Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. november 2015 · Nr. 135 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 GRINDALÓGIN Áki Bertholdsen – Føroyskir myndugleikar hava dugað væl at svara teim­um aftur, sum stríðast ímóti grindadrápi. – Einastu ferð, føroyingar hava skotið seg í fótin, varð, tá ið nýggja grindalógin varð samtykt. Tað staðfesti Rógvi Olav­ son, fram á fundinum í danska fólkatinginum í farnu viku, um grindadráp. Hann er sosiologur, gransk­ingarráðgevari hjá Norður­landa­ráð­num og fyrr­ verandi verkætlanarleiðari hjá djóravæl­ferðar­felags­ skap­inum, World Society for the Protection of Ani­mals, WSPA. Hann hevur eisini verið ráðgevari hjá lands­ stýrinum Á fundinum tosaði um, hvørja ávirkan grundadráp hevur á føroyska ferðavinnu og hann staðfesti, at umdømi hjá einum landi hevur stóran, búskaparligan týdning. Men akkurát hvussu stór­ur týdningurin er, ber illa til at siga, tí vit fáa ikki eyga á teir møguleikar, vit hava, fyrrenn teir eru til staðar. Hinvegin eru mistir møguleikar ósjónligir og tí ber heldur ikki at gera upp, hvat teir kosta okkum. Hann vísir á, at hjá út­ lendingum eru Føroyar tað sama sum grindadráp, og tí er tað ógvuliga bláoygd at tvíhalda um at tað ong­ar avleiðingar hevur á ferða­ vinnuna í Føroyum. – Men tað er ómetaliga torført at seta krónutal á fyri, hvussu nógv, hetta kostar føroysku ferðavinnuni, tí vit vita rætt og slætt ikki, hvørj­ ar møguleikar vit missa. Annars heldur Rógvi Ólavson, at tað er eingin ivi um, hvat útlendingar halda um okkara grindadráp. – Tað eigur ikki at taka nakran føroying á bóli, at flestu útlendingar taka ikki undir við grindadrápi. Svitast ikki Í 2012 var Rógvi Ólason við til at gera eina spurnarkanning fyri WSPA fyri at vita, hvat útlendingar halda um grindadráp, og um teir aftra seg við at koma til Føroyar av tí sama. Úrslitið av kanningini fevnir bara um fólk, sum í kanningini eisini boðaðu frá, at tey hava havt áhuga fyri Føroya. Men hevði talan verið um eina kanning, sum fevndi um fólk sum heild, hevði úrslitið helst verið, at ónøgdin hevði verið upp­ aftur størri. Tey, sum eru mest ónøgd við grindadráp, eru italien­ arar, men teimum á baki koma so týskarar, bretar og amerikanarar. Hinvegin hava danir at kalla onga støðu til grinda­ dráp og orsøkin til tað er uttan iva, at teir hava størri kunnleika til grindadráp. – Úrslitið av kanningini er, at tað svitast ikki, at útlendingar ímóti grinda­ drápi. Í besta føri hava teir onga støðu til tað, sigur Rógvi Ólavson. – Tí kann grindadráp ikki annað enn fáa avleiðingar fyri Føroyar. Hann heldur somuleiðis, at tað er als einki hald í páhaldinum um, at grinda­ dráp er so serstakt, at tað bein­leiðis er við til at lokka ferða­fólk til Føroya. – Ongin hevur nakrantíð hoyrt eitt ferðafólk siga, at tey koma til Føroya, tí at vit drepa grind. Hinvegin staðfestir Rógvi Ólavson, at tað er heldur ongin í ferðavinnuni í Før­oy­ um, sum ikki heldur, at ferða­ vinnan og grindadráp kunnu rúmast lið um lið í Føroyum. – Ferðavinnan hevur ikki hildið, at grindadrápið er ein stórur trupulleiki og hon heldur eisini, at tað ber væl til at liva við tí fíggjarliga missi, grindadrápið førir við sær, sjálvt um vit ikki vita, hvussu stórur missurin er. Men hann heldur, at hetta er ein spurningur, sum tað vert at leggja sær í geyma, ser­liga nú ferðavinnan í Før­oyum alsamt stendur í vøkstri. Rógvi Ólavson heldur samstundis, at tað er ongin orsøk til at grindadráp skuldi verið ein forðing fyri ferðavinnu, tí tað fer mangt og fram umstrítt virk­semi fram í londum, sum ann­ars hava eina blómandi ferða­ vinnu. – Bæði í Íslandi, og í No­ regi, veiða tey stórhval. Hin­ vegin eru størri lond nógv betri bjálvað at byrgja upp fyri avleiðingunum, sum virk­semið hjá umhvørvis­ vernd­ar­felagsskapum kann hava við sær. Bæði Ísland og Noregi eru væl kend fyri so nógva annað enn stór­hvala­ veiða og tí druknar hvala­ veiðan í øllum hinum, lond­ ini eru kend fyri. – Hinvegin eru Føroyar kendar fyri grindadráp, og – ikki so øgiliga nógv annað. Skulu føroyingar vinna á umhvørvisfelagsskapinum, er besta vápnið ikki at fara í mótálop, men at leggja dent á at varpa ljós á øll onnur við­urskifti, sum eisini er sermerkt fyri Føroyar, fyri Hvussu stórur týdning­ urin er, ber illa til at siga FØROYINGAR HAVA SKOTIÐ SEG Í FÓTIN Tað er eingin ivi um, at grindadráp hevur avleiðingar fyri ferðavinnuna, men við nýggju grindalógini hava føroyingar skotið seg í fótin BLÁOYGD Tað er ógvuliga bláoygd at tvíhalda um at grindadráp ongar avleiðingar hevur á ferðavinnuna í Føroyum, heldur Rógvi Ólavson, sosiologur