Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 23. november 2015 · Nr. 135 alivinnan Kapitalurin rennur sum vatn Eirikur Lindenskov Taka vit Bakkafrost einsamalt, so rindaði felagð 264 milliónir krónur í lønum í 2014 til 900 fólk. – Tað er eisini ein partur av okkara íkasti til samfelagið. Vit gera íløgur í ár upp á 560 milliónir krónur. Tað fer í kervi (anlegg) av ymsum slag, sum koma at vera íkast til samfelagið tey næstu 30 til 50 árini. Tað er eisini ein partur av tí, sum skal tryggja framtíðar vælferð í Føroyum, at vit hava virki og eitt effektivt apparat, sum skapar framburð og virði í samfelagnum, sigur Regin Jacobsen. Umleið helmingurin av laksinum, sum verður framleiddur hjá Bakkafrost, verður virðisøktur í Føroyum. – Bara hesin parturin skapar arbeiðspláss til eini 300 fólk, sigur hann. Íløgurnar, sum Bakkafrost ger nú og fer at gera í Norðoyggjum komandi tvey árini, eru eisini dømi um eginleikar hjá alivinnuni – at hon býtir seg kring landið – Soleiðis ger alivinnan íløgur har, sum onnur ikki gera íløgur. Tí alivinnan hevur brúk fyri økjum í útjaðaranum. Minka vit nú kappingarførið hjá vinnuni í Føroyum, so verður galið, tí kapitalurin flytir seg frítt. Hevur hann ikki kappingarmøguleikar í Føroyum, so fer hann aðrastaðni fyri at fáa frægari burturúr. Kapitalurin eru sum vatn, hann rennur av sær sjálvum, sigur Regin Jacobsen. vinnan ikki gera hesar íløg­ur. Tí vandi er fyri, at tað koma tíðir, har vinningurin mink­ar – annaðhvørt tí at sølu­prís­ urin á okkara vørum lækkar, ella tí at kostprísurin hjá okk­um hækkar, sigur hann. Í vinnuni verður roknað við, at søluprísurin komandi ár fer at liggja um 42-43 krón­ ur fyri kilo. – Um kostprísurin hækkar upp á 30 krónur, so merkir tað, at okkara skattaprosent verð­ur 53 prosent. Tað ber als ikki til, tí kappingarneytin hjá okkum í Norra fer at hava eitt skattaprosent upp á 25, so tá ber als ikki til hjá okk­um at gera íløgur, og so mink­ar vinnan burtur í einki, sig­ur Regin Jacobsen. Men klárar vinnan ikki at tillaga seg til allar broyt­ ing­ar, sum verða gjørdar frá lands­ins síðu? – Jú, sjálvandi tillagar vinn­an seg. Men tillagingin av hesum ítøkiligu ætlanum verð­ur, at vit mugu avlýsa íløg­ur, sigur Regin Jacobsen. Hann greiðir frá, at tað tek­ur trý ár at framleiða laks. – Tí er tillagingartíðin hjá okkum so long. Talan er um ein sera kapitaltunga vinnu. Um kapitalurin so følir, at hann ikki verð­ur respekteraður, so vil kapi­ tal­ur­in uttan iva flýggja. Vit hava brúk fyri kapitali upp á om­an fyri tvær milliardir krón­ur, og hann fáa vit illa fat­ur á við hesi gongdini, sig­ ur Regin Jacobsen. Stjórin á Bakkafrost vís­ ir á, at kapitalurin verð­ur ikki respekteraður, tá allir peng­arnir skulu gjaldast til landskassan. Tá sigur lands­ kass­in, at tað er hann, sum skal hava, og at kapitalurin nýt­ist ikki at fáa nakað. Reg­ in Jacobsen leggur dent á, at kapp­ingarførið hjá okkum við umheimin hevur so ómeta­lig­an týdning. – Taka vit seinastu ár­ini, hava vit ment okkum rætti­ liga nógv. Síðani 2005 hava tær treytir, sum alivinnan hev­ur havt, verið betri enn hjá kapp­ingarneytum, um tú til dømis tekur skattaprosent og marknaðaratgongd. Tá hava vit havt betri við­ur­ skifti enn eitt nú Norra. – Men fyri trimum ár­um síðani, so hækkaði skatt­urin í Føroyum – og er broytt­ ur hvørt ár seinastu ár­ini. Parta­felagsskatturin hjá ali­ vinn­uni fór úr 18 pro­sent­um upp í eini 24-25 prosent. Í dag liggur skattaprosentið um 23- 25, alt eftir, hvat laksa­prís­ur­ in er. Við tí modellinum, sum er nú, men tað eru bara tvey ár síðani, at tað varð broytt, og av tí at tað tekur trý ár at fram­leiða laks, so hava vit ikki sæð fullu negativu ávirk­an­ina av teirri effektini enn, sigur Regin Jacobsen. Tí heldur hann, at um vit nú hækka skattin aftur og gera kappingarfortreytirnar verri – og enn tá verri enn hjá okk­ara kappingarneytum – so kemur tann negativa eff­ekt­in at vera rættilga ógv­us­lig. Árligar broytingar í skatta­skipanum alt eft­ir broytt­um tørvi í lands­kass­ an­um vísa, at vinnu­karm­ ar­nir als ikki eru stabilir og tryggir. Men hava tit ikki samskift við landsstýrið um hesar broyt­ing­arnar og sagt teim­ um tykkara hugsan? – Vit vórðu kallað inn á fund dagin fyri, har vit fingu tað at vita, men nøkur hoyr­ ing hevur ikki verið, sigur Reg­in Jacobsen. Hann heldur, at tað er nokso stórur munur á at siga, at vinnan skal hava kapp­ing­arførar treytir, at hækka skattin til tað sama, sum tað er aðrastaðni og so at siga, at landskassin skal hava eitt ávíst krónutal inn, líka mik­ið, hvat úrslitið er. – Ímynda tær, um landið segði, at nú skulu tíðindafólk gjalda tildømis 30 milliónir krón­ur tilsamans í skatti. So kundu tíðindafólkini risik­ er­að, at tey ongar pengar høvdu, um tey nú ikki tjentu meira enn hesar 30 milliónir krón­urnar tilsamans. Og um lands­stýrið so hevði svarað, at tað er líka mikið, tit skulu gjalda hasa upphæddina í skatti, so hevði tað neyv­an bara farið aftur við borð­in­ um. Regin Jacobsen sigur, at tað er sera trupult at fyri­ halda seg til slíkan hugburð. Kapp­ingarførir karmar hava alt at siga. Og tá er tað ikki bara skatturin. Tí alivinnan í Norra hevur so nógvar aðr­ ar fyrimunir við at liggja nærri marknaðinum, við at hava fleiri veitarar í nær­ um­hvørv­in­um, við at hava lærd­ar háskúlar og líkandi við­urskifti. Føroyar liggja avbyrgdar úti í Atlantshavi. Tí átti før­ oyska alivinnan ikki at havt verri karmar enn norska ali­ vinnan. Helst betri, heldur stjór­in á Bakkafrost.