Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 23. november 2015 · Nr. 135 Bjørghild Djurhuus Forkvinna í trivnaðarnevnd Tórshavnar býráðs Tað er ein veruleiki, at tað er fleiri børn og ung í Tórshavnar komm­unu, sum gev­ast at ganga í skúla, áðrenn tey eru liðug við fólka­ skúl­an. Hetta er oft­ast av sosialum ella sál­ar­lig­um av­bjóðingum, at skúlin kennist ov tung­ur. Gjøgnum vanligu skúla­skip­ an­ina kunnu hesi fáa tilboð um heima- og sjúkraundirvísing. Ofta eru hesir næmingar, gjarna í fram­ halds­skúla­aldri, eisini knýttir at barna­vernd­ar­tæn­ast­uni, sum kann seta yms­ar fyri­skip­an­ir í verk. Í 2013 vórðu stig tikin til tóku samskipa tilfeingið, ið ávikavist skúla­verkið og barna­vernd­ar­tæn­ ast­an framm­an­undan longu hava í ymsu skipanunum. Verkætlanin fekk heitið Lopfjølin. Aftur í skúla Tað er ein sannroynd, at børn, sum ikki megna fólkaskúlin, hava vána­ ligar fortreytir at klára seg seinni í lív­inum. Mál fyri Lopfjølina er tí, at tann ungi aftur kann fara í sín van­liga skúla og gera skúla­gongd­ ina lidna, og í øðrum lagi, um hetta ikki eydn­ast, at kunna klára frá­far­ ing­ar­royndina hjá fólka­skúl­an­um g­jøgnum Lop­fjøl­ina. Hetta verður gjørt við náms­ frøði­ligum stuðli, sálarligari og krops­ligari umsorgan, hjálp við skip­an av gerandisdegnum, stuðul til frí­tíð­ar­ítriv, starvsvenjing og fyri­byrgjandi tiltøk v.m., og sjálv­ andi eisini undirvísing. Royndirnar hava verið avbera góð­ar. Í flestu førum eydnast at fáa tey ungu at fara aftur í vanliga skúl­an ella at taka próvtøkurnar so­leið­is, at tey í dag eru farin víðari í ann­að skúlatilboð. Trivnaðarnevndin játtað fígging Leikluturin hjá trivnaðarnevndini í Tórshavnar býráð hevur serliga ver­ið við fígging at tryggja tann náms­frøðiliga stuðulin til tey ungu, sum eru við í Lopfjølini. Náms­frøð­ ing­ur­in stuðlar teimum ungu at koma til undirvísing, heldur tey ungu til og ger eitt miðvíst arbeiðið við at motivera tey til undirvísing, um­framt at tey eisini stuðla undir, at hvør dagur kennist góður og íbirt­ir vón um eina framtíð. Ein orsøk til, at Lopfjølin eydn­ ast so væl, er helst, at hetta ser­staka skúlatilboðið ikki fer fram í skúl­an­ um ella heima, men í ein­um meira krea­tiv­um og ungum um­hvørvi í Marga­rinfabrikkini í mið­býnum. Leik­lut­urin hjá náms­frøð­ing­unum, teirra hegni at arbeiða saman við teim ungu, kann ikki undirmetast. Ein onnur týðandi orsøk er eisini sam­starvið millum skúlaskipanina og barna­verndartænastuna. Tað er sann­roynd, at samskipaðar fakligar kreft­ir røkka longri, eisini í hesum føri. Sum forkvinna í trivn­að­ar­ nevnd­ini havi eg fylgt væl við hes­ ari verk­ætl­an frá byrjani og sam­an við trivn­að­arnevndini játtað fígg­ ing til tann námsfrøðiliga partin av verkætlanini. Nú varð Lopfjølin komin til eitt vega­mót, har støða skuldi takast til at skipa Lopfjølina meira fast, tí tørv­urin er áhaldandi har. Eg kann fegn­ast um, at býráðið í sambandi við fíggjarætlanina 2016 hevur játt­að fígging til Lopfjølina eisini næsta ár. Lopfjølin er komin í trygga legu til gagns fyri tey ungu, sum við hesum tilboðið fáa ein eyka møgu­ leika at vinna sær førleikar og roynd­ir til framhaldandi útbúgving ella starvsleið. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Løgtingskvinna. Gjaldið til heilsu­ trygd og bars­ils­ grunn hækkar.  Ting­lýs­ing­in hækk­ ar og við tí verður upp­aft­ur tyngri at seta búgv. Gjaldið til samhaldsfasta hækk­ar. Avgjaldið á bensin og dies­ el hækkar. Kringsvarpsgjaldið verður lagt í skattin fyri at taka meir pengar inn til almenna nýtslu.  Hendan um­legg­ing rakar serliga hart stórar fam­ilj­ur. Vegskatturin hækkar og rakar hetta eisini ungu barnafamiljurnar, sum hava keypt sær størri  bil fyri at hava pláss fyri børnum, barna­ vogni o.ø. tí familjur við børnum hava ofta meir viðføri.    Øll, sum arbeiða í útlandinum verða skattaði har tey arbeiða, og nú ætlar samgongan at skatta hesi í Før­oy­um eisini. Hetta merkir stóra skatta­hækking til lág- og miðallønt, t.d. sjúkrarøktarfrøðingar, timb­ur­ menn og elektrikarar. Samdøgursfrádrátturin verður eis­ini avtikin. Hetta merkir mun­ andi skattahækking til tey, sum sigla við norskum fiskiskipum Lyftisbrot Avgjøldini og skatturin hjá sam­ gong­uni   raka øll lág og mið­al­ lønt,  pensi­on­ist­in, einliga for­syrgj­ ar­an og fólk í fátækraváða,  summi meir og onnur minni.  Sera ússaligt og vánaligt og vit kunnu kalla tað lyft­is­brot,  tá vit minnast aftur á val­stríðið og gyltu vallyftini hjá sit­andi samgongu. Rokningin til vinnuna Rokningin frá samgonguni til vinn­una fer í størstan mun  í Eyst­ ur­oynna,  Norðoyggjar og  Suð­ur­ oynna, tí vinnan er í størstan mun saml­að her.  Tí verða tað hesi økini sum skulu rinda størsta partin av  rokn­ing­ini  frá sitandi samgongu. Komm­un­urnar h­ar koma við hes­ um inntrivi at    missa inntøkur.  Vit kunnu tí  siga, at ístaðin fyri at spræna pening javnt og solidariskt  út í hvønn krók í landinum, so fer sam­gongan nú ístaðin   út í hvønn krók í landinum  eftir meir peningi.   Hægsta miðalinntøkan Samlað sæð kunnu vit siga, at økið við hægstu miðalinntøkuni pr. per­ són rindar  minst til rokningina frá sam­gonguni. Her er langt frá lyft­ un­um um eitt meir solidariskt og rætt­vísari  samfelag. Her er langt frá orðum til veruleika. Høvuðslinjan er, at vinnan skal rinda meir. Rokningin fyri val­lyft­ ini eru  send  vinnuni. Tað er góður sosialistiskur poli­ tikkur at halda vinnuni niðri á knøunum við skattum og av­gjøld­ um. Lítið er tað  vert um hønan, sum verpir gulleggini verð­ur drip­in í skatti og avgjøldum og ikki megn­ ar at verpa fleiri gullegg.   Tá verður enn minni eftir,  eisini til Palliba og Marsannu. Thorbjörn Brochs Odda­grein­in í Trúboðanum nr. 22 end­ar so­leið­is: “Vónandi verður h j ú n a ­b a n d ­i ð áhaldandi vart við lóg.” Eg eri ikki sannfördur um, at ein kann fáa bæði í posa og sekk. Í Sosi­al­ inum 25.september í ár hevði Helgi Abrahamsen eina grein, har hann vísti á, at tað verður “alt ella einki.” Sjálvt um Helgi ikki skrivaði tað við egnum orðum, so merkir tað, sum eg havi fatað tað, at um nýggja lóg­ar­uppskotið fer ígjögnum, so kann Fólka­kirkjan ikki nokta at víga sam­kynd. Grundin er, at hon ikki hev­ur lurtað eftir Luther, sum segði, at Lögtingið og Fólkakirkjan ikki skuldu sova í somu song. Kirkj­ an er almenn, og mær vitandi er lóg­gáv­an eisini almenn. Og sjálvt um tey samkyndu sum bólkur eru sum onnur fólk, so hava tey millum sín eina Tali­ban- rörslu, sum ikki virð­ir Kirkj­uni. Og tá havi eg ikki nevnt fimta­ kolonnarar í Kirkjuni. Lög­tingið skal ikki stýrast av Kirkj­uni ella öðrum samkomun, men tey fólkavaldu hava eitt demo­krat­iskt mandat til at at­ kvöða sum tey halda er rætt. Ann­ars kunnu vit ikki kalla tað fólka­ræði. Tú skalt ikki hoyra til ávísa trúarskipan fyri at hava at­kvöðurætt. Lógir sum verða samtyktar í Lögtinginum eru lands­ins lógir, antin tær eru sum tú ynskir, ella sum onkur annar ynsk­ir. Fyri nökrum árum síðani skriv­ aði eg eina grein, har eg skeyt upp, at Lögtingið skuldi bjóða Fólkakirkjuni loysing frá land­ in­u­m. Hon skuldi fáa minkandi fíggj­arstuðul gjögnum fimmtan ár, meðan hon stigvíst lagaði seg til nýggju stöðuna. Eg tók sjálvur stöðu út frá tí uppskoti, sum An­ finn Kallsberg og Högni Hoydal lögdu fram, um hvussu Föroyar skuldi fáa fullveldi. Eg helt tað vera eitt gott uppskot. Kirkjan kann ikki blakast út í kuldan, hon má fáa tíð at fóta sær, so Poul Ny­rup Rasmussen má ikki avgera Kirkj­unn­ar framtíð. Men fullt sjálvræði átti hon at fingið longu tá hon varð stovn­ að sum ein föroysk kirkja. Hon er hövuðsumboðið fyri tey kristnu í Föroyum. Tað er gott, at vit framvegis hava blöð, har ymisk sjónarmið hava at­gongd. 25.september var eis­ini ann­að áhugavert at lesa í Sosi­al­in­um. Hygg eftir. Lopfjølin í trygga legu Samgongan varp eitt neyðaregg Trúgv og Ting kjak Ístaðin fyri givnu lyftini hjá vinstrasamgonguni áðrenn valið, um at spræna pening javnt og solidariskt  út í hvønn krók í landinum, so fer samgongan nú ístaðin   út í hvønn krók í landinum  eftir meir peningi. Samstundis sum teir geva við aðru hondini, taka teir alt innaftur við hinari.