituvík, sum eru komin
í metbókina hjá Guinness fyri at vera elsti systkinaflokkur í heiminum.
Hetta er samstundis ein søga um eitt framúr familjusamanhald.
að fólk, har meslingasmittan var í húsinum.
Heima vóru, umframt konu og børn, eisini
omma og abbi, so tey skýggjaðu meslingar av
tí ringasta. Tá maðurin seint um kvøldið leitar
sær at húsum er illveður, og nú hann nærkast
húsum, fer toran at ganga av tí ringasta. Var
tað nakað, sum maðurin var bangin fyri, so var
tað toruni. Tí fór hann at renna. Tað tók bert
nakrar minuttir at koma at húsum, men av tí at
toran gekk so illa, kom honum ikki til hugs at
bíða teir nevndu 20 minuttirnar úti, men hann
rann inn, og leyp uppí songina til konuna. Stutt
eftir lógu øll í húsinum við fepri og meslingum.
Missir um landið
Her eru nakrar frásagnir um hvussu mesling
arnir gjørdu um seg kring landið
Kunoy
Ein, sum misti mammu sína, var Andrea á
Dul, ættað úr Kunoy og seinni gift til Havnar.
Pápi hennara, Kristian, og beiggin, Hans Jacob,
høvdu hetta summarið verið við Coronet tann
buldrasliga túrin, teir róku úr Grønlandi til
New Foundland.
Hans Jacob var í meslingagrindini. Tá ið
hann kom heim gjørdist hann sjúkur. Tá smitt
aði hann mammuna, Jacobinu. Hon gjørdist
sjúk og doyði 3. jóladag 1935, einans 49 ára gom
ul. Andrea var tá 10 ára gomul, og hon mátti
saman við hinum systkjunum taka uppá seg
tær uppgávur í húsinum, sum mamman ann
ars hevði havt.
Kollafirði
Sverri Djurhuus úr Kollafirði hevði í 1983 eina
grein í Varðanum um meslingagrindina, har
hann sjálvur var við. Tað gekk væl við grindini,
men so vóru tað meslingarnir. Teir flestu, sum
høvdu verið í grindini, gingu við ringari sam
vitsku, tí teir vistu, at teir ikki høvdu ansað nóg
væl eftir. Teir vónaðu tað besta, men so frætt
ist, at sjúkan var komin til onkra aðra bygd og
onkur var deyður. Tað endaði við, at allir sum
høvdu verið í grind blivu sjúkir.
Jólaaftan var tómligt í kirkjuni. Tey, sum
vóru sjúk, kundu sjálvandi ikki fara. Hini
royndu at skíggja, men illa gekst við tí. Tá ið
sjúkan hasaði av, hevði hon verið í hvørjum
húsi, og einstøk lív hevði hon eisini tikið. So
meslingarnir settu eisini síni spor har.
Grindin hevur lagt beinini. Drongurin, sum stendur á einum hvali fremst á myndini, er Óli Mikkelsen, systirsonur
Onnu. Bjarni, grindafrøðingurin, er sonur Óla. Beint frammanfyri Óla stendur ein drongur í kolli. Tey svørtu
húsini við hvítari grund omanfyri hann er Jákupsstova, har Anna og Olea stríddust nakrar dagar seinni.
Tað vóru nógv fólk í grind. Hon var 170 hvalir og 1176 skinn.
Tey í Jákupsstovu, sum vóru so hart rakt
av meslingum bæði í 1916 og 1935.
Fremst sita foreldrini Fredrikka og Óla Jákup. Børnini eru v.f.
Anna, Kaja, Katrina, Høgni, Lisa, Olea og Tomasia
Anna og dóttir hennara Olea.
Grækaris, sum var trúlovaður við
Oleu, og sum giftist við Onnu.
T
að var javnan at meslingar gingu í Føroyum.
Meslingarnar í 1935 komu til Føroya í juni, lut
víst frá ferðafólki, sum var komið við Tjaldrinum og
lutvíst frá fólki, sum hevði verið í Hetlandi, kanska
fótbóltsspælarum. Tað vísti seg, at danska smittan
var rættiliga meinaleys, meðan tað var verri við teirri
hetlendsku. Í fyrsta umfari var smittan mest í Havn
og í Suðuroy.
Í Havn høvdu tey flestu havt meslingar, so vandin
fyri at sjúkan fór at spreiða seg var ikki so stórur. Men
so kemur grind í Gøtu, og um hetta sigur amtslæknin:
.... I november måned var der grindedrab i Gøte, og
der forsamledes mange mennesker fra de nordlige øer.
Derefter kom der en voldsom eksplosion af mæslinger,
hvorved sygdommen spredte sig over næsten alle byg
derne på de nordlige øer.
Den tog meget voldsom fat, og der døde i alt 20
mennesker af den, for størstedelen folk i deres bedste
alder.
Dødeligheden er størst mellem 16 og 30 år, og det
er også ganske forkert, når det skrives, at for patien
ter på 50 år er mæslinger en farlig sygdom, men for
nogenlunde livskrafrige mennesker selv i en høj alder
er mæslinger ingen farlig sygdom. Jeg har nu under min
lægevirksomhed på Færøerne set så mange tilfælde
af mæslinger, at jeg tør hævde dette, hvad så andre
påstår. Dødsårsagen ved mæslinger er ikke som på
stået oftest bronchopneumoni (lungnabruni), dette
kan være tilfældet med børn i den spæde alder, men
hos børn der dør i den kraftigste alder (i tyverne) er
årsagen sepsis (blóðeitran). Det er jo muligt, at det
ikke skyldes mæslingevirus alene, men derimod en
blanding af mæslingevirus og streptococcer (serliga
virknar bakteriur). Ja, hvem ved om ikke mæslinger er
en Streptococ.
...den eneste virksomme terapi overfor mæslinger er
åreladning med påfølgende saltvandsinfusion. Den pro
fylaktiske (fyribyrgjandi) behandling med rekonvales
centserum (blóð frá fólki sum hava havt meslingar) har
været anvendt i høj grad.
I epidemiens første tid var det jo vanskeligt at
skaffe materiale, men efterhånden som sygdommen
bredte sig stillede rekonvaleecenter (fólk sum høvdu
havt meslingar) sig beredvilligt til rådighed og afgav
overalt gratis blod til injektion (innspræning). Der blev
af lægerne heroppe, hospitalets læger iberegnet udført
et mægtigt arbejde for at få immuniseringen (órinið)
gennemført...
De der blev behandlede med rekonvalescentblod
eller serum, fik meget lette mæslinger, så lette at de
ikke engang behøvede at holde sengen.
Sum nevnt doyðu 20 fólk av meslingum ymsastaðni í
landinum í 1935. Hetta var nakað sama tal, sum tey ið
doyðu av tuberklum. Av hesum var eitt barn undir 1 ár,
eitt 5-15 ár, 16 vóru 15-65 ár, og eitt fólk var eldri. Í
1935 vóru 3.118 fólk, sum høvdu meslingar.
Aftaná nøkur smærri tøl í byrjanini av árinum kom
tað uppá 107 í august. Í september og oktober var talið
um 160 fyri hvønn av mánaðunum, í november kemur
talið uppá 318 og í desember, beint eftir grindina, heilt
uppá 2.231. Umleið helvtin, av teimum sum fingu mesl
ingar, vóru børn upp til 15 ár, og hin helvtin var 15-65
ár, helvt um helvt konufólk og mannfólk.
Meslingarnir í 1935
Jógvan Zachariassen, amtslækni: