Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. november 2015 · Nr. 135 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tá ið nú botnfrádrátturin hækkar í kommunuskattinum hækkar, vilja kommunurnar hava krónu fyri krónu aftur. Ikki eina konstrueraðar skipan við ongum gjøgnumskygni KOMMUNURNAR VILJA HAVA KRÓNU FYRI KRÓNU POLITIKKUR Árni Gregersen Meðan serliga vinnan hig­ ar­til hevur funnist at teim­um broytingum, sum sam­gongan ætlar at gera í fíggj­ar­lógini, eru komm­un­ urnar nú komnar uppí kórið. Ætlaði skattalættin til lág- og meðalinntøkurnar eru orsøkin. Botnfrádrátturin hjá kom­munum skal hækkast úr 30.000 krónum hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara til 45.000 krónur. Hækkingin fer at kosta kommununum 111 milljónir krónur. Landsstýrið hevur lovað at kommunurnar skulu fáa hesar pengar aftur Ein fundur hevur verið millum Føroya Kommunu­ felag og fíggjarmálaráðið um støðuna. Kommunurnar høvdu eina greiða fatan av, at tær fóru at fáa fult endurgjald fyri, at botnfrádrátturin hækk­ar, men nú bendir alt á, at fíggjarmálaráðið ikki fer at gjalda kommunum 111 milljónir krónur, men heldur fer at lata tær fáa ein part av tøkugjaldinum, sum verður lagt á alivinnuna. Nýggja samgongan lovaði saman við øðrum flokkum undan løgtingsvalinum 1. september, at nú skuldu tey lág- og miðalløntu fáa ein skatta­lætta. Tekniskt er tað soleiðis, at tær lægru inntøkurnar gjalda lítið í landsskatti, men nógv meira í komm­unu­ skatti. Kommunuskatturin er flatur – tað vil siga at talan er um eitt fast prosenttal av inntøkuni. Tí er einasti mátin at gera broytingar í skattinum hjá teimum lægru inntøkunum at hækka botn­ frádráttin. Men hettta hevur sjál­v­ andi við sær, at skatt­a­inn­ tøkurnar hjá kommununum minka – í hesum føri við 111 milljónum krónum. Landsstýrið hevur lovað endurgjald fyri pengarnar, kommunurnar missa, men tað lyfti heldur Føroya Komm­unufelag ikki, at lands­stýrið heldur. Gjaldið ov lítið Kommunufelagið sigur, at longu í teimum fyrstu út­rokn­ingunum sæst, at komm­un­urnar ikki fáa krónu fyri krónu, men at saml­aða gjaldið er minni enn tær 111 milljónir krónurnar. Men tað er ikki bert tað, sum kommunurnar eru ónøgda­r við. – Í útspælinum veður sagt, at pengarnir, sum komm­ unurnar fáa aftur er tøku­ gjaldið frá alivinnuni og so skulu kommunurnar fáa alt MVG tær gjalda aftur. Tað er politikkur, sum vit ikki eiga at leggja okkum útí, sigur Heðin Zachariassen, borg­ arstjóri í Sunda kommunu. At kommunurnar fáa oyra­merktar krónur kom upp­runaliga, tá ið eldraøkið var lagt út til kommunurnar. Tá var nágreiniliga ásett, hvat tað vóru fyri krónur, kommunurnar fingu til eldra­røktina. – Nú roynir fíggjarmála­ ráðið aftur við somu manna­ gongd. Eg eri púra ímóti hasum. Vit vilja, at lands­ kass­in betalir krónu fyri krónu. Vit eiga ikki at blanda okkum uppí, hvørjar krónur talan er um, sigur Heðin Zachariassen. Í uppskotinum frá fíggj­ ar­málaráðnum var eisini soleiðis, at ein partur, sum skal gjaldast inn í Eftir­ lønar­grunnin skal vera part­ ur av endurgjadinum til kommunurnar. – Eg veit ikki reiðiliga hví tey royna at gera hetta so­ leiðis, men eg rokni við, at um nøkur ár, so er tað soleiðis, at kommunurnar bara eru sleptar undan øllum MVG, sigur Heðin Zachariassen. MVG er til dømis eitt gjald, sum ofta veksur, tá ið kommmunurnar gera íløgur. Og hetta fer ongantíð at ávirka allar kommunur eins. Tað er ógvuliga ójavnt, hvussu stórar íløgur tær einstøku kommunurnar gera. – So eg haldi avgjørt, at landið skal gjalda okkum tær 111 milljónir krónurnar aft­ur úr landskassanum – krónu fyri krónu. Hvussu krón­urnar eru komnar inn í landskassan er lands­poli­ tikkur, sum vit onki bein­ leiðis hava við at gera, sigur borg­arstjórin í Sunda komm­ unu. Samgongan hækkar botnfrádráttin, men ger eina fløkta skipan við ongum gjøgnumskygni Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sigur, at kommunurnar eiga at fáa krónu fyri krónu aftur fyri tann skatt, tær missa