Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. november 2015 · Nr. 135 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 GRINDALÓGIN Áki Bertholdsen Nýggja grindalógin er ein dyggur smeitur fyri før­oysku ferðavinnuna. Tað vísa nýggj tøl, sum Annfinn Hjelm, fíggjarleiðari hjá Tórshavnar Havn, hevur roknað seg fram til. Í nýggju grindalógini, vit fingu fyrr í ár, stendur, at øll, sum síggja eina grind, hava beinleiðis skyldu til at boða frá. Tað hevur altíð verið ein skylda at boða frá grind, men ongin revsing hevur verið fyri at lata vera. Men í nýggju grindalógini er ásett, at tann, sum ikki boðar frá eini grind, fær 25.000 krónur í bót. Og nettupp hetta hevur vakt stóran ans úti í heimi. Ein avleiðing av hesum er, at fleiri ferðamannaskip hava boðað frá, at tey ikki ætlað sær til Føroya, sum ætlað. – Boðini, havnamyndug­ leik­arnir í Havn fáa, er, at útlendsku ferða­vinnu­feløg­ ini vilja ikki koma til Føroya, tí tey vilja hvørki seta síni starvsfólk, ella ferðafólk, í váða fyri at koma undir eina stóra bót, skuldu tey sæð eina grind, uttan at boða frá tí, sigur Annfinn Hjelm. Og hann ivast ikki í, at hetta hevur kostað hand­ils­ vinnuni, og vinnulívinum í Føroyum, dýrt. 9,5 milliónir Annfinn Hjelm hevur gjørt sær eina meting av, hvussu dyggur smeitur hetta er fyri vinnulívið og handilslívið. Tað hevur hann gjørt við støði í eini kanning, sum altjóða fyritøkan G. P. Wild International Limited, gjørdi fyri Tórshavnar Havn í 2008. Tað er ein kanning sum vísir, hvussu nógvan pening, útlendsk ferðafólk brúka ímeðan tey eru í landi í Før­ oyum. – Kanningin vísir, at rætti­liga nógv av ferða­fólk­ unum fara í land, tá ið ferða­ mannaskipini koma til Før­ oyar. Tað vísir seg, at heili 94 prosent av ferðafólkunum fara í land og av teimum keypa heili 75 prosent sær okk­urt í landi. – Tilsamans búkti hvørt ferðafólk 58 evrur í miðal, ímeðan tey eru í landi í Før­ oyum, tað svarar til einar 435 krónur. – Eisini manningarar vóru í landi, og tær brúktu 13 evrur í miðal í part, ella einar 97 krónur í part. Kanningin í 2008 vísti, at sostatt løgdu útlendsk ferða­ fólk við ferða­manna­skip­un­ um 9,5 milliónir krónur eftir seg í landi í Føroyum, sigur Annfinn Hjelm. Siga vit at eitt ársverk er 300.000 krónur, er sostatt talan um 31 ársverk. Settu met Annfinn Hjelm vísir á, at í fjør vóru heili 63 útlendsk ferðamannaskip á Havnini. Av teimum, komu átta í sam­b­and við sólar­myrk­ ing­ina, men eftir stendur so tað, at tað vóru 55 útlendsk ferða­mannaskip á Havnini í van­ligum ørindum. – Brúka vit sama leist sum í 2008, og siga, at hvørt ferða­fólk leggur 435 krónur eftir seg í landi í Føroyum, og manningin brúkar 97 krónur, svarar tað til, at tey løgdu slakar 14,5 milliónir krónur eftir seg. – Verður tað roknað um til ársverk, svarar tað til 46 ársverk í handils- og vinnu­ lívinum í Føroyum. Men næsta ár fara mun­ andi færri ferðamanna­skip at koma til Havnar. – Tórshavnar Havn hevur fingið fráboðanir frá 39 ferða­mannaskipum, sum ætla sær til Havnar næsta ár, sigur Annfinn Hjelm. Hann sigur, at nøkur av skipunum, sum høvdu bílagt pláss í Havn næsta ár – hava síðani avlýst aftur. – Skipini, sum hava av­ lýst, hava boðað frá, at frá­ boðanar­skyld­an í grinda­lóg­ ini er orsøkin til, at tey hava avlýst. Hvussu nógv skip hava latið vera við at bílagt pláss av tí sama, vita vit ikki, sigur Annfinn Hjelm. – Boðini frá teimum eru, at vit skulu fáa frið at drepa grind fyri teimum, men tey vilja ikki seta manning og ferðafólk í vanda fyri at koma undir stóra bót, boða tey ikki frá eini grind. Nógv færri Hann sigur, at 39 ferða­ manna­skip svarar til næstan 25.000 ferðafólk. – Siga vit framvegis, at hvørt ferðafólk brúkar 430 krónur í part í miðal, svarar til eina umsetning á góðar átta milliónir. Og umroknað til ársverk gevur tað 26 árs­ verk í handilsvinnuni og vinnu­lívinum annars. Tað eru heili 20 ársverk færri enn í ár. – Hetta er bara í Havn, men ferðamannaskip eru eis­ini Klaksvík, í Runavík, og aðrastaðni, og tað er ikki talt við. Havnagjøld og brúgva­ gjøld eru heldur ikki tald við, men tey eru so bara ein brotpartur av tí, ferðafólkini leggja eftir seg í landi. Annfinn Hjelm heldur eis­ini, at í dag eru tilboðini til ferðafólk nógv betri enn í 2008, so tað er væntandi, at í dag leggur hvørt ferðafólk meiri enn 430 krónur eftir seg. Men tað fáa vit at vita seinni, tí ein kanning av sama slagi sum tann, ið varð gjørd í 2008, er aftur bíløgd nú, og úrslitið av henni verður klárt einaferð í næstum. GRINDALÓGIN KOSTAR 20 ARBEIÐSPLÁSS Í HAVN Nógv ferðamannaskip hava avlýst at koma til Føroya tí tey vilja ikki seta starvsfólk og ferðafólk í vanda fyri at fáa stóra bót IVAST IKKI Annfinn Hjelm, fíggjarleiðari hjá Tórshavnar Havn, ivast ikki í, at hetta hevur kostað handilsvinnuni, og vinnulívinum í Føroyum, dýrt. Fráboðanarskyldan í grindalógini er orsøkin til, at tey hava avlýst