mánadagur 23. november 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 23. november 2015 · Nr. 135
ítróttur
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Í blaðnum í dag hava vit millum annað
samrøðu við Áka Egilsnes, sum í løtuni er
í samráðingum við íslendska felagið, ÍBV.
Í samrøðuni sigur Áki, at hann ikki ynskir
at koma í somu støðu sum Jóhan á Plógv
Hansen á sinni, tá føroyski vongurin
mátti velja danska landsliðið fyri at fáa
landsdystir.
Nú er ikki vist, at Áki Egilsnes kemur at spæla
hondbólt á eins høgum stigi, at ein úttøka til eitt
møguligt danskt landslið kemur upp á spæl. Men
tað er hugvekjandi, at Áki í samrøðuni sigur, at hann
ynskir at spæla fyri Føroyar, men hevði gjørt eins
og Jóhan á Plógv Hansen, um hann var í somu støðu
sum Jóhan.
Kjakið um framtíðina í føroyskum hondbólti er
aftur á breddanum, eftir at Suni Merkistein enn eina
ferð hevur útmerkað seg við einum dokumentari
um søguligar føroyskar ítróttarhendingar. »Teim
bilti ei magn ella mót« er heitið á sendingini, sum
Kringvarpið varpaði út í stovurnar hóskvøldið.
Umframt søguligu hendingar frá 1976 í Portugal og
1980 í Føroyum, so var eisini kjak um framtíðina í
føroyskum hondbólt. Her vísti Hallur Danielsen,
formaður í Hondbóltssambandinum, á at arbeitt
verður móti at fáa landsliðið hjá bæði kvinnum og
monnum at spæla javnan í altjóða kappingum.
Framgongdin er longu at hóma, og vónandi heldur
tað fram. Tað er tó ein sannroynd, at tað krevur
nógvar góðar kreftir at fáa slíkt upp á beinini. Tí
er tað alneyðugt, at allar góðar kreftir taka eina
hond í, tí annars anda vit bara við at kunna síggja
okkara bestu spælarar spæla fyri onnur landslið.
Landsliðsarbeiði í hondbólti má fyri alt í verðini ikki
deeta niðurfyri. Tað hava vit ikki ráð til.
Greinarøð sett eld í
Í farnu viku gav varaborgarstjórin, Jógvan Arge, ilt
av sær um útmeldingarnar hjá Heðini Mortensen,
borgarstjóra, og Helenu Dam á Neystabø, forkvinnu
í mentamálanevndini. Hann heldur at samgongan í
Tórshavnar býráð reypar, tá tey siga, at 50 milliónir
krónur skulu brúka upp á ítróttaríløgur í komandi
ári.
Her á ÍtróttarSosialinum fegnast vit um, at røringur
er komin í kommununa, sum eisini hevur havt bæði
borðtennis- og judosambandið til fundar. Eisini
verður víst á, at Høllin á Hálsi skal útbyggjast.
Tað er alt fínt, men lurta tit eftir fakfólkinum – tað
eru tey, sum íðka, skipa og varða av ítróttinum – so
er afturgangandi loysnin ein multihøll, sum kann
hýsa fleiri ítróttargreinum á einum og sama staði.
Tí kundi verið hugaligt at sæð eina loysn, har
ítróttarfólkini, borgararnar, samgongan og
andstøðan í býráðunum vóru samd um, at hetta er
tað rætta at gera. Tá vænti eg, at vit vinna mest í
longdini.
P.S. Tað er ongin loyna, at eg haldi við Liverpool og
Barcelona. Tí var tað ein ógloymandi løta, tá eg sat og
hugdi eftir tveimum skermum í senn, og sá Liverpool
vinna 4-1 úti móti Manchester City, og samstundis
síggja Barcelona vinna heili 4-0 á Real Madrid á
Santiago Bernabéu. Eg veit ikki um eg nakrantíð
upplivi tað aftur, so eg mátti festa tað á papír.
Øll mugu
taka hond í
www.hb.fo:
HB-legenda heldur fram sum hjálparvenjari
www.if.fo:
Vit hava í kvøld gjørt avtalu við nýggjan málmann. Talan er um 21 ára
gamla Oliver Nickolaj Djuraas Korch, sum vanliga verður nevndur Oliver
Korch.
www.fsf.fo:
Mánadagin 28. mars komandi ár skal føroyska A-landsliðið við monnum
á vøllin aftur, tá Føroyar og Liktinstein møtast í venjingardysti í Marbella
í Spania
www.fif.fo:
Eirikur er í stórformi, og vann fyri aðru ferð eitt umfar av Vetrarkappingini
www.nordlysid.fo:
U21 landsliðsleikari venur við HB. Talan er um Magnus Egilsson, sum er
uppaldur í HB, men sum seinastu árini hevur spælt við AB
www.svimjing.fo:
Altjóða svimjisambandið FINA fegnast í morgun um at ST felagsskapurin
UNESCO hevur broytt sín ítróttarsáttmála til beinleiðis at siga, at
svimjiførleiki er ein lívsneyðugur førleiki hjá øllum sum kunnu hugsast at
kunna drukna.
Ítróttar
klumman
Tróndur Arge
Heimasíðurnar skriva:
Hamar vann
grannauppgerðina
Eyðvør aftur á blettinum
Fyrsta umfar í fyrstu landskappingini naktantíð
í føroysku kurvabóltsdeildini er spælt
Toftum er á odda við tveim
um sigrum og ongum tapt
um dysti, meðan Hamar um
vikuskiftið við sigri á Sporð
drekanum hevur lagt seg á
annað pláss.
Fyrsti dysturin nakrantíð
endaði við 63-35 sigri til Ravn
móti Hamar. Síðani vann
Ravnur tættan dyst móti
Sporðdrekanum við 64-61.
Leygardagin var dystur
í skúlanum á Argjahamri
millum
Sporðdrekan
og
Hamar. Fyrsta grannaupp
gerðin
í
landskappingar
samanhangi endaði við 87-79
til Hamar. Tað leingi leingi
javnt á, áðrenn Hamar fekk
avgerandi stigini, sum kopp
aðu dystin til fyrimuns fyri
teir í hvítum.
Fyrsta umfar í landskapp
ingini er nú spælt. Tað eru
fýra umfør, harav eitt afturat
verður fyri jól, meðan tvey
umfør verða spæld eftir jól.
trondur@sosialurin.fo
Kurvabóltslandskappingin
Úrslit:
Hamar - Ravnur 35 - 63
Ravnur - Sporðdrekin 64 - 61
Sporðdrekin - Hamar 79 - 87
Stigatalvan:
Ravnur 2-0
(Vunnið tveir – Ongan tapt)
Hamar 1-1
Sporðdrekin 0-2
Síðsta
sunnudag
skoraði
føroyski landsliðsspælarin
í fótbólti tríggjar ferðir,
tá ið CD Marino vann fyri
fyrstu ferð í hesum kapp
ingarárinum. Aftur í gjár
var Eyðvør Klakstein á blett
inum, tá ið hon skoraði á úti
vølli.
Eyðvør og tær spældu á
útivølli ímóti Mulier FCN í
næstbestu sponsku deildini.
Dysturin
varð
spældur
í Pamplona, býurin sum
man vera best kendur fyri
San Fermin stevnuna, tá ið
tarvar renna í gøtunum, og
áskoðararnir fegnast.
CD Marino legði seg á
odda í fyrra hálvleiki, og tá ið
spælararnir fóru at hvíla seg,
var eingin ivi um, at Eyðvør
Klakstein og liðfelagarnir
høvdu verið omaná.
Eftir steðgin fótaði Mulier
FCN sær, skoraði eftir lítlari
løtu tvey mál og legði seg
harvið fram um 2-1. Eyðvør
Klakstein varð síðani flutt
fram í álopið, har hon javn
aði til 2-2. Javnleikurin helt
sær tíverri ikki fyri tær í
CD Marino. Mulier FCN, ið
liggur triði fremst, vann við
einum máli. Sigursmálið til
3-2 varð skorað fram ímóti
dystarenda. CD Marino ligg
ur nú á áttanda plássi. Um
eina viku skulu Eyðvør og
tær spæla ímóti suverena
toppliðnum Logrono, sum
hevur vunnið allar dystirnar
higartil og er langt framman
fyri øll hini liðini.
joannes@sosialurin.fo
Málmaskinan hjá
Eyðvør Klakstein
er av álvara
farin at rigga
suðuri í Spania