mánadagur 23. november 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. november 2015 · Nr. 135
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Tað er harmiligt, at eitt sjúklingafelag í Føroyum kennir sínar limir ótryggar í hondunum á
føroyska sjúkrahúsverkinum. Tað skulu vit gera nakað við, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna
í Heilsumálum, í kjalarvørrinum av temasíðunum í Vikuskiftis Sosialinum í farnu viku
– TEY SKULU KENNA
SEG TRYGG HER
GSD
Barbara Holm
– Vit eru bebbarædd fyri at
enda á Landssjúkrahúsinum,
segði Rúna Sivertsen, for
kvinna í GSD felagnum í
Føroyum, í temasíðunum
í Vikuskiftis Sosialinum í
farnu viku.
Nú felagið og familjan
Debes av Oyri fyri stuttum
mist Jónleif Debes sum
avleiðing av GSD sjúkuni,
kenna tey seg ótrygg í hond
unum á føroyska og danska
heilsuverkinum. Júst hvat
er hent í tí málinum kann
landsstýriskvinnan
ikki
viðmerkja, tí hon, eins og
onnur
í
heilsuverkinum,
er bundin at tagnarskyldu.
Men óansæð hvat hendi við
Jónleifi, so er kunningin úr
sjúkrahúsverkinum
ikki
nøktandi, sambært GSD fe
lagnum.
– Eg havi tørv á at undir
strika, at eg føli við hesari
familjuni og GSD felagnum,
og fari at gera mítt til, at
tey kunnu kenna seg trygg
í Føroyum, sigur Sirið Sten
berg.
Hon
fegnast
um,
at
Johnny í Grótinum, sjúkra
hússtjóri, hevur sett seg
í
samband
við
Ulriku
Steuerwald, lækna, um eitt
parttíðarstarv
á
Lands
sjúkrahúsinum
sum
ser
lækni hjá millum annað GSD
sjúklingum í Føroyum.
– Eg havi sjálv verið í
samband við felagið síð
ani eg tók við sum lands
stýriskvinna, og eg veit tey
kenna seg trygg í hondunum
á Ulriku, so hetta er eitt stórt
stig á leiðini, sigur Sirið
Stenberg.
GSD er ein sjáldsom sjúka,
og tí hevur tað týdning,
at teir læknar, sum hava
granskað í sjúkuni, eru knýtt
at Landssjúkrahúsinum.
– Landssjúkrahúsið hevur
eisini tikið stig til, at kunning
skal fylgja við føroyskum
GSD sjúklingum, um tey
fara á onnur sjúkrahús, og
tað er eisini gagnligt fyri
GSD sjúklingar og viðgerð av
teimum, sigur Sirið Stenberg.
Hon fer at fylgja málin
um, og at fáa innlit í innan
hýsis
kanningina,
sum
Landssjúkrahúsið
hevur
sett í verk. Hon vísur á, at
óansæð hvør niðurstøðan
av kanningin verður, so skal
hon takast til eftirteknar
framyvir.
– Vit vilja tryggja, at slík
ur ótti ongantíð rakar ein
heilan sjúklingabólk aftur,
sigur Sirið Stenberg, lands
stýriskvinna í Heilsumálum.
barbara@sosialurin.fo
Sirið Stenberg
GSD og
Jónleif Debes
Í Vikuskiftis Sosialinum í síðstu viku varð varpað ljós á
sjúkuna GSD, og syrgiligu lagnuna hjá Jónleifi Debes av
Oyri, sum 31. oktober í ár doyði sum avleiðing av sjúkuni.
Familjan Debes heldur, at Jónleifi hevur fingið skeivu
viðgerð bæði í Føroyum og í Danmark. Og tað sama
heldur GSD felagið í Føroyum. Við Sosialin segði Rúna
Sivertsen, forkvinna í GSD felagnum, at limir hennara
eru bebbarædd fyri at enda á Landssjúkrahúsinum, tí tey
kenna seg alt annað enn trygg har.
Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri segði blaðnum
um vikuskiftið, at ein nýggjur serlækni innan GSD er
kontaktaður, og helst verður settur í starv innan leingi.
Í Sosialinum í dag hava vit fingið eina viðmerking
frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í Heilsumálum og
nýggjastu tíðindini frá Debes familjuni av Oyri.
Fríggjadagur 20. november 2015
sosialurin 134
13
»Eg spurdi deildarlæknan, hví hann ikki ringdi
til Ulriku ella fylgdi kostætlanini hjá Mørkini,
men tey vildu ikki. Tey søgdu bara, at 'Ulrike er
ein barnalækni og arbeiðir ikki her'«
andi fyri hesi fólkini við GSD er, at
tey eta proteinríkan mat og annars
eru á varðhaldi, tá ið umræður mat og
drekka, tí livur teirra riggar ikki sum
hann skal. Vøddarnir og nerva lagið
verða eisini viðtikin hjá GSD sjúk
ling um, og tað viðførir, at tey helst
ikki skulu hava kropsliga krevjandi
størv, tí tey tola tað ikki. Tað gjørdi
Jónleif tó alt sítt lív. Tað harða starvið
á Rækju og Skeljavirkinum á Oyri, har
hann lyfti nógv í gerandisdegnum
við førdi, at Jónleif var meira viðtikin
av sjúkuni, enn eitt nú Rannvá.
Máttu hjálpa sær sjálvum
Rannvá, Jónleif og hinir GSD sjúk
ling arnir funnu skjótt útav, at eingin
hjálp var at heinta í Føroyum ella í
Danmark. Mangan hava tey upplivað,
at læknar í Føroyum og í Danmark
hava gjørt álvarsom mistøk, tí tey
hava ikki lurtað eftir familjuni og
teirra ávaringar um GSD sjúkuna. Og
tey hava ikki spurt ella lurtað nógv
væl eftir Ulriku. Familjan hevur ferð
eftir ferð ávarað læknarnar um, at
GSD ávirkaði Jónleif meint, men ov
fá hava lurtað, og støðan bara versn
aði fram til 2009.
Í 2009 skipaði GSD felagið í Før oy
um fyri ráðstevnu, har millum ann að
Ulrike Steuerwald, og ein amerikansk
ur serlækni innan hesa sjúku, David
Weinstein, vitjaðu í Føroyum.
Weinstein gav Jónleifi vegleiðing
inn an kost og liviumstøður annars og
nú batn aði. Jónleif batnaði nógv, og
tá Weinstein kom aftur á klettarnar
í 2011 mundi hann ikki kent Jónleif
aftur. Men hvørjaferð Jónleif hevði
tørv á hjálp á Landssjúkahúsinum
versn aði støðan.
– Hann segði mangan við meg
»Rannvá gevst, tey lurta ikki eftir
tær kortini«. Og tað hava tey heldur
ikki má man staðfesta, sigur Rannvá.
Á jólum í fjør versnaði Jónleif
mun andi. Hann orkaði ikki longur at
lyfta beinini uppfrá, og at enda datt
hann undir brúsuni. Fam iljan mátti
ringja eftir hjálp frá alarm sen tral
inum, tí tey orkaðu ikki at fáa hann
upp aftur. Og tey vildu hava hann
inn lagdan, tí okkurt mátti henda.
– Tey vildu ikki leggja hann inn á
Landssjúkrahúsið, tí tey søgdu einki
var brotið. Men hann fekk ikki flutt
seg nakran veg, so tey máttu sæð, at
okkurt var sum tað ikki skuldi, segði
Rannvá.
Tá setti familjan seg uppímóti og
kravdu at fáa ein serlækna at hyggja
at Jónleifi. Hann var tó sendur heim
aftur og nakrar dagar seinni slapp
hann til serlækna. Tá var hann so
mikið illa fyri, at hann varð innlagdur
í nakrar dagar, men eingin hjálp var
at heinta.
– Eg bað tey ringja til Ulriku so
hon kundi greiða teimum frá sjúkuni.
Eg vildi, at onkur skilti okkara sjúku
og fann hjálp til Jónleif, men tey
vildu ongantíð tosað við hana, sigur
Rannvá.
Sendur til Danmarkar í ár
Støðan hjá Jónleifi batnaði, tá ið
hann var slapp inn á Heimið á Mørk
ini í februar í ár. Har lurtaðu tey eftir
GSD felagnum, og góvu honum alla
ta viðger, sum hann hevði tørv á inn
an mat og liviumstøður.
Framhald á næstu síðu
– Ulrike Steuerwald fann í 1997 fram til, at átta vaksnir
føroyingar høvdu sjúkuna GSD3a, uttan at tey høvdu
fingið nakra diagnosu. Rannvá Debes Isaksen og Jónleif
Debes, sáli, vóru bæði diagnostiserað, meðan Steingrím
Debes var staðfestur, at vera berari av sjúkuni
Fríggjadagur 20. november 2015
sosialurin 134
12
tema Glykogen goymslubrek
BarBara Holm
Í
hugnaligu húsunum á Oyri
hetta týskvøldið í november
eru kaffi og køkur settar á
borð ið. Hetta er ikki fyrstu ferð
hend an dagin, at familjan hevur sett
kaffi útá, tí nógv fólk eru á gátt hjá
75 ára gomlu Hjørdis Debes í hesum
døgum. Fyri smáum trimum vikum
síðani misti hon sonin Jónleif sum
av leiðing av sjúkuni GSD. Hóast tú
helst kann vænta, at sorgarleikur
er tann kenslan, sum merkir fólkini
kring kaffiborðið hetta kvøldið, so er
tað tó ikki tann mest eyðsýnda kensl
an. Tey eru í sorg, jú, men tey eru mest
av øllum ill. Ill um, at teirra áhald
andi stríð fyri at fáa røttu viðgerð til
Jónleif ikki hevur eydnast. Ill um, at
nú er tað ov seint.
Við borðið sita mamma Jónleif
Hjørdis, systur hansara Rannvá
og beiggin Steingrím. Eisini er for
kvinnan í felagnum fyri GSD sjúk
lingar, Rúna Sivertsen. Dóttir henn
ara hevur eisini GSD og tað sama
hev ur Rannvá. Og á gátt hesa løtuna
er eis ini komin Kristbjørg, leiðarin av
heim inum á Mørkini. Tey tóku sær av
Jónleifi seinastu tíðina, og tey vóru
mill um tey fáu, sum lurtaðu eftir ser
frøð ini. Og eftir Rannvu serliga, sum
sein astu árini er vorðin mest sum ein
ser frøðingur innan økið.
Tað byrjaði alt í 1997, tá ið Ulrike
Steuerwald, barnalækni, starvaðist í
Føroyum.
Máttu vera fleiri vaksin
Ulrike Steuerwald er úr Týsklandi,
men starvaðist nøkur ár í Føroyum,
og er enn partvíst knýtt at føroyska
heilsu verkinum í samband við sjúk
una CTD. Ein dagin í 1997 vóru nakrir
vaksnir føroyingar kallaðir inn til
barnalæknan á Landssjúkrahúsinum,
tí hon hevði funnið fram til hvat veru
liga feilti teimum. Líka síðani Jónleif
og Rannvá vóru borðin í heim, hevur
okkurt verið galið við teimum. Tað
vistu tey. Síðst í 60'unnum og fyrst
í 70'unum varð Jónleif til kanningar
í Føroyum og í Danmark, men einki
spurd ist burturúr. »Tað er okkurt
galið við livr ini, men óttist ikki, tað
er ikki ein deyðilig sjúka« fingu tey
at vita tá. Og síðani hevur einki meira
verið at frætt um teirra sjúku. Fyrr
enn í 97'.
Ulrike Steuerwald hevði í sínum
starvi sum barnalækni funnið fram
til, at tað vóru nøkur børn í Føroyum,
sum vóru fødd við GSD. Og Ulrike
kendi nakað til sjúkuna, men fór eis
ini undir eina miðvísa gransking fyri
at finna útav júst hvør hendan sjúkan
er, hvar hon stavar frá og so fram
vegis. Og tað hon fann fram til var,
at talan var um eina genetiska sjúku.
Vóru børn fødd við genetiskari sjúku,
so máttu tað vera vaksin við somu
sjúku onkrastaðni í Føroyum. Og hon
fann tey. Rannvá og Jónleif og seks
aðrir vaksnir føroyingar vóru síðani
stað fest sum GSD sjúklingar, meðan
beiggin Steingrím var staðfestur sum
berari av sjúkuni.
Ulrike setti seg væl inní sjúkuna,
og hevur síðani 97' verið ein hollur
stuðul hjá føroyingum við GSD. Hon
fann fram til, at allar mest um ráð
Familja av Oyri við illgruna
»Eg bað tey ringja
til Ulriku so hon
kundi greiða
teimum frá
sjúkuni. Eg vildi,
at onkur skilti
okkara sjúku
og fann hjálp til
Jónleif, men tey
vildu ongantíð
tosað við hana«
Doyði Jónleif
av skeivum
heilivági?
Tey søgdu við okkum, at tey høvdu kannað tað við Ulrike, og hann
toldi væl heilivágin móti angist. Men tað er kolasvørt lygn, sigur
Rannvá Debes Isaksen, systur Jónleif, sum doyði fyri smáum
trimum vikum síðani. – Eg havi tosað við Ulriku um GSD í síni
heild, men ikki um júst handan heilivágin, sigur Bjarni á Steig,
yvirlækni. Men tí afturvísur Ulrika Steuerwald. »Eg havi ongantíð
tosað við Bjarna á Steig um GSD ella viðgerðir av sjúkuni«.
Úrslitið kann tó ikki diskuterast – 49 ára gamli Jónleif er deyður
Jarðarferðin hjá Jónleif
Mynd: Privat
– Vit vilja tryggja, at slíkur ótti ongantíð rakar
ein heilan sjúklingabólk aftur, sigur Sirið
Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsumálum