Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-19, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. november 2015 sosialurin 134 36 Námsfrøðingur, hjálpar­ fólk og dagrøktarar til barnaansingina í Runavíkar kommunu Námsfrøðingur og hjálparfólk til Náttúrubarnagarðin Sóljuhjarta, Søldarfjørður Eitt starv sum námsfrøðingur á 30 t/v. og eitt farloyvisstarv á 30 t/v. sum hjálparfólk, til 31. desember 2016. Størvini verða sett 1. januar 2016, ella eftir nærri avtalu. Tvey tíðaravmarkað størv sum dagrøktari í Runavík Avloysarastarv fyri dagrøktara í Runavík í barsilsfarloyvi, roknast kann við at arbeiðið varar í eitt ár. Tíðaravmarkað starv sum dagrøktari í Runavík frá 1. januar til 15. juli 2016. Størvini verða sett 1. januar 2016, ella eftir nærri avtalu. Tíðaramarkað starv sum dagrøktari og avloysari í Oyndarfirði Tíðaravmarkað starv sum dagrøktari til børn í frítíðarskúlaaldri í Oyndarfirði. Starvið er ¾ tíð, frá 1. januar til 15. juli 2016. Starvsstaðurin verður á Lítlumørk. Avloysari til dagrøktina í samband við frítíð, sjúku v.m. Fyri nærri upplýsingar um størvini sí www. runavik.fo Skrivlig umsókn skal verða Runavíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 01.12.2015 “Viðmerkjast má hvat starv søkt verður um” Runavíkar kommuna Heiðavegur 26 600 Saltangará runavik@runavik.fo Námsfrøðingur til Gjáa í Gøtu Søkt verður eftir námsfrøðingi at byrja 01. desember 2015. Talan er um starv á 35 tímar um vikuna. Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á: • at børn og starvsfólk trívast, og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum. • at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk • at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn. • at virða tað einstaka barnið • at ferðast nógv í náttúruni. • ein stovn sum leitar sær íblástur frá Reggio Emilia hugtakinum og yvirførir tað til føroyska mentan. Vit ynskja at tú: • ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir. • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag. • vilt vera við til at mynda og menna tað námsfrøðiliga umhvørvið. • undir ábyrgd av leiðslu og samstarvi við starvsfólkið, vil verða við til at mynda og menna tað námsfrøðiliga umhvørvið á Gjáa. Lønar- og setanartreytir Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til Eysturkommunu, Kulibakki 8, 520 Leirvík. Umsóknarfreistin er mánadagin 23. november 2015 kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Dagbjørt Ó. Hansen, stovnsleiðara á telefon 73 00 51. Bilur til sølu Vegna Føroya Skiftirætt verður suzuki bilur frá á leið 2006 við hesum lýstur til sølu. Myndir av bilinum eru á okkara heimasíðu. Áhugaði kunnu venda sær til skrivstovu okkara. AdvokAtvirkið Skansavegur 1, Postsmoga 85, 110 Tórshavn, Tlf. 31 21 71, sigrid@advokatvirkid.fo www.advokatvirkid.fo Vísindastarvsfólk í búskaparfrøði Á Megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi er eitt vísindastarv sum adjunktur ella sum námslektari í búskaparfrøði leyst at søkja. Starvsøki Starvið sum adjunktur fevnir um gransking og undirvísing í búskaparfrøði við serligum denti á virkisbúskaparliga økið (fíggjarstýring, marknaðarføring, o.s.fr.). Starvið sum námslektari fevnir um undirvísing í búskaparfrøði við serligum denti á virkisbúskaparliga økið (fíggjar stýring, marknaðarføring, o.s.fr.). Starvið er liður í menningini av búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum. Tann, ið fær starvið, verður partur av toymi, sum skipar fyri B. Sc.-námi í búskaparfrøði, fær fakligu ábyrgdina á sínum fakøki og verður samskipari fyri virkisbúskaparligu fakini í útbúgvingini. Sí nærri lýsing á www.setur.fo. Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn Umsóknarbløð til grunnin fáast við at skriva til: Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn, Postboks 135, FO-110 Tórshavn. Ringja á tlf. 71 00 71 ella senda teldupost til jkj@jkj.fo. Føroya Skipara- og Navigatørfelag, postboks 248 - 110 Tórshavn, formaðurin hevur tlf. 216971. Føroya Fiskimannafelag tlf. 311569. Endamál grunsins er: at veita stuðul til eftirsitandi hjá føroyskum fiskimonnum, til niðurberjing av tuberklum ella til annað sjúkufyribyrgjandi ella lekjandi virksemi í Føroyum og at veita stuðul til fiskimenn, ið vegna sjúku eru óarbeiðsførir sum fiskimenn og ikki fáa nóg mikið á annan hátt. Umsóknir til Hjálpargrunnin mugu vera grunn in um í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. des ember 2015. Umsóknir ið koma inn eftir hetta, verða ikki tiknar við. Hjálpargrunnurin VILT TÚ GEVA BLÓÐ? Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum