Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 5

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 23. november 2015 · Nr. 135 GRINDALÓGIN at fáa grindadráp at detta niður­ímillum. Og Rógvi Ólavson stað­ festir samstundis, at fyri hvørja negativa søgu um Før­oyar úti í heimi, eru eisini nógvar positivar søgur, eitt nú hevur New York Tim­es seinastu tíðina havt tríggj­ ar positivar greinar um Før­ oyar. – Tað er bara so nógv skjót­ari at bróta nakað niður, enn at byggja nakað upp. Og skuldi tað hent, at tað kemur til skarpskeringar ímillum grindadráp og ferðavinnuna, høvdu tað verið nógvir før­ oyingar, sum høvdu hildið fast um grindadrápið, hóast ferðavinnan hevur ein al­ samt veksandi, bú­skapar­lig­ an týdning fyri Føroyar. Og kemur tað til skarp­ sker­ingar ímillum grinda­ dráp og ferðavinnu um eitt ættarlið ella so, kann hug­ burð­urin hjá føroyingum broy­tast, serliga skuldi tað hent, at heilsufakliga tilmæli um at halda uppat at eta grind, stendur við. Skotið seg í fótin Rógvi Ólavson heldur, at hig­ artil hava føroyskir myndug­ leikar hava havt eina hepna hond í stríðnum ímóti um­ hvørv­isfelagsskapunum. – Boðskapurin úr Før­oy­ um hevur verið eyð­kend­ur fyri føroyingar, nevni­liga avmarkaður og jarð­bundin, og samstundis hava føroyingar bøtt er um dráp­s­háttin. – Og hóast nýggja grinda­ lógin er góð, er tað nettupp her, at føroyingar hava skot­ ið seg í fótin. ­– Revsingin fyri ikki at boðað frá eini grind, vórðu tíðindi úti í heimi, fyrst í Newsweek og síðani í AFP, sum er triðstørsta tíðindastova í heiminum. Og haðani fóru tey runt um allan heimin. Rógvi Ólason sigur, at tey stóru ferðamannaskipini eru serliga viðbrekin fyri van­ lukkuligari ringari umrøðu sum hesari og stutt eftir fóru stórar týsk og amerikanska ferðavinnufeløg eisini at av­ lýsa ferðir til Føroyar. – Hinvegin eru ferðafólk­ ini við ferðamannaskipunum tey, sum leggja minst eftir seg, men havnirnar hava helst mist stórar upphæddir í mist­ um havna- og brúgva­gjaldi. Skaðin var hendur Rógvi Ólavson vísir á, at før­ oyskar myndugleikar royndu at bera í bøtuflaka fyri hesum, og boðaðu frá, at frá­boð­ anarskyldan fer ikki at raka útlendskt ferðafólk – sum eisini hevði verið púra ørt. Men svarið frá teimum flestu er, at tað stendur jú svart á hvítum í lógini, so skaðin var hendur. – Hetta er helst einasta dømi um, at stórur alheims fjølmiðlar hava gjørt nakað burtur úr grindadrápinum. Higartil hevur umrøðan av grindadrápi bara snúð seg um at verja djórini, men hetta var eitt gylt høvi hjá djóra­verndarfelagsskapum, og útlendskum fjølmiðlum, til eisini at gera hetta til ein spurning um mannarættindi. – Og er tað nakað, sum hevur føroyskan áhuga, er tað at avmarkað kjakið um grindadráp og at halda tí burtur frá teimum stórum, altjóða fjølmiðlum, heldur Rógvi Ólavson. Her hugsar hann serliga um tann alsamt veksandi, bú­skaparliga týdningin, ferða­vinnan fær fyri Før­oy­ ar, nú hon skapar fleiri og fleiri arbeiðspláss hvørt ein­ asta ár. Tí kann grindadráp ikki annað enn fáa avleiðingar Ferðavinnan og grindadráp kunnu rúmast lið um lið