Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 23. november 2015 · Nr. 135 ítróttur svimjing Pál er bara Pál – Hóast hann er ein av heimsins bestu, so hevur hetta als ikki ávirkað hansara verumáta, sigur Astrið Foldarskarð, sum um eina góða viku luttekur í EM saman við við eitt nú Páli Joensen Astrið Foldarskarð Pætur Albinus Í døgunum 2. til 6. desembur fara tríggir føroyskir svimj­ arar til ísraelska býin Netanya, har teir skulu luttaka í EM á stuttgeil. Stutt­ geil er 25m-hylur. Tey, sum eru úttikin, eru Pál Joensen úr Suðuroyar Svimji­felag, Alvi Hjelm úr Ægir og Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag kláraði eisini kravtíðina til kappingina og fekk tilboð um at koma við, men hann valdi aðra kapping ístaðin. Ein annar føroyingur verð­ur tó við. Tað er Magnus Jákups­son, sum tó umboðar danska landsliðið. Roynd Ein av teimum, sum fer við til Ísraels, er Astrið Foldarskarð. Hóast hon einans er 21 ára gomul, so er hon ógvuliga royndur svimjari og hevur luttikið í bæði HM, EM og World Cup. Svimjileiðin hjá henni hevur verið heldur øðrvísi. Hon er úr Rituvík, og sum seks ára gomul byrjaði hon at venja við nærmasta svimji­ felag, Flot á Toftum. Fyrstu venjarar hennara vóru Rókur í Jákupsstovu og Rúni Gaardbo. Við Flot svam hon í nógv ár, men fyri fimm árum síð­ ani metti hon tað vera neyð­ ugt, at hon slapp at venja í ein­um longri hyli. Tískil gjørdu hon og tveir aðrir svimj­arar av at skifta til svimjifelagið Ægir í Klaksvík, har hon slapp at venja í 25m-hyli og hevði Petur Heðin á Fløtti sum venjara. Tvey ár seinni flutti hon til Danmarkar. Av tí at sjeikur hennara, René S. Joensen, tá spældi Brøndby, flutti hon hagar og vandi við felagnum VAT í Keypmannahavn. Árið eftir fluttu tey tó heimaftur til Føroya, nærri nágreiniliga til Havnar, og síðani tá hevur Astrið svomið við Havnar Svimji­felag, her hon hevur portu­gisiska venjaran Rui Filipe Magalhães. Málið Sjálv skal Astrið luttaka í 50m frí, 100m frí, 50m fir­vald og 100m firvald. Hóast form­ urin er góður og vónir­nar tað sama, so er hon realistisk við­víkjandi úrslitunum í hesi kappingini. – Vónirnar eru góðar, men støðið er rættiliga høgt, so heiðursmerki verður tað ikki til. Men vónandi seinni í tíð­ini, sigur Astrið og peikar á, at nakrir av heimsins bestu svimjarum vera við í kapp­ ingini í Netanya. Hóast málið ikki er sigursskammilin, so hava hon og venjarin, Rui, tosað saman um at røkka øðrum málum. – Eg vóni at eg klári at liggja mitt í og ikki ov aftar­ liga. Sum eg og venjarin, Rui, hava tosað um, so vóna vit at eg fái okkurt føroyskt met, sigur Astrið. Um Pál Sum vera man innan svimj­ ing seinastu árini, so gongur mesta tosið um Pál Joensen. Astrið heldur tað vera bæði stuttligt og læruríkt at vera í ferðalagi saman við Páli. – Tað er stuttligt at vera í hópi saman við Páli, sum jú er ein stjørna. Hann er sera fittur og góður at vera í ferða­lagi saman við. Hann hevur nógvar royndir innan svimj­ing og vegleiðir okkum um ymiskt innan svimjing, sig­ur Astrið og heldur fram: – Og so eisini bara tann per­sónurin Pál er, hóast hann er ein av heimsins bestu, so hevur hetta als ikki ávirk­að hansara verumáta, sigur Astrið Foldarskarð at enda. albinus@sosialurin.fo