Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 23. november 2015 · Nr. 135 ítróttur Pætur Albinus Torkil Veyhe, sum lesur á verkfrøðisskúla í Århus, hevur seinastu ár­ini súkklað við Odder CK. Har hava teir verið ógvuliga glaðir fyri Torkil, sum hevur súkklað nøkur heilt góð úrslit heim til felagið, men nú er tann tíðin av. Torkil hevur valt at skifta felag, og fram­yvir fer 25 ára gamli før­oyski meistarin at súkkla fyri WeBike-CK Aarhus Á pappírinum fer Torkil Veyhe nú ein klassa upp í styrki, tí í mun til Odder CK, sum er eitt sokallað klubblið, so er WeBike- CK Aarhus eitt DCU-lið. Tað er klassin beint undir continental-klassan, har liðini eru við til stórar kappingar uttan­lands. Nýggja liðið hevur góð framtíðarútlit, og tað tiltalaði Torkil. – Mær dámar væl tað teir standa fyri, og teir hava sett eina spennandi ætlan saman fyri næsta ár. Eg haldi sjálvur tað er ein góð samanseting av sterkum súkklarum. Tað tiltalaði meg at vera part­ ur av teimum, og eg vænti, at vit kunnu fáa nøkur góð úrslit saman sum lið, sigur Torkil, sum síðani greiðir frá, hví hann valdi at skifta. – Eg vildi royna nakað nýtt og hava eina broyting fyri at framhaldandi betra meg. Tað tóktist eis­ini sum eitt nattúrligt skifti, og eg haldi sjálvur, at hetta er rætta liðið, um eg skal halda fram við at betra meg, sigur Torkil Veyhe. albinus@sosialurin.fo Eftir eina røð av góðum úrslitum hevur Torkil Veyhe gjørt av at fara úr Odder CK. Nýggja felag hansara er eitt sokallað DCU-lið, sum gevur honum fleiri møguleikar Eg vil royna okkurt nýtt Torkil skiftir lið Súkkling