Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 23. november 2015 · Nr. 135 GRINDALÓGIN Grindalógin má broytast, so at útlendskt ferðafólk aftur skulu tora at koma til Føroya at ferðast Útlendingar tora ikki at koma til Føroya at ferðast Áki Bertholdsen – Tað er alneyðugt at broyta grindalógina, so at útlendsk ferðafólk kunnu føla seg trygg, tá ið tey koma til Før- oya Tað heldur Tróndur Sigurðs­son, formaður í byggi- og býar­skipanarnevndini hjá bý­ráðnum. Hann er eisini limur í Vinnunevndini, sum hevur Tórshavnar Havn, und­ir sær. Sum lógin er nú, kunnu tey, sum síggja eina grind, men ikki boða frá henni, fáa 25.000 krónur í bót. Hetta hava útlendsk ferða­vinnufeløg lagt sær í geyma og ein avleiðing er, at ferða­fólk aftra seg við at koma til Føroya, tí tey vilja ikki seta seg sjálvi í vanda fyri at koma undir eina fúla bót fyri tað um tey síggja eina grind, uttan at boða frá henni. Hetta er eisini eitt, ferða­ vinnan í Føroyum hevur ávar­að ímóti. Og Tróndur Sigurðsson sigur, at tað gongur sjón fyri søgn, at ferðafólk setast aft­ ur og ikki vilja koma til Før­ oya av tí sama Hvørt ár plaga nógv út­ lendsk ferðafólkaskip at vera á Havnini. Tað verða tað eisini næsta ár. – Men næsta ár verða tað væl færri ferða­ fólkaskip á Havnini, enn tað plaga at vera, sigur hann. Hann vísir á, at fýra fe­ løg, sum hava fleiri skip, hava boðað frá, at tey ætla sær ikki til Føroya næsta ár. Og einasta orøkin til tað er fráboðanarskyldan í grinda­ lógini. Í 2014 vóru 48 ferða­ manna­skip á Havnini og í ár hava 63 ferðamannaskip verið á Havnini. Av teimum vóru tey átta í samband við sólarmyrkingina. So­ statt vóru 55 »vanlig« ferða­ manna­skip á Havnini, og tað er met. Men næsta ár hava bara 39 ferðamannaskip boðað frá, at tey koma til Havnar. – Samstundis hava tey fýra feløgini, AIDA, Royal Carribean, Carnival UK og Hapaq Lloyd, boðað frá, at tey ikki koma til Tórs­ havn orsakað av áset­ing­ina í grindalógini um frá­boð­ anar­skyldu, sigur Tróndur Sigurðsson. Hann heldur, at sum heild er grindalógin fín. Men hann heitir staðiliga á Løgtingið um at broyta hana, so at frá­boðanarskyldan verður strikað. Skyldan at boða frá skal ikki strikast Illa umstrídda frá­boð­an­ a­rskylda í grindalógini, skal ikki takast av. Tað heldur Ja­cob Vest­ergaard, løg­tings­ maður, og fyrrverandi landsstýrismaður. Hann var lands­stýris­ maður í grindamálum, tá ið grindalógin varð sett í gildi. Og hann ivast ikki í, at fráboðanarskyldan skal varðveitast, hóast hon hevur verið illa um­ stríddd við tað, at tað stendur í lógini, at tann, sum finnur eina grind, skal boða frá, annars fær viðkomandi 25.000 krónur í bót. Jacob Vestergaard vísir á, at frá­boðanar­ skyl­dan var eisini gald­ andi í kunngerðini um grind, sum var galdandi, áðrenn grindalógin varð sett í gildi. Men munurin er, at tá var ongin revsing ásett fyri at bróta frá­ boðanarskylduna. – Nú umhvørvis­fe­ lags­skapir eru í Før­ oy­um, halda vit, at tað hevur stóran týdn­ing at varðveita frá­boð­an­a­r­ skylduna, so at myndug­ leikarnir so skjótt sum gjørligt, fáa fráboðan um eina grind og kunnu seta tey tiltøk í verk, sum skulu setast í verk fyri at fáa drápið at ganga so gott, sum gjørligt. Jacob Vestergaard vísir á, at grind er eitt muna­gott náttúru­til­ feingi hjá føroyingum. Tí kann tað ikki standa til hvønn einstakan at gera av, um tey boða frá grind, ella ikki, tí boða tey ikki frá, fáa øll hini í grindaøkinum heldur ikki grind. – Tí vóni eg ikki, at frá­boðanarskyldan verð­ ur avtikin. Alt ov høg revsing Hans Jacob Hermansen, talsmaður hjá Grinda­ mannafelagnum tek­ur undir við, at frá­boðanar­ skyldan skal varðveitast. – Vit skulu ikki hava fráboðanarskyldu tí at Sea Shepherd er kom­in til Føroya. Frá­boð­anar­ skyldan er nevniliga nógv eldri enn so, tí hon kom longu í 1932 og endamálið var, at mynd­ ug­leikarnir skulu kunna hava tamarhald á støð­ uni frá byrjan til enda. – Tí skal fráboðanar­ skyldan varðveitast, tí annars kann tað enda í ruðu­leika. Hans Jacob Her­ man­sen vísir á, at revs­ ingin fyri at bróta frá­ boðanarskylduna, er alt ov høg og tí vónar hann, at bótin verður lækkað niður í eina vanliga upp­ hædd, sum hann málber seg. – Revsingin skal fáast í rættlag, so hava vit vanlig viðurskifti aftur, soleiðis sum vit hava havt tað í ógvuliga nógv ár, sigur talsmaðurin fyri Grindamannafelagið. EITT KRAV – Tað skal vera eitt krav, at tey, sum síggja eina grind, skulu boða frá henni, halda bæði Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, og Hans Jacob Hermansen, talsmaður fyri Grindamannafelagið KOSTAR DÝRT – Fráboðanarskyldan er ógvuliga dýr fyri føroyska ferðavinnu, og fyri alt tað avleidda virksemi, sum tað kastar av sær, at nógv ferðafólk koma til Føroya, sigur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn Einasta orøkin til tað er frá­ boðanar­ skyl­dan í grinda­ lógini