mánadagur 23. november 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. november 2015 · Nr. 135
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Helgi endurtók
bragdið hjá Heina
Samantalda úrslitið var lakari í EM kappingini, enn málið
plagar at vera í OL, men Føroyar hildu pláss, og javnleikurin
ímóti Danmark leygardagin var glæsiligur
em talv
Jóannes Hansen
Seinnapartin í dag koma før
oysku telvararnir, sum frá
fríggjadegnum í næstsíðstu
viku og fram til í gjár lut
tóku í EM í talvi fyri lið í
Reykjavík, til hús aftur. Í
ferðalagnum eru Helgi Dam
Ziska, John Rødgaard, Høgni
Egilstoft
Nielsen,
Rógvi
Egilstoft Nielsen og John
Arni Nilssen, sum luttóku í
EM kappingini, formaðurin
í
Talvsambandi
Føroya,
Finnbjørn Vang, sum var
ferðaleiðari, og Hans Hjalti
Skaale, sum var dómari.
Einasti
føroyingurin,
sum ikki er við flogfarinum
hjá Atlantsflog úr Reykjavík
í dag, er Helgi Dam Ziska.
Hann fór longu í gjár úr
Keflavík og suður til Edin
burgh í Skotlandi, har hann
er undir útbúgving.
Tað vakti ans, tá ið tað
leygarkvøldið varð greitt,
at fremsti telvari føroyinga
nakrantíð, Helgi Dam Ziska,
ikki fór at vera á liðnum í
gjár í síðsta umfari ímóti
Eysturríki. Orsøkin var tann,
at Helgi var troyttur eftir at
hava vart fyrsta borðið í átta
talvum í níggju dagar og eftir
aftur og aftur at hava sitið
yvir av stórmeistarum. Ein
onnur orsøk er, at próvtøka
fyrst í hesi vikuni bíðar Helga
í Skotlandi, og uppaftur ein
onnur orsøk var, at Helgi ikki
hevði møguleika at vinna IM
normin, sum restar í fyri at
hann kann verða fyrsti før
oyski stórmeistarin.
Hildu tørn
Kappingin í Reykjavík var
tann fyrsta, sum føroyska
talvlandsliðið hevur luttikið í
liðkapping um EM. Føroyska
liðið hevur í mong ár luttikið
í OL. Tá plagar setningurin
at vera at røkka 50 prosent í
úrtøku, og tað hevur eydnast
onkra ferðina.
Í Reykjavík var úrtøkan
væl minni enn hálvt hundrað
prosent. Burtur úr 36 talvum
vunnu føroyingarnir 13 ½
stig ella 37,5 prosent. Úrtøkan
var tó soleiðis, sum tað kundi
roknast við. Føroyar vunnu
tveir dystir og ein endaði
við remis. Tað bar við sær 5
dystarstig, og Føroyar end
aðu nummar 34. Tað luttóku
36 lið í kappingini, og Føroyar
endaðu fremri enn Kosovo
og Skotland. Hetta var júst
soleiðis, sum tað framman
undan varð roknað við.
Harvið hildu Føroyar tørn
um plássið, sum Føroyar
vóru
styrkismettar
at
røkka.
At úrtøkan var lakari, enn
hon fleiri ferðir hevur verið í
OL kappingunum kemst av,
at Europa eigur lutfalsliga
so nógvar stinnar talvtjóðir.
Eftir rembingarnar í Eystur
europa fyri einari fjórð
ings øld síðani eru europe
isku
stórveldini
í
talvi
vorðin
upp
aftur
fleiri.
Russland vann kappingina
í Reykjavik, og tey næstu
í
røðini
vóru
Armenia,
Ungarn, Frakland, Ukreina,
Týskland, Aserbajan, Spania,
Georgia,
England,
Niður
lond og Tjekkia. Undir kalda
krígnum
vóru
fimm
av
hesum tólv nú bestu talv
tjóðunum í Europa ikki við
í EM kappingini, tí tey vóru
ikki sjálvstøðugar tjóðir.
Rógvi stóð seg væl
Tað var eitt sindur misjavnt,
hvussu tað hepnaðist hjá
føroysku
luttakarunum.
Helgi Dam Ziska var við
í
øllum
teimum
fyrstu
átta umførunum, og eisini
Rógvi Egilstoft Nielsen var
við í átta umførum. John
Rødgaard og Høgni Egilstoft
Nielsen telvaðu sjey ferðir,
og John Arni Nilssen var við
í seks dystum.
Helgi Dam Ziska vann
lutfalsliga størstu úrtøkuna
av
føroysku
telvarunum.
Hann vann 4 ½ stig, og Rógvi
Egilstoft Nielsen stóð seg eis
ini ógvuliga væl. Hann vann
4 av 8 stigum ella 50 prosent
í úrtøku. Lakari vignaðist
tað hjá hinum trimum –
Høgni Egilstoft Nielsen 2 av
7 stigum, John Rødgaard 1
½ av 7 stigum og John Arni
Nilssen 1 av 6 stigum.
Roknað út frá styrkistal
inum vignaðist tað serliga
væl hjá Rógva Egilstoft
Nielsen, sum vann 29,8 stig
aftrat. Helgi Dam Ziska vann
3,9, meðan pílurin peikaði
hin vegin hjá hinum trimum
føroyingunum.
Bjartasta løtan
Føroyar vunnu sannførandi
– 3 ½ - ½ - á Skotlandi og 2
½ - 1 ½ ímóti Kosovo. Her var
talan um favorittsigrar.
Javnleikurin varð vunnin
leygardagin, tá ið tað eydn
aðist at røkka 2-2 ímóti Dan
mark.
Tá ið tað fríggjakvøldið
varð greitt, at tað leygardagin
fór at verða talan um innan
hýsis
uppgerð
millum
Føroyar og Danmark, varð
tað so upplagt at leita aftur
til OL í 1992.
Tiltikið er tað, tá ið
Føroyar og Danmark hitt
ust í OL í talvi í Manilla í
Filipsoyggjunum í 1992. Tá
var úrslitið 2-2. Minnisríkt
er tað, at Heini Olsen, sáli,
sum var føroyskur meistari
í 1989, 1991, 1992, 1993 og
aftur í 1999, vann á tá trí
falda danska meistaranum
Carsten Høi. Hetta var eftir,
at talvið var niðurlagt, og
eftir at teir totaðust í 86
leikir. Styrkistalið hjá Heina
var 2320 og hjá Carsten Høi
2369, tá ið teir hittust á øðr
um borði í Manilla.
Á fyrsta borði megnaði
John Rødgaard, sum eisini
var á føroyska liðnum í
Reykjavík,
remis
ímóti
Erlingi Mortensen, og tað
var eisini úrslitið á fjórða
borði, har Torbjørn Thomsen
telvaði
ímóti
Henrik
Danielsen. Jens Christian
Hansen tapti á triðja borði
ímóti Karsten Rasmussen, og
harvið var úrslitið 2-2. Fimti
maður á føroyska liðnum
ta ferðina var Jóan Petur
Midjord.
Bragdið frá Manilla varð
endurtikið
leygardagin.
Helgi Dam Ziska setti á
fyrsta borði trífalda danska
meistaran GM Sune Berg
Hansen upp á pláss, og tað
sama gjørdi væl upplagdi
Rógvi Egilstoft Nielsen á
fjórði borði, tá ið hann vann
á Bjørn Møller Ochsner. John
Rødgaard og Høgni Egilstoft
Nielsen taptu ímóti ávikavíst
GM Lars Schandroff og IM
Mads Andersen.