mánadagur 23. november 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. november 2015 · Nr. 135
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vildu hava føroyskar eigarar
Eirikur Lindenskov
Eftir at Bakkafrost varð
skásett á virðisbrævamarkn
aðinum í 2010 vóru umleið
60% føroyskir partaeigarar.
– Tá vit fóru á parta
brævamarknaðin, valdu vit
tilvitað at siga, at allir føroy
ingar skuldu fáa forkeyps
rætt til felagið í mun til út
lendingar. Tí fingu føroysku
partaeigararnir tað, sum teir
teknaðu seg fyri, meðan út
lendsku
partaeigararnir
vórðu minkaðir við millum
70 og 90 prosentum, sigur
Regin Jacobsen.
– Hesum boðaðu vit frá
frammanundan, sigur hann.
Sjálvandi kann ein og
hvør nær sum helst keypa
partabrøv í Bakkafrost, og
tí hava allir føroyingar alla
tíðina havt møguleikar at
gerast partaeigarar í eini ali
fyritøku.
– Vit kunnu bara stað
festa, at tíverri hava føroy
ingar ikki endiliga havt hug
til at eiga í eini føroyskari
alifyritøku í sama mun sum
útlendingar.
Og tað heldur Regin Jac
obsen vera spell.
– Er tað tí, at tit eru ov
stórir til føroyingar?
– Nei als ikki. Vit hava
nógvar
pensjónspengar
í
Føroyum. Eg haldi, at tað er
óheppið, at 99 prosent av
pensjónspengunum
verða
plaseraðir uttanlands.
– Um vit siga, at føroying
ar hava 10 milliardir í pen
sjónspengum, so hevði tað
ikki verið púra burturvið at
sagt, at 10 ella 20 prosent av
pengunum skuldu brúkast í
føroyskum vinnulívi – og har
kundi ein fittur partur verið
brúktur í Bakkafrost, heldur
Regin Jacobsen.
– Eg veit ikki, hvør grund
geving er fyri, at allir pen
sjónspengarnir skulu liggja
uttanlands, sigur hann.
Kanska eitt sindur fýr
kantað sett upp, heldur
hann. Tí sjálvandi eru onkrir
pensjónspengar í Bakkafrost,
sigur hann, uttan at fara í
smálutir, tí tað kann hann
ikki.
–
Men
generelt
hava
føroyingar ongar viðmerk
ingar til, at føroyskur kapi
talur verður plaseraður utt
anlands. Men nógv hava ilt
í reyvini av, at útlendskur
kapitalur verður plaseraður
í Føroyum, sigur stjórin á
Bakkafrost,
sum
saknar
meira kjak um hetta evni í
fjølmiðlunum.
340 milliónir
í landskassan
Bakkafrost rindaði 340 milliónir krónur í skatti í fjør, tá skatturin av vinningsbýti er íroknaður
Eirikur Lindenskov
Av ársúrslitinum hjá ali
vinnuni rindar hon skatt
upp á 430 milliónir krónur.
Sambært
stjóranum
á
Bakkafrost, so stendur P/F
Bakkafrost fyri umleið 80
prosentum av hesum skatti.
– Tá tosa vit um partafe
lagsskatt, loyvisskatt – og í
hesum førinum, so rokni eg
eisini við skattin av vinnings
býti uppí, sigur hann.
– Tá vit gjalda út vinn
ingsbýti, so er skatturin í
miðal 29 prosent av útbýtin
um. Tí tað veldst um, hvar tú
býrt, hvussu tú verður skatt
aður í Føroyum av kapital
vinningi.
– Tey, sum gjalda minst,
gjalda 15 prosent í skatti, og
tey, sum gjalda mest, gjalda
35 prosent. Av tí at vit hava
dupultskattaavtalur
við
Norra, so gjalda teir norsku
partaeigararnir
bara
15
prosent í kapitalvinnings
skatti í Føroyum, sigur Regin
Jacobsen.
Um 18 prosent av parta
eigarunum
í
Bakkafrost
búgva í Norra.
Um ein einstakur parta
eigari í føroyskum felag eig
ur meira enn 10 prosent av
partapeninginum, so er hann
skattskyldugur í heimlandin
um. Men eingin partaeigari í
Bakkafrost eigur meira enn
10 prosent. Tí rinda allir
partaeigarar í Bakkafrost
kapitalvinningsskatt til før
oyska landskassan.
Vinningsbýti hjá Bakka
frost í fjør var 293 milliónir
krónur. Av teimum vóru 86
milliónir krónur goldnar í
kapitalvinningsskatti. Tað er
uppgávan hjá partafeløgum
at flyta Taks pengarnar fyri
kapitalvinningsskatt, áðrenn
vinningsbýti verður latið
partaeigarunum.
Tað er politikkurin hjá
Bakkafrost, at helvtin av úr
slitinum eftir skatt verður
goldið sum vinningsbýti til
partaeigarnar. Regin Jac
obsen vísir á, at feløg, sum
eru skrásett á virðisbræva
marknaðum, hava vanliga
fastan politikk um, hvussu
tey lata útbýti.
– Størsti trupulleikin við
einum skatti, sum ikki er
kappingarførur við kapp
ingarneytarnar er, at vinnan
missur kappingarføri. Í hes
um føri er trupulleikin, at
skatturin, um prísurin verð
ur sum væntað næsta ár,
verður oman fyri 30 prosent.
Í Norra verður hann 25 pros
ent, sigur stjórin á Bakka
frost.
Hann sigur víðari, at um
prísurin veðrur lægri, eitt
nú 40 krónur fyri kilo til 32
krónur fyri kilo, so rýkur
skatturin upp á 43 prosent.
Fer prísurin niður á 28 krón
ur fyri kilo, so rýkur skatt
urin upp á 100 prosent,
soleiðis sum uppskotið er
samanskrúvað, sigur Regin
Jacobsen.
– Um laksaprísurin verður
sum væntað, so verður skatt
urin ov høgur í mun til tey,
sum vit kappast við. Men vit
hava eisini eina avbjóðing
um annaðhvørt søluprísurin
fer niður ella at kostnaðurin
fer upp, eitt nú av tí, at vit
hava onkrar avbjóðingar. Tí
so fer skatturin eisini upp.
Regin Jacobsen ber hetta
saman við, at um tey lægst
løntu í Føroyum fingu at
vita, at tey skuldu gjalda eitt
ávíst krónutal í skatti – uttan
mun til inntøkuna, so kundi
vandi verið fyri, at tey máttu
gjalda alla lønina í skatti,
um lønin fór niður á sama
krónutal sum skatturin.
Um laksaprísurin lækkar niður á 32
krónur fyri kilo, so verður skatturin 43
prosent. Men fer laksaprísurin niður á
28 krónur fyri kilo, so verður skatturin
100 prosent
alivinnan