Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. november 2015 · Nr. 135 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Tað hevur stóran týdning, at alivinnan í Føroyum ikki hevur verri karmar, enn alivinnan aðrastaðni, sum vit kappast við. Árligar broytingar í skattaskipanum alt eftir broyttum tørvi í landskassanum vísa, at vinnukarmarnir als ikki eru stabilir og tryggir, heldur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost alivinnan Eirikur Lindenskov – Føroyska alivinnan virkar á altjóða marknaðinum, og tí er tað av sera stórum týdn­ ingi, at vinnan arbeiðir við kapp­ingarførum kørmum, um vit skulu menna hesa vinn­una í Føroyum í fram­ tíð­ini. Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost í sam­ bandi við, at landsstýrið ætl­ar at leggja nýggj gjøld á alivinnuna. Talan er um gjald upp á fimm prosent av um­setn­inginum og ikki um lut­vís­an part av úrslitinum, sum vanligt er at skatta. Regin Jacobsen sigur, at tað eru tveir vegir, vit kunnu ganga. – Um vit velja at verja vinn­una og optimera tað, sum vinnan kann geva til føroyska samfelagið, so kunnu vit skapa størri vinn­ ing fyri bæði feløg og sam­ fe­lag­ið, samstundis sum vit skapa búskaparvøkstur. Bakkafrost hevur kunn­ gjørt ætlan um at framleiða størri smolt og harvið skapa størri vøksturin í vinnuni á burð­ar­dyggan hátt. – Avbjóðingin er ikki at seta alt yvir stýr, um tú bara veks­ur. Tí er tað av alstórum týdn­ingi, at hetta verður gjørt upp á ein skilagóðan máta. Og vit halda, at ein skila­góð­ur háttur er at fram­ leiða størri smolt, sigur Regin Jac­ob­sen. Bakkafrost hevur valt at gera hetta við at flyta part av framleiðsluni upp á land í aft­ur­latnar skipanir. – Vit hava framleitt 1.000 tons av smolti uppi á landi á smoltstøðum við at fram­ leiða 10 milliónir smolt á 100 gram. Soleiðis eru tað 1.000 tons um árið, sum eru fram­ leidd uppi á landi. – Vit ætla at økja hesa fram­leiðslu upp til 7.000 tons – at sjeyfalda framleiðsluna. Tað merkir, at smoltini viga 500 gram, tá tey fara á sjógv, sig­ur Regin Jacobsen. Soleiðis verður tíðin á sjógvi nógv styttri, og tíðin, har fiskurin kann fáa lús, verð­ur stytt niður í helvt – ella at tíðin verður stytt úr 18 niður í 12 mánaðir. Hetta krevur íløgur í milli­ arda­klassanum. Tí er umráðandi, at vit hava tryggar karmar um vinn­una. Vit mugu vita, hvat vit hava at halda okkum til. Ella ber ikki til at gera íløgur, sig­ur Regin Jacobsen. Hann vísir á, at hesar ætl­ aðu íløgur skapa rættiliga nógv nýggj arbeiðspláss uppi á landi. Men samstundis fer fram­leiðslan á sjónum eisini at økjast. – Eg rokni við, at sam­ an­lagt á landi og sjógvi – á kryvjivirkjum, porti­óns­ virkj­um og á fóðurvirkjum, at vit tilsamans tosa um eini 300 arbeiðspláss og meira í ali­vinnuni, sigur Regin Jac­ ob­sen. Í alivinnuni í Føroyum til­sam­ans starvast í dag um 1.200 fólk. Við útbyggingum, sum eru í gongd, økist hetta talið til um 1.500 arb­eiðs­ pláss. – Útflutningsvirðið fer at økj­ast av hesum komandi ár­ini, og tað merkir eisini, at landið fær enn meira inn í skatti, tí at meira verður fram­leitt í Føroyum, sigur Reg­in Jacobsen. Og her er tað, at hann sær tann stóra vandan við uppskotinum hjá lands­stýr­ in­um. – Gera tey hetta, sum nú liggur í kortunum, so kann Vinnan má hava kappingar­ førar karmar