Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. november 2015 · Nr. 135 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Eyðfinn Magnussen, lív­ frøð­ingur, veit at siga, at higar­til í ár eru 1.055 harur skrá­settar at vera skotnar á 113 túrum. Um somu tíð í fjør høvdu menn gjørt 237 túrar og høvdu fingið 3.050 harur tilsamans. Soleiðis er veiðan higartil í ár bert ein góðan triðing av veiðini um somu tíð í fjør. - Vánaliga veðrið, ið verið hevur, er helst ein partur av orsøkini, men sum heild siga harumenn kring landið, at lítil hara er at síggja. Nógv lakari byrjan Fyrsti harudagur var mána­ dagin 2. november, og henda dag vórðu tilsamans 243 harur skotnar á 22 túrum. – Hetta er munandi minni enn fyrsta dag í fjør – bæði, tá ræður um veiði og túratal. Fyrsta dag í fjør, sum eisini var ein mánadag, fingu menn tilsamans 1.100 harur á 75 túrum. Eyðfinn Magnussen vísir á, at fyrsta leygardag í haru­tíðini í fjør fingu menn 1.703 harur á 113 túrum móti einans 135 harum fyrsta leygardag í harutíðini í ár, men í ár skutu teir einans í 15 hagum. – Higartil í ár eru flestar harur skotnar í Sørvági. Sørvingar hava higartil skot­ið 110 harur á fimm túrum. Næstir eru teir í Sanda­vág við 92 harum á seks túrum. Á triðja plássi eru vestmenningar við 83 har­um, sum teir hava skotið á átta túrum. Besti túrur í Bø Eyðfinn Magnussen veit at siga, at besti túrurin, sum higartil er gjørdur í ár, var í Tormanshaganum í Bø. Hetta var týsdagin 11. november, tá átta mans fingu 56 harur. – Næst besti túrur var í haganum Fjallið í Vest­ manna, har 11 mans fingu 48 harur. Triðj besti túrur var í Sørvági, har sjey mans í Norðaraparti av Norð­ ur­triðingi fingu 43 harur, leggur hann aftrat. Nú tríggjar vikur eru farnar av harutíðinini, er samlaða veiðan einans ein triðing av tí, hon var um somu tíð í fjør Haruveiðan roynist ikki í ár Á facebook-síðuni - Fuglaveiða í Føroyum - liggja onkrar áhugaverdar myndir og frásagnir frá túrum á svartfuglaveiði í báti. Loyvt er at skjóta lomvigi, álku, lunda og skarv frá 1. oktober. Tíðin, har loyvt er at skjóta skarv, verður úti 30. november - og síðan er loyvt at skjóta lomvigi, álku og lunda fram til 20. januar 2016. Tað hendir av og á, at okkurt lamb, sum var væntandi um várið, ikki kemur fyrr enn um heystið Soleiðis er við hvíta og svarta lambinum, sum sæst á hesi myndini. Svarta og næsahvíta ærin, sum eigur lambið, lembdi ikki í vár, tá lembingin ann­ ars var fyri, men um hálvan august í ár. Í vetur gekk hon í krubbu saman við brundi, men fekk einki lamb í vár. Tíðliga í summar, tá seyðurin fór út á bøin, varð hon slept út í eitt gerði á Sondum á Sandi saman við veðragjólingum. Eingin hevði væntað, at ærin fór at lemba, tá hon einki lamb fekk í vár, men um miðjan august, tá flestu vóru liðug við sína summarfrí, lembdi hon gimburlamb. Ær og lamb ganga fram­ vegis í gerðinum á Sondum, har tey síggja út til at stórtrívast. vilmund@sosialurin.fo Mikudagin kl. 16 verður eldra­guds­tæn­ asta við altargongd í Vestmanna. Marjun í Kálvalíð, prestur, fer at prædika. Eftir guds­tæn­ astuna verður nátturði í kirkjukjallaranum Fyrsta harudag í fjør fingu menn 1.100 harur á 75 túrum, og í ár fingu teir 243 harur á 22 túrum Jákup Reinert á heima­ vølli Fornminnisfelagið í Nes kommunu hevur nú 20 ár á baki. Í hesum sambandi verður fyrilestur í kirkjuni á Nesi, mikudagin 25. november klokkan 18. Tað verður Jákupi R. Hansen, pH.d. lektari í kirkjusøgu, sum fer at halda fyrilesturin "Tann syngjandi trúbótin". Eftir fyrilestur verður farið oman í gamla prestagarð (mynd), har bjóðað verður kaffi við onkrum góðum afturvið. Í Nes kommunu er virkið fornminnisfelag, sum hevur alment bygdasavn. Størsta framsýningin er í gamla prestagarði á Nesi. Endamálið er at savna gripir, søguligar frásagnir og at gera søguna í kommununi sjónliga. vilmund@sosialurin.fo Hon lembdi ikki í vár, tó at hon var í krubbu saman við brundi í vetur, men í august kom lambið Mynd: Vilmund Jacobsen Hevði »sjeik« – men einki lamb