mánadagur 23. november 2015síða 40
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 48 • 23. NOVEMBER 2015
8
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Annika Hoydal
er takksom
A
nnika Hoydal hevur í hálva
øld verið virkini í føroyskum
tónleiki, og nú hon rundar
tey sjeyti er hon aktuell við nýggjari
útgávu. Takksemið streymar gjøgnum
nýggju útgávuna, sum kallast Endur-
ljós. Tað verði seg takksemi yvir lívið –
tað dýra undrið, sum okkum var givið,
men eisini yvir poesi, tónleik og allar
tær mongu upplivingar, sum lívið gav.
Útgávan er fjølbroytt í stíli, summi
løg hava okkurt føroyskt vísukent
yvir sær, meðan onnur fara dansandi
avstað undir heitari sól. Onkrir sangir
eru vakrir inniligir og rørandi, meðan
aðrir eru burleskt skemtiligir.
Sjálvt um fleiri eldri sangir verða
nýtulkaðir, er talan als ikki um nakað
afturlítandi
farvæl,
tvørturímóti.
Annika Hoydal er í betri venjing
enn
nakrantíð.
Hennara
sterka og reina rødd ljómar
vøkur og sterk, bæði tá hon
syngur sínar sangir, sum fyri
langari tíð síðani eru vorðin
fólkaogn, og tá hon ber fram
spildurnýggju løgini, sum hon
hevur skrivað til tekstir hjá
bróðrinum, Gunnari Hoydal.
GAMALT
RIT
NÝGGJAN
RITSTJÓRA
44 ára gamla Dorit Hansen er
nýggjur ritstjóri á mentanarritinum
Varðanum, sum er komið út í 94 ár.
Dorit Hansen arbeiðir sum ritstjóri
í Námi og hevur eisini arbeitt sum
fríyrkismiðlafólk, har hon m.a.
hevur ritstjórnað eykablaðnum
Mentan hjá Miðlahúsinum. Dorit
er útbúgvin cand. mag í enskum og
samtíðarsøgu/samfelagsgreining,
og hevur drúgvar royndir sum mið-
námsskúlalærari. Varðin byrjaði
sum mentanarligur felagsskapur í
1912, og í 1921 kom fyrsta tíðar-
ritið út. Nógvir góðir menn hava
ritstjórnað Varðanum. Úr rúgvuni
kunnu vit nevna Gunnar Hoydal,
Steinbjørn B. Jacobsen, Christian
Matras, Heðin Brú, William Heine-
sen og Rikard Long.
Annika Hoydal heldur 70 ára
dagin við nýggjari útgávu
Protestsangarin
krevur nú vápnaðar
vaktir til sínar
konsertir
Nógvir kendir tónleikarar hava avlýst
konsertir eftir álopið á spælistaðið La
Bataclan fyri viku síðani. Millum teir
eru Prince, U2, Motorhead og Foo
Fighters.
Legendariski tónleikarin Bob Dylan
heldur fram við sínari konsertferð,
men hann hevur sett nýggj krøv til
trygdina í sambandi við konsertirnar.
Bob Dylan vil nú hava vápnaðar vaktir
við allar inngongdir til støðini, har
hann spælir, og hann vil eisini hava
vápnað fólk millum áhoyrararnar.
Í Bologna í Italia stóð løgreglan
fyri hesum vaktarhaldi, og soleiðis
verður helst á komandi konsertum í
Europa.
Bólkurin Eagles of Deadth Metal,
sum spældi á Bataclan í París, tá
ið yvirgangsmenn lupu á staðið og
drupu 89 fólk, hava avlýst allar sínar
konsertir.
Bob Dylan vil hava
vápnaðar vaktir
Annika Hoydal hevur
verið virkin sum
tónleikari í hálva øld,
og tað markerar hon
við nýggjari útgávu
89 fólk doyðu og eini 200 fingu løstir,
tá ið yvirgangsmenn fyri góðari viku
síðani lupu á spælistaðið La Bataclan
í París. Hetta kvøldið spældi Eagles of
Death Metal á spælistaðnum, og nógv
fólk var komið at lurta.
Hóast blóðuga yvirgangsálopið
fer at knýta seg til navnið og staðið
La Bataclan, vilja tey, sum standa fyri
staðnum, halda fram við virkseminum.
Dominique Revert, sum er ein av
leiðarunum, sigur við Billboard, at
tey ætla at lata upp aftur einaferð í
framtíðini.
– Vit lata uppaftur, tað er eingin
ivi um tað. Tað verður sjálvandi tungt
í eina tíð, ja, kanska fleiri ár, men vit
nokta at yvirgeva okkum til yvirgang,
sigur hann.
La Bataclan læt upp í 1864 og
bjóðaði millum annað sangfram-
førslur. Seinni var staðið biografur,
og í 1970’unum varð tað gjørt til
spælistað við konsertum og fram-
førslum. Tónleikanøvn sum Foo
Fighter, Jeff Buckley og Kanye West
hava framført har.
Fram til september í ár áttu
tveir mans av jødiskum uppruna
spælistaðið og høvdu av og á tiltøk
til frama fyri Ísrael. Tað hevði við
sær atfinningar og hóttanir frá víð-
gongdum islamistum.
Álopið spælistað
heldur fram
Spæliðstaðið Le Bataclan í París noktar
at yvirgeva seg eftir yvirgangsálop
Bob Dylan vil hava vápnaðar vaktir til konsertir í Europa
La Bataclan fer
ikki í søguna eftir
yvirgangsálopið
fyri viku síðani