Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. november 2015 · Nr. 135 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tað sigur Torkil Veyhe, sum í farnu viku skifti til størri og betri súkklufelag í Danmark. Okkara fremsti súkklari er til reiðar at taka enn eitt stig í súkkluheiminum Pætur Albinus Nú kuldin og myrka tíðin hev­ur kastað seg inn yvir landið, er kanska mest nær­ liggj­andi, at summar ítróttar­ greinar, ið krevja rímilig veðurlíkindi, leggjast bakk fyri veturin. Men soleiðis er ikki, tá ið íðkað verður á hægsta stigi. Stjørnan í før­oysk­ari súkkling, Torkil Veyhe, er fyri stuttum lið­ ugur við kappingarárið í Dan­mark, men longu nú eru fyri­reik­ingarnar til næsta kapp­ingarár so smátt farnar í gongd. Kappingarárið 2015 hevur Torkil Veyhe júst lagt aftur um bak. Í mangar mátar gjørdist talan um eitt gott kappingarár, har hann eitt nú tryggjaði Før­oy­um trý heiðurs­merkir á oyggja­leik­ unum á Jersey. Hann vann gull í einkultstarti, bronsu á landa­vegnum og bronsu í lið­ kappingini. Fyri Torkil endaði kapp­ ingar­árið síðst í septembur, og nú er tað tann øðrvísi vetrar­skráin, sum er í gongd. – Fyst og fremst snýr tað seg um at kopla eitt sindur av og hugsavna seg um onn­ ur ting. Eftir at oktobur er farin aftur um bak, byrja fyri­reyk­ingarnar til næsta kappingarár longu aftur. Eg byrji spakuliga upp á styrki­venjing í oktobur, so­ leiðis sum hugurin er til tað. Í novembur og desemb­ ur styrkivenji eg meira og annars eitt sindur av súkkl­ ing, fyri at halda tað við líka. Frá januar byrja fyri­reik­ ingarnar av álvara og tá er tað mestsum bara súkkli­ venj­ing fram til komandi kapp­ingarár, sigur Torkil. Ímillum tvey kappingarár er ógvuliga umráðandi ikki at liggja á latu síðuni. – Hevur man ikki gjørt sítt heimaarbeiði nóg gott, kemur man at halta aftur­úr so at siga alt kapp­ingar­árið. Tað er so at siga ógjør­ligt at heinta eina heila vetrar­ venj­ing innaftur ígjøgnum kapp­ingarárið, sigur Torkil og leggur afturat: – Man kann siga, at sjálvt um kappingin bara er helvt­ ina av árinum, so venja vit alt árið fyri at vera klárir til árið eftir. Súkkling er ikki ein bílig­ ur ítróttur at fara í holt við, og als ikki tá ið kom­ið er upp á hægsta stig, har Torkil er. Men hann er í góðum hond­ um. Torkil hevur nevn­iliga nógv­ar góðar stuðl­ar, og nýliga hevur hann skrivað undir stuðuls­av­talu við Trygg­ingar­felagið Føroyar og hansara trú­fasta stuðul í fleiri ár, J&K Petersen. Hann hevur harumframt eisini aðrar smærri stuðlar, men hesin savnaði pakkin hevur alstóran týdning fyri Torkil sum súkklara. – Stuðulsavtalurnar hava alt at siga í mun til eina fullgóða fyrireiking, sum er neyðug áðrenn eitt kapp­ingar­ár. Tað eru nógvir tímar, sum verða lagdir í fyrireiking, eini 700-800 um árið, og tí er eisini alneyðugt at hava ein venjara tilnýttan. Fyri at halda huginum uppi alt árið og at kunna leggja sein­astu hondina á verkið, er eisini neyðugt at fara á venj­ ingar­legur, metir Torkil. – Tað kann skapa óneyð­ uga nógva ørkymlan, um tað ikki er fígging til alt. Ein kann brúka nógva orku upp á at ivast um ein hevur gjørt fyri­reikingararbeiðið nóg gott, og um onnur útgerð hevði givið betri úrslit. Við stuðulsavtalunum kann eg hugsavna meg 100% um ítróttin, staðfestir Torkil. Kappingarárið hjá Torkili Veyhe og liðfeløgum hansara byrjar síðst í mars næsta ár, tá teir fara at luttaka í kapp­ ingum í Belgia. Tað kann vera trupult at varðveita hugin at venja, nú kuldin og myrkrið av álvara er komið, samstundis sum líkindini at súkkla ikki eru góð. Tað viðgongur Torkil, sum tó eftir hondini er ein so­mikið royndur súkklari, at hann veit júst hvat krevst. – Onkrar av køldu vetrar­ døgunum, tá ið man skal súkkla í 4-5 tímar, kann tað virka heilt óveruliga langt til várið. Tá snýr tað seg um at hava góð fólk at venja saman við, og ikki minst eisini hava ein greiðan málsetning at arbeiða fram ímóti, sigur Torkil. Málsetningin fyri kom­ andi kappingarár hevur Torkil longu sett sær. – Málið fyri 2016 verður at vinna eina kapping í danska A-klassanum, og deilmálini eru at vera við frammi í so nógvum kappingum sum møguligt og at vísa meg fram í UCI-kappingum, greiðir Torkil frá. Kappingarnar í danska A-klassanum er tað, sum svarar til donsku Super­ liguna í fótbólti. UCI-kapp­ ingar­nar eru evropeiskar við fleiri sokallaðum kontinental-liðum. Tá ið prátið fellur inn á kappingarárið í ár, so greiðir Torkil frá, at tað hevur verið heldur misjavnt. Tó so, at tá ið tað hevur gingið illa, so hevur hann megnað at vent tí og fingið sera góð úrslit. – Eg kom sera væl frá byrjan í kappingarárinum og fekk eisini nøkur góð úrs­lit. Hareftir hevði eg eitt tíðarskeið, har alt ikki gekk sum ætlað, men tí­bet­ ur eydnaðist tað at venda gongdini fram ímóti oyggja­ leik­unum. Eg hevði nakrar góðar kapp­ingar í Danmark áðrenn vit fóru avstað, har eg gjørdist nummar trý í einari A-kapping og nummar tvey í einari inn­ lagd­ari fjallakapping í eini UCI-flokkaðari kapp­ing, sigur Torkil, sum á oyggja­ leik­unum rakk tindarnar. – Hæddarpunktið í ár er heilt greitt úrslitini á oyggjaleikum, sigur Torkil um kappingarnar á Jersey, har hann súkklaði trý heiðurs­merki heim til Føroya. Heimkomin til Føroya í summarferiu luttók Torkil í Volvo Kring Føroyar og FM, og har feigaði hann alla mót­ støðu av vegnum og vann alt. – Tað var fantastiskt at enda summarferiuna í Føroyum við at vinna tær kapp­ingarnar, sigur Torkil, sum síðani tekur saman um rest­ina av kappingarárinum og kapp­ingarárið sum heild: – Seinna helvtin av kapp­ ingar­árinum í Danmark gekk ikki sum ætlað, og tann partin eri eg ikki heilt nøgdur við. Men sum heild eri eg sera væl nøgdur kappingarárið, tí hetta hevur heilt greitt verið mítt besta ár higartil, sigur Torki Veyhe at enda.. albinus@sosialurin.fo Málið er ein sigur í A-klassanum Torkil Veyhe Súkkling