mánadagur 23. november 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 23. november 2015 · Nr. 135
Árni Gregersen
Ætlanin hjá landsstýrinum
og samgonguni at leggja til
feingisgjald á ymisk fiska
sløg, fær stóra ávirkan á
býtið millum skip og mann
ing av teimum virðum, sum
verða fiskað.
Reiðarafelagið
leggur
ikki fingrarnar ímillum, men
sigur í klárum orðum, at
hetta er ein óskikkur, sum
annars ikki er kendur um
okkara leiðir, at landsstýrið
nú
knappliga
roynir
at
avgera, hvussu sáttmálarnir
skulu setast saman – og í
veruleikanum leggja seg útí
galdandi sáttmálar.
Felagið hevur sent eitt
tíðindaskriv út, har funnist
verður hvassliga at nýggju
ætlanini og har eisini verður
sagt, at hetta fer at geva
manningunum á tildømis
uppsjóvarskipunum
eina
lønarhækking uppá heili 20
prosent.
Spurningurin um mann
ingarnar skulu gjalda til
feingisgjaldið
var
við
í
samráðingunum
millum
manningarfeløgini og Føroya
Reiðarafelag, tá ið sáttmálin
var til samráðingum fyri
umleið hálvum ári síðani.
Undir
samráðingunum
kravdu tvey av manning
arfeløgunum,
at
tilfeing
isgjaldið ikki skuldi fara av
ábýttum, men at reiðarin
skuldi gjalda hetra av sínum
parti.
Hetta kravið kom ikki
ígjøgnum og nýggjur sátt
máli varð undriskrivaður.
Gjøldini verðasambært sátt
málanum framvegis tikin av
óbýttum
Lógin broytir sáttmálar
Í teimum ætlanum, sum
fyriliggja
nú,
so
skulu
manninganar
nú
sleppa
undan at gjalda fyri kvotur
og tilfeingisgjald.
– Hetta er greitt brot á tað
sum vit her kalla fyri tann
frælsa samráðingarrættin á
arbeiðsmarknaðinum, sigur
Herálvur Joensen, stóri í
Føroya Reiðarafelag.
Í einum skrivi sigur Før
oya Reiðarafelag, at broyt
ingarnar, sum lagt verður
upp til í uppskotinum hjá
landsstýrinum, fara at hava
við sær, at hýrurnar fara at
hækka við 20 prosentum
hjá
teimum,
sum
skulu
keypa kvotur ella gjalda til
feingisgjald.
– Og vit vita væl, at
kvoturnar
hjá
manning
unum, sum sigla við upp
sjóvarskipum ikki eru tær
lægstu, men heldur tær
hægstu. Tí er tað óskiljandi,
at landsstýrið kemur við
hesari uppíleggingini, sigur
Herálvur Joensen.
– Tað er um okkara
leiðir óhoyrt, at ein stjórn
ger seg inn á ein galdandi
sáttmála, og harvið frælsa
samráðingarrættin millum
partarnar á arbeiðsmark
naðinum. Onkuntíð verða
semingsuppskot gjørd til
lóg, men tá er talan um
sáttmálaloysi og vanda fyri
verkfalli, sum kann hótta
stór samfelagsvirði, skrivar
Føroya Reiðarafelag og legg
ur afturat:
– Í hesum førinum eru
ongar serstakar umstøður
ella vandi fyri samfelags
virðum. Partarnir í fiski
vinnuni halda seg til galdandi
sáttmála.
Lógaruppskotið
sigur heldur einki um, hví
hetta skal gerast. Har er bara
ein staðfesting av, at hesi
viðurskiftini eru viðgjørd í
sáttmálum millum reiðarar
og
manningarfeløgini
umframt at uppskotið setir
til síðis møguligar frádráttir
í hesum avtalum. Sanniliga
valdshugmóð, sum vil nakað.
Avleiðingarnar
Føroya Reiðarafelag heldur
ikki, at landsstýrið hevur
gjørt sær greitt, hvørjar av
leiðingarnar verða av lógini.
Felagið vísir á, at verða
tonstølini fyri makrel, svart
kjaft ognorðhavssild fyri 2014
brúkt fyri 2016, so hevði hetta
givið
uppsjóvarskipinum
eina eyka útreiðslu uppá
góðar 16 milljónir krónur.
Eftir galdandi sáttmálum
høvdu mannignarpartarnir
tá goldið góðar fýra av hes
um milljónunum.
Við
nýggja
mátanum,
har tað eru skipini, sum
gjalda alt, fer hýran umborð
á einum slíkum skipi úr
1,3 milljónir um árið til 1,6
milljónir.
Hýran hjá skiparanum
á einum skipi av hesum
slag fer eisini nógv upp, tí
skiparar fáa tvær og eina
hálva ferð mannignarpartin.
Tað vil siga, at fær ein
skipari 3,4 milljónir krónur
um árið, so hækkar tað til
4,1 milljón við hesum broyt
ingunum.
Sambandið vil
hava borgar
stjóran á ting
Nú vil sambandið hava, at
borgarstjórin í Klaksvík fer í
Løgtingið at arbeiða, samstundis
sum hann er borgarstjóri
Árni Gregersen
Jógvan Skorheim, borg
arstjóri í Klaksvík, var 1.
september valdur á ting
fyri Nýtt Sjálvstýri.
Hann hevur tó ikki
tikið sæti á tingi, tí bý
ráðið í Klaksvík hevur
sett sum treyt, at er túr
borgarstjóri í Klaksvík, so
kanst tú ikki eisini sita í
Løgtinginum.
Atkvøðugreiðsla var í
býráðnum í Klaksvík um
at lata Jógvan Skorheim
røkja bæði størvini, men
átta
býráðslimir
vóru
ímóti, meðan bert tríggir
býráðslimir
atkvøddu
fyri,
at
borgarstjórin
kundi røkja bæði størvini.
Hetta gjørdi, at Jógvan
Skorheim valdi at halda
fram sum borgarstjóri
og lat varamanni sínum,
Báður Kass Nielsen yvir
taka tingsessin.
Stórbroyting
Nú takrir mánaðir eru
farnir er støðan broytt –
í hvussu so er í Norðoya
Sambandsfelag.
Felagið heitir nú á býr
áðið um at loyva borgar
stjóranum at røkja bæði
størvini.
– Vit hava ein ting
mann minni at umboða
Norðyggjar og tað halda
vit ikki er rætt, sigur
formaðurin í Norðoya
Sambandsfelag, Magnus
Arge.
Hann
vísir
eins
og fleiri onnur á, at
tær
broytingar,
sum
nýggja samgongan ger
í samfelagnum, fara at
taka pening og orku frá
tí partinum av Føroyum,
sum
er
uttanfyri
miðstaðarøkið.
– Tí tørvar okkum
eina rødd afturat í ting
inum, sum kann ávirka
gongdina, so hon eisini
gagnar tí parti av sam
felagnum, sum í stóran
mun stendur fyri fram
leiðsluni í Føroyum, sigur
Magnus Arge.
Jógvan Skorheim segði
undan valinum, at varð
hann valdur, so fór hann
at røkja bæði størvini,
men tað vildi Klaksvíkar
Býráð ikki lata borgar
stjóran sleppa.
Nýggjan fund um botnfrádráttin
í kommunuskattinum
Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum fer at hava fund
aftur við kommunurnar um, hvussu kommunurnar skulu
hava endurgjald fyri hækkaða botnfrádráttin
Árni Gregersen
Um
vikuskiftið
kom
fram, at kommunurnar í
Føroyum ikki eru serliga
fegnar
um,
hvussu
tær
skulu hava endurgjald fyri
hækkaða botnfrádráttin í
kommunuskattinum.
Ætlanin,
sum
liggur
á
borðinum
er,
at
kommunurnar skulu fáa ein
part av tøkugjaldinum, sum
verður lagt á alivinnuna, at
tær skulu sleppa heilt undan
MVG og at tær fáa onkrar
aðrar smærri inntøkur, sum
landið annars fær.
Nevndin
í
Føroya
Kommunufelag heldur ikki,
at hetta er ein góð loysn
og finst at, at tað almenna
ikki bara letur kommunum
111 milljónir krónur – tað
sum
skattalættin
kostar
–
krónu
fyri
krónu
úr
landskassanum.
Í fíggjarmálaráðnum er
ein roynd gjørd at fíggja
endurgjaldi uppá hendan
mátan, tí annars skal ein
broyting gerast í skattalógini.
– Eg havi skotið upp, at
ein nevnd verður sett at gera
broytingar
í
skattalógini
til næsta ár, sigur Kristina
Háfoss,
landsstýriskvinna
við fíggjarmálum.
– Men orsøkin til okk
ara
uppskot
nú
er,
at
hetta eru møguleikar, sum
kommunufelagið
hevur
nevnt, men nú skilji eg, at
stýrið í Føroya Kommunu
felag ikki heldur, at hetta er
eitt gott uppskot. Tí fari eg á
fund við tey fyri at vita um
vit ikki finna eina loysn.
At serligar krónur verða
veittar kommununum er
ikki vanligt, men tað er
kortini ikki heilt nýtt. Í
sambandi við at eldraøkið
var lagt út til kommunurnar
vóru ávísar skattainntøkur
beindar
beinleiðis
til
eldraøkið og frammanundan
er
kent,
at
partar
av
partafelagsskatti
verður
latin kommununum eftir
ávísum býtislykli.
POLITIKKUR
Kristina Háfoss,
landsstýriskvinna, fer nú
at hava nýggjan fund við
Førtoya Kommunufelag.
Reiðarafelagið í øðini tí lands
stýrið leggur seg út í býtið
millum skip og manning
Eftir ætlanini hjá samgonguni, so sleppa manningarnar nú undan at gjalda
partar av tilfeingisgjaldinum. Tað gevur eina 20 prosenta lønarhækking
Herálvur Joensen er stjóri
í Føroya Reiðarafelag