Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 23. november 2015 · Nr. 135 GSD Fingið hjálp at kæra Hví doyði Jónleifi? Hví boðaði eingin frá, at hann lá til tað síðsta? Hví ringdi eingin til serfrøðingar utt­an­ lands áðrenn tey góvu Jón­ leifi nýggjan heilivág? Spurningarnir eru nógvir, nú GSD felagið hevur mist ein lim, og Rannvá Debes hevur mist beiggja sín. Sorgin er stór, men óttin fyri, at onkur annar eisini skal uppliva líknandi lagnu, er eisini stórur hjá GSD fe­ lagnum. Fyrr í ár sendu Rannvá og Jónleif inn klagu um viðgerðina, sum Jónleif fekk á Ríkissjúkrahúsinum fyrr í ár. Tá var hann sendur til Danmarkar, og har fekk hann boðini um, at hann hevði ALS sjúkuna og fór at doyggja fyrsta dagin. Einki hendi tó, og nakrir dagar seinni orsakaði sami lækni fyri mistakið. Rannvá er ikki komin til at klaga viðgerðina, sum Jónleif fekk dagarnar uppundir hann doyði, men tað ætlar hon sær. – Eg havi fingið hjálp frá embætisfólki hjá Lands­ sjúkrahúsinum í hvussu eg skal klaga. Johnny í Grót­ inum hjálpti okkum at finna fram til tað, sigur Rannvá Debes. Sirið Stenberg, lands­ stýris­kvinna í Heilsumálum fegn­ast um, at Debes familj­ an hevur fingið hjálp til at klaga. – Tað er gott, at tey fáa møguleika at klaga og finna fram til hvat veruliga hendi, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum tó ikki kann siga meira um ítøki­liga málið fyrr enn úrslitið av innanhýsis kann­ ingini fyriliggur. Tú kanst lesa meira um Jónleif og GSD felagið í Vikuskiftis Sosialinum, sum kom á gøturnar í síðstu viku. GSD endar í Løgtinginum Edmund Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hev­ur sett Sirið Stenberg, lands­ stýriskvinnu skrivligan fyri­ spurning um GSD. Edmund Joensen, løg­ tingsmaður fyri Sam­bands­ flokkin setti 11. no­vember Sirið Stenberg, lands­stýris­ kvinnu í heilsumálum ein skrivligan fyrispurning eftir § 52 a í tingskipanini. Edmund Joensen spyr um landsstýriskvinnan kann greiða nærri frá: 1. Um føroyingar við sjáld­ somum sjúkum, eitt nú CTD og GSD, ikki hava fingið nøktandi við­gerð í føroyska heilsu­verk­ inum? 2. Um sjúklingar við GSD eru sendir á Ríkissjúkrahúsið til viðgerðar, hóast sjúk­ ling­ar og GSD-sjúk­linga­ felagið vísa á, at viðgerðin har ikki er nøktandi? 3. Og hvørji stig fer lands­ stýriskvinnan at taka fyri at fáa nevndu viðurskifti í rættlag, so fólk við sjáld­ somum sjúkum sum CTD og GSD kunnu kenna seg trygg? Edmund Joensen sigur í sínum viðmerkingum til hesar spurningar, at flest­ um kunnugt eru ávísar sjáld­samar sjúkur millum føroyingar, t.d. CTD (Carnitin Transporter Deficiency) og GSD (Glycogen Storage Disease). Víðari skrivari hann, at undirritaði hevur fingið upp­lýst, at millum slíkar sjúk­lingar valdar stundum stórur ótryggleiki. Ein orsøk skal vera, at tilbúgvingin í føroyska heilsuverkinum til at viðgera hesar sjúklingar er ikki nøktandi. Ovurstórur læknamangul er í Føroyum, og tað er kanska partur av trupul­leik­ anum. Tað hevur ljóðað, at ein serlækni skuldi setast sum serlækni hjá sjúklingum, við eitt nú CTD og GSD, men sum skilst, er tað ikki hent. Øll orsøk tykist tí at vera til, at landsstýriskvinnan í heilsumálum kunnar Løg­ tingið um hesi viðurskifti og annars tekur neyðug stig til at rætta viðurskiftini. Eisini borgarar við sjáld­ somum sjúkum hava krav uppá bestu viðgerð frá før­ oyska heilsuverkinum, og fokus má og skal vera á sjáld­ samar sjúkur, ið fólk hava her í Føroyum. Edmund Joensen vónar, at landsstýriskvinnan í heilsu­málum kann geva eina góða frágreiðing um verandi støðu og hvørjar ítøkiligar ætlanir eru um at menna við­gerðina av hesum serligu sjúkum. Rannvá Debes og restin av familjuni hjá Jónleifi, sum doyði bert 49 ára gamla á Landssjúkrahúsinum 31. oktober í ár, ætla sær at kæra málið Edmund Joensen vónar, at landsstýriskvinnan í heilsu­málum kann geva eina góða frágreiðing um verandi støðu og hvørjar ítøkiligar ætlanir eru um at menna við­gerðina av hesum serligu sjúkum. – Johnny í Grót­inum (myndin) hjálpti okkum at finna fram til tað, sigur Rannvá Debes.