mánadagur 23. november 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. november 2015 · Nr. 135
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
útlendskur fótbóltur
FC Barcelona staðfesti leygarkvøldið, at teir eru besta liðið í
heiminum. Hinvegin, so sær Real Madrid út sum eitt lið, sum
er í upploysn. Serliga Cristiano Ronaldo er ónøgdur
Tróndur Arge
Um vikuskiftið var helst
størsti einstaki landskapp
ingardysturin í heiminum
spældur
á
Santiago
Beranbéu
leikvøllinum
í
Madrid. Real Madrid tók
móti arvafíggindanum úr
Barcelona.
Dysturin,
sum
hevur
fingið heitið »El Clasico«,
hevur politiskar undirtónar,
og kann fáa sinnið í kók hjá
báðum
pørtunum.
Hesa
ferð var einki undantak. FC
Barcelona vann dystin heili
4-0. Uppgerðini bjóðaði eisini
upp á eitt reyt kort, fleiri tví
dystir og spæl í heimsflokki
frá Neymar, Luis Suarez og
Andrés Iniesta.
Frá kreppu
til alt vinnandi
Fyri einum ári síðani var
Barcelona í kreppu. Venjarin,
Luis Enrique, sum á sinni
skifti frá Real Madrid til
Barcelona
sum
spælar,
gjørdi tað, ið tí ikki mást
sum venjari hjá Barcelona.
Hann setti fýrfalda Ballon
d’Or vinnaran, Lionel Messi,
á bonkin. Real Madrid setti
um sama mundi spanskt
met, tá teir vunnu 22 dystir
upp í slag.
Eitt ár seinni er alt
broytt. Real Madrid tapti
23. dystin, meðan Barcelona
við Lionel Messi, Neymar og
Luis Suarez vann La Liga,
Copa del Rey og ikki minst
Champions
League.
Real
Madrid stóð eftir við ongum.
Í ár hava liðini fylgst, men
seinastu tveir dystirnir hev
ur Barcelona fingið seks stig,
meðan Real Madrid einki stig
hevur fingið. Teir hava tapt
fyri Sevilla og Barcelona. Við
sigrinum er Barcelona nú
seks stig frammanfyri.
Katalonar í
dreymalandi
Fyri Barcelona kemur sig
urin ótrúliga væl við. Eitt er,
at teir hava vunnið á Real
Madrid. Hitt er, at umstøð
urnar hjá Barcelona hava
ikki verið optimalar til »El
Clasico«.
Stóran stjørnan á Barce
lona liðnum, er 28 ára gamli
bóltsnillingurin,
Lionel
Messi. Hann hevur verið
skaddur í skjótt tveir mán
aðir, men sat á bonkinum til
hendan dystin.
Tað hevur tó ikki verið
stórur saknur í lágvaksna
dribblaranum, tí Neymar
og Luis Suarez hava hvør í
sínum lag fylt stóru skjógv
arnar hjá argentinska lands
liðsspælaranum. Teir hava
skorað mál upp á samliband,
og avgjørt at kalla allar
dystirnar. Barcelona hevur
prógvað, at teir eru annað
enn Lione Messi.
Barcelona hevur fingið
forboð fyri at keypa spæl
arar í eitt ár. Forboðið er
galdandi alt 2015. Sostatt
hevur Barcelona ikki kunna
styrkt sær um hópin, eins og
Real Madrid farna árið. Tað
hevur tað annars verið brúk
fyri, tí liðið hevur havt fleiri
skaða, umframt at felagið
valdi at selja Pedro.
Barcelona líkt, so hava
teir í millum annað Sergio
Roberto ment enn ein góðan
spælara. Hann byrjaði inni
leygarkvøldið, og prógvaði
at hann hevur evnini at blíva
ein fyrsta liðsspælari hjá
felagnum. Millum annað, við
at leggja upp til fyrsta málið
í dystinum, tá hann spældi
Luis Suarez leysan.
Jú, katalanska stórfelagið
hevur taklað bæði skaðar og
keypsbannið væl.
Rafael Benitez, venjari
hjá Real Madrid, mundi eis
ini hugsa sítt, tá hann tíggju
minuttir inn í seinna hálvleik,
júst eftir at Barcelona hevði
økt til 3-0, sá at Lionel Messi
skuldi á vøllin.
Andrés Iniesta
– klappaður av
Santiago Bernabéu
Stutt
frammanundan,
at
Lionel Messi kom á vøllin,
skoraði Barcelona flottasta
málið í dystinum. Róligi
miðvallarin
við
nærmast
gandakendum bóltnerting
um, Andrés Iniesta, spældi
banda við Neymar á brots
teigarmarkinum.
Siðani setti Barcelona lið
skiparin, á degnum, ferð á.
Hann er fyrstur á bóltinum
frá Neymar, og við einum
bleytum, men avgjørdum
skoti sendir hann bóltin upp
í málhornið.
31
ára
gamli
Andrés
Iniesta
er
uppvaksin
á
venjingarmiðstøðini
hjá
Barcelona, sum ber heitið
»La Masía«. Hann hevur ein
framúr góðan bóltførleika,
gott eyga fyri spælinum og
hevur hegnið til at spæla júst
røttu avleveringina til røttu
tíðina. Tað prógvaði hann
eisini, tá hann legði upp til
2-0 málið, ið Neymar skoraði.
Hann er lítillátin, eyð
mjúkur og róligur í sinninum.
Hann
hevur
saman
við
Lionel
Messi
og
Xavi
Hernandez verið ímyndin
av nýggja Barcelona liðnum,
sum síðani 2009 hevur verið
greitt tað besta liðið í heim
inum.
Í Spania er ikki óvanligt,
at áskoðarar kring alt landið
klappa,
tá
hann
verður
skiftur inn ella út. Hetta
kemst serliga av avgerandi
málinum í HM finaluni í
2010, tá Spania endiliga vann
heimsmeistaraheitið.
Tó
skerst ikki burtur, at hansara
háttur at spæla fótbólt upp á,
og hansara tilgongd til lívið
uttanfyri vøllin, ger at fólkið
hevur lættari við at geva
honum viðurkenning, hóast
hann spælir við mótstøðu
liðnum.
Tó munnu tey flestu ikki
hava roknað við, at meiri
lutin av áskoðarunum á
Santiago Bernabéu fór at
reisast og klappa, tá Andrés
Iniesta trettan minuttir fyri
tíð bleiv útskiftur.
Tí hann skoraði avgerandi
málið í HM finaluni í 2010?
Ja kanska. Ella kanska tí
tey viðurkenna, at Andrés
Iniesta
hetta
kvøldið
var í serflokki – eins og
Ronaldinho var tað í 2005.
Barcelona
í heimsflokki
Real Madrid
eyðmýkt
Andrés Iniesta skoraði flottasta málið í dystinum