Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. november 2015 · Nr. 135 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur hondbóltur Tað sigur 19 ára gamli vestmenningurin, Áki Egilsnes, sum í hesum døgum er í samráðingum við íslendska hondbóltsfelagið, ÍBV. Hann sigur tó, at hann hevði gjørt tað sama sum Jóhan á Plógv Hansen, um umstøðurnar vóru tær somu Tróndur Arge – Vestmanna Áki Egilsnes hevur ein dreym, sum flest øll onn­ ur ítróttarfólk hava. Hann ynskir at umboða landið og Merkið í altjóða kapping. Hetta er sami dreymur, sum Jóhan á Plógv Hansen hevði á sinni. Hann tók avleiðingarnar av vánaligu útlitunum fyri før­oyskum lands­liðs­hond­ bólti, og valdi at royna seg á danska landsliðnum. Áki ynskir ikki at koma í somu støðu, har hann møguliga skal velja millum tvey lands­ lið, um tann støðan íkom. Áki ynskir eitt føroyskt landslið, sum kann bjóða føroysku spælarunum dystir í altjóða kappingum. Í samráðingum við ÍBV Áki Egilsnes skjeyt ikki færri enn 11 mál, tá VÍF í gjár vann 27-24 á Kyndli í FTZ-deildini. Dysturin varð spæld­ur í Vestmanna, har lámi bakkurin er uppvaksin. Hann hevur í hesum kapp­ ingar­árinum verið heilt stóra upp­livingin av føroysku spæl­arunum. Bara danski stór­skjútt­in hjá H71, Peter Krogh, hevur staðið honum mát. Í farnu viku visti Sosial­ urin at siga, at Áki Egilsnes fór til Íslands at royndar­ venja við ÍBV. So var, og nú eru partarnir í samráðingum um eitt møguligt samstarv. – Vit eru í samráðingum í løtuni. Teir koma við einum uppleggi ein av komandi døgunum, og so hyggi eg upp á tað, sigur Áki Egilsnes, sum var og royndarvandi alla farnu viku. – Eg var har í fimm dagar. Teir hava nógv dystir í løtuni, so venjingin var púra vanlig. Onkran av døgunum vandu vit tvær ferðir um dagin, sig­ ur Áki, ið ikki var heilt utt­an fjáltur, tá hann fór til vest­ manna­oyggjarnar. – Eg var eitt sindur ner­ vøsur, men teir tóku væl ímóti mær. Har eru nakrir ung­ir spælarar, og venjarin dám­ar væl at menna ungar spæl­arar, greiðir Áki frá. Tað bleiv tó vest­menn­ ing­inum skjótt greitt, at tað skal meiri til at klára seg í íslendskum hondbólti í mun til FTZ-deildini. – Spælið gongur nógv skjót­ari, og teir hava nakrar ordiligar bjarnir í verjuni. Tað er stórur munur á styrk­ ini, sigur Áki Egilsnes. Vil spæla a føroyska landsliðnum 19 ára gamli vestmenningurin ynskir, at føroyskur lands­ liðs­hondbóltur fær fótin fyri seg, so hann og aðrir før­ oyskir hond­bóltsspælarar ikki koma í somu tvístøðu, sum Jóhan á Plógv Hansen kom í. – Sjálvandi ynski eg at spæla fyri eitt føroyskt lands­lið, men eg hevði nokk gjørt tað sama sum Jóhan, um eg var í somu støðu sum hann, sigur Áki Egilsnes, ið hev­ur eitt mál um at kunna liva av at spæla hondbólt. – Tíbetur verður nógv gjørt við landsliðshondbólt í løtuni, sigur Áki Egilsnes, ið vónar at tað heldur fram. Hann leggur dent á, at tað er týdningarmikið, at føroyskir spælarar hava eitt landslið at stíla í móti. Í hond­bólts-dokumentar­send­ ingini hjá Suna Merkistein, »Teim bilti ei mang og mót« vísti Ingi Olsen, núverandi venjari hjá VÍF, á at hann sjálvur upplivdi at spæla sera fáa landsdystir. Lands­liðs­ arbeiði hevur verið óstøðugt nógvu farni árini. Tí tykist avbera týdn­ ingar­mikið, at lands­liðs­ar­ beiði hjá hond­bólts­sam­band­ inum heldur fram. VÍF vann sermerktan dyst Vestmenningar vunnu dyst­ in í gjár móti Kyndli 27-24. Ser­merkt við dystinum var, at tað var eitt mál á muni í hálv­leikinum. Síðani økti VÍF til 21-14. Kyndil svaraði aftur við sjey málum í slag. Gott nokk er hondbóltur eitt spæl, har tað kann ganga skjótt báðar vegir. Tó var hetta meiri sjálvsamt. Kyndil setti 17 ára gamla Bartal Klein Olsen á vøllin. Tað gjørdi mun, tí hann vardi væl og var tryggur í avspælinum í fram­rættaða spælinum. – Vit seta ein 17 ára gamlan drong inn á miðjuna. Tað ger at vit fáa vart væl, men tá VÍF brýtur málrøðina hjá okkum, so missa vit tamarhaldið á dyst­inum aftur, sigur Julian Johansen, venjari hjá Kyndli. Fyri VÍF vóru tvey kend and­lit aftur at síggja á vøll­ inum. Sámal Joensen og Agnar Joensen komu báðir á vøllin. Fyri Agnar var talan um fyrsta málið, tá hann Eg ynski at spæla fyri Føroyar – Sjálvandi ynski eg at spæla fyri eitt føroyskt lands­lið, men eg hevði nokk gjørt tað sama sum Jóhan á Plógv Hansen (myndin), um eg var í somu støðu sum hann, sigur Áki Egilsnes Áki Egilsnes