mánadagur 23. november 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 23. november 2015 · Nr. 135
ítróttur
fótbóltur útlendskur
Ronaldo í øðini
Cristiano
Ronaldo
sigst
vera í øðini um støðuna í
Real Madrid í løtuni. Meðan
samanhaldið
í
Barcelona
tykist
vera
gott
millum
MSN(Messi, Suarez, Neymar)
stjørnurnar, so er tað heldur
sjáldan, at Real Madrid spæl
ararnir tykjast vísa nakra
gleði fyri hvørjum øðrum.
Tað hevur leingi verið
mett, at Cristiano Ronaldo
og Gareth Bale ikki spæla
playstation
saman.
Sjón
bandabrotini – tey eru fleiri
í tali – tá Ronaldo ilskast inn
á Gareth Bale, tí hann ikki
spælir bóltin upp á tvørs, eru
eftirhondini víst mangan.
Seinast Cristiano Ronaldo
gjørdi seg upp, var tá Real
Madrid vann 1-0 á Paris
Saint-Germain í Champions
League bólkaspælinum. Tá
gjørdi portugisiska stjørnan
nógv burturúr at teska okk
urt í oyra á venjaranum hjá
PSG, Laurent Blanc, meðan
allur heimurin hugdi at.
Síðani heilsaði hann upp
á eigaran av PSG, Nasser
Al-Khelaifi úr Katar, mitt í
Mix-Zone, har tíðindafólk
úr øllum heiminum vóru til
staðar.
Um Cristiano Ronaldo er
í holt við at leggja lunnar
undir eitt skiftið til PSG, skal
verða ósagt, men hann kýtir
seg ikki fyri at leggja lok á
gitingarnar.
Altjóða miðlar skriva eftir
dystin, at Cristiano Ronaldo
er troyttur av Rafael Benitez,
og
hansara
verjukendu
fótbóltshugsjón.
Spanska
blaðið, AS, skrivar enntá, at
Cristiano
Ronaldo
hevur
boðað Real Madrid frá, at
antin skal Rafael Benitez frá,
ella rýmur hann.
Hvat gert tú Rafa?
Rafael Benitez er venjarin,
sum tey flestu elska at hata.
Ja, sjálvt Steven Gerrard, ið
vann Champions League við
»Rafa« sum venjara í Liver
pool í 2005, hevur okkurt
minni gott at siga um mann
in, sum ikki vísir kenslur
– sigst. Hann ber orð fyri at
vera verjukendur, kaldur og
tilætlaður í øllum, ið hevur
við fótbólt at gera.
Størstu sigarnar hevur
hann vunnið sum venjari
hjá Valencia frá 2001 til 2004,
og hjá Liverpool frá 2004 til
2010. Her vísti hann ein ser
eginleika at vinna á størri
og betri liðnum. Serliga
vóru tað tey fýra gyltu árini
í Champions League við
Liverpool, har hann við takt
iskum snildum vann á øllum
frá Barcelona og Real Madrid
til Chelsea, Juventus og AC
Milan.
Tí kom tað púra óvart á, at
hann valdi at byrja inni við
Cristiano Ronaldo, Gareth
Bale, Karim Benzema og
James Rodriquez. Tveir teir
síðstnevndu
hava
verið
skaddir í eina tíð. Á miðvøll
inum vóru Toni Kroos og
Luka Modric.
Seks mans, har ongin
hevur sína styrki í verju
partinum og at vinna bóltar.
Í Champions League dyst
unum móti PSG í undan
farnu vikunum hevur hann
spæld við verjukendum mið
vallarum, og tað eydnaðist
at halda málið reint í báðum
dystunum. So hví nú – móti
helst sterkast álopinum í
heiminum?
José
Mourinho
gjørdi
sama feilin í 2010, tá hann
tapti heili 5-0 í fyrstu »El
Clasico«
uppgerðini
sum
Real Madrid venjari. Tá vóru
seks teir fremstu Cristiano
Ronaldo, Karim Benzema,
Ángel di María, Xavi Alonso
Mesut Ozil og Sami Khedira.
Tá valdi José Mourinho
longu í hálvleikinum at seta
ein verjukenda miðvallara
inn. Spurningurin er hví
Rafael Benitez ikki gjørdi tað
sama leygarkvøldið.
Tað líkist ikki spanska
venjaranum, at standa seg
so illa taktiskt. Hann hevur
verið kroystur í eina tíð. Ser
liga er tað spælistílurin, sum
spælarar, miðlar og viðhalds
fólk fílast á. Spurningurin
er, um hann á fyrsta sinni
í longri tíð hevur latið seg
trýst til at spæla við einum
framrættaðum liðið?
Um so er, so er tað ein
brølari. Ein brølari, ið kann
kosta honum starvið sum
venjari hjá barndómsfelag
num. Helst hevði tað longu
havt kostað honum starvið,
um Barcelona vóru meiri
ágrýtnir at leggja afturat
teimum fýra málunum, sum
teir fingu.
Messi ongan veg
– Ronaldo kanska
Umframt
søgurnar,
at
Cristiano Ronaldo er á veg til
PSG ella enntá Manchester
United, sum hann tó sjálvur
hevur avsannað, so hevur
eisini verið at hoyrt, at Lionel
Messi umhugsar at takka
fyri seg í Barcelona. Hesa
ferð er Arsenal felagið, sum
skal hava ágóðan av fýrfalda
Ballon d’Or vinnaranum.
Bæði Lionel Messi og
Neymar eru í skattatrupul
leikum við mynduleikarnar
í Spania, men tað er ilt at
síggja hvørki Messi ella
Neymar skifta frá Barcelona.
Báðir passa perfekt til spæli
stílin og hugmyndina av
katalanska felagnum.
Í januar legst Arda Turan
afturat hópinum, tá kann
Barcelon aftur keypa spæl
arar.
Hinvegin, so er tað ein
møguleiki fyri, at vit leygar
kvøldið sóu byrjanina til
endan hjá Cristiano Ronaldo
í Real Madrid. Fleiri og fleiri
viðmerkjarar
við
góðum
keldum vísa á, at skiftið
til franskan fótbólt er ein
møguleiki. PSG hungrar eftir
einum avloysara fyri 34 ára
gamla Zlatan Ibrahimovic.
Einum
avloysara,
sum
kann vinna teimum gylta
Champions League steypið.
Men líka mikið hvar Ronaldo
spælir, so tykist líkt til, at
hann kemur at kappast
við Barcelona um steypið –
hvørtfall í nøkur ár afturat.
Real Madrid - Barcelona 0-4 (0-2)
0-1 Luis Suarez, 11
0-2 Neymar, 39
0-3 Andrés Iniesta, 53
0-4 Luis Suarez, 74
Real Madrid: Keylor Navas, Danilo, Sergio Ramos(liðsk), Raphael Varane,
Marcelo ( Danial Carvajal, 55.min), Luka Modric, Gareth Bale, Toni Kroos,
James Rodriguez (Isco, 55.min), Cristiano Ronaldo, Karim Benzema
Á bonkinum uttan at koma inn: Kiko Casilla, Pepe, Casemiro, Mateo Kovacic,
Jese
Gul kort: Sergio Ramos, James Rodriguez, Daniel Carvajal
Útvísing: Isco, 84
Venjari: Rafael Benitez
FC Barcelona: Claudio Bravo, Jordi Alba, Gerard Pique, Javier Mascherano
(Jeremy Mathieu, 27.min), Dani Alves, Sergio Busquets, Andrés Iniesta (Munir
El Haddadi, 77.min), Ivan Rakitic (Lionel Messi, 57.min), Sergio Roberto, Luis
Suarez, Neymar
Á bonkinum uttan at koma inn: Marc Ter Stegen, Sandro, Adriano,
Thomas Vermaelen
Gul kort: Dani Alves, Ivan Rakitic
Venjari: Luis Enrique
Rafael Benitez er venjarin, sum tey flestu elska at hata.
Myndir: Polfoto
Altjóða miðlar skriva eftir dystin, at Cristiano Ronaldo
er troyttur av Rafael Benitez, og hansara verjukendu
fótbóltshugsjón. Spanska blaðið, AS, skrivar enntá,
at Cristiano Ronaldo hevur boðað Real Madrid frá,
at antin skal Rafael Benitez frá, ella rýmur hann
Myndir: Polfoto