hósdagur 5. august 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SUMMAR FESTIVALUR 2004
SUMMAR FESTIVALUR 2004
6
7
C
M
Y
K
7
6
Kjell Samuelson er helst
best kendur sum »ein av
Samuelson
brøðrunum«,
men seinastu mongu árini
hevur hann givið tónleik út
sjálvur og spælt á konsert-
um og øðrum tiltøkum.
Kjell, Olle, Jard og Rolf
mannaðu sera væl umtókta
gospelbólkinum Samuel-
sons í 70'unum og 80'un-
um, og teir ferðaðust víða
við sínum tónleiki. Í 1981
doyði Rolf, og hóast hinir
tríggir hildu fram við bólki-
num í eina tíð, so gjørdist
hetta endin á bólkinum.
– Saknurin av Rolf gjørd-
ist ov stórur hjá okkum,
sum vóru eftir, og hjá
áhoyrarunum, og tí góvust
við aftaná nøkur ár og fóru
at arbeiða við tónleiki hvør
sær, sigur Kjell Samuelson.
ÚR AT GERA
Hann hevur seinastu árini
givið út fimm fløgur, har ein
partur hevur verið sangir,
sum hann sjálvur hevur
skrivað. Hann er við á mill-
um sjeyti og áttati møtum
og konsertum í ár, og hann
hevur verið í ella skal til
lond sum Noreg, Danmark,
Finnland, Estland, Russland
og Føroya.
Harafturat hevur hann
tvær útgávur á bakkastokki.
Onnur er ein solofløgu við
nýggjum sangum hjá sær
sjálvum, og hendan fløgan
fær heitið »Goda Nyheter«.
Hin útgávan er eitt fløgu-
sett undir heitinum »Minns
du sången - 40 sånger und-
er 4 decennier med Sam-
uelsons och Kjell & Rolf«.
TÓNLEIKUR OG ORÐ
HAVA ÁVIRKAN
Hvat hevur tónleikur at siga
fyri teg?
– Tónleikur hevur sera
nógv at siga fyri meg, eg
kundi ikki hugsa mær eitt
lív uttan tónleikin.
– Tónleikur kann skapa
ein stemning, sum kann
gera boðskapin lættari at
vinna fram. Men tí er tað
eisini umráðandi, at tón-
leikurin og boðskapurin
hóska saman. Tónleikurin
kann lata sinnið upp, men
tónleikurin kann somuleiðis
lata sinnið aftur, um fólki
ikki dámar tónleikin.
– Tað riggar illa við hørð-
um og ágangandi rocktón-
leiki til ein boðskap um
kærleika og náði. Hinvegin
kann kristin rocktónleikur
vakja andaliga sovandi per-
sónar og fáa teir at lurta og
hugsa. Talaða orðið kann
tað sama, men orðið og
tónleikurin saman hevur
tvífalt so stóra ávirkan.
NÓGVAR STÓRAR
UPPLIVINGAR
Hvat hevur tónleikin givið
tær?
– Eg havi funnið á máta at
náa menniskju – ikki bara
kristin
trúgvandi,
men
kanska enn meira fólki,
sum ikki halda seg verða
religiøs, við evangelium.
Árini við tónleiki hava eis-
ini givið mær ein samleika,
eg eri kendur av nógvum
fólki í ymiskum londum
sum gospelsangarin Kjell
Samuelson.
Hvat hevur verið størsta
upplivingin gjøgnum árini?
– Tað er ein sera trupul
spurningur. Tað er ikki bara
tann eina størsta uppliving-
in, men heldur nógv stórar
upplivingar. Til dømis at
uppliva, hvussu ein sangur
føðist innan í tær fyri síðani
at verða spældur fyri fólki,
sum dámar hann. Men
hvørja ferð, at eg standi
framman fyri fóllki, sum
lurtar og tekur ímóti mínum
sangum og boðskapinum,
er tað ein stór uppliving.
– Tónleikur hevur eisini
ført meg til nógv áhugaverd
og hugtakandi pláss kring
heimin – til dømis til Før-
oya.
STÚRDI FYRSTU
TÍÐINA
Hvussu hevur tú tað við at
standa á einum palli?
– Eg minnist frá fyrstu tíð-
ini við Samuelson, at eg var
sera stúrin fyri at fara at
pallin, men við tíðini havi
eg arbeitt tað burtur. Men
eg kenni tó ein ávísan
spenning, tá ið eg skal
syngja fyri fólki, men eg
upplivi tað positivt.
– Eg eri engageraður og
vil hava nakað gott burtur
úr, hvørja ferð eg eri á palli-
num. Eg verði ongantíð
líkagyldugur við mínum
tónleiki.
UM KONSERTIR
Í FØROYUM:
Kjell Samuelson hevur síð-
ani sjeytiárini javnan verið í
Føroyum og sungið, og
konsertirnar við Samuelson
vóru stórhendingar her á
landi. Tað eru tó liðin átta
ár, síðani hann var her sein-
ast.
– Tað hevur verið heilt
ótrúligt at verið í Føroyum
og sungið – bæði við Samu-
elsons í 70'unum og 80'un-
um og seinni, tá ið eg havi
verið við mínum egna
bólki. Eftir eina konsert í
ítróttarhøllini í Havn minn-
ist eg, at tað vóru so nógv
fólk, sum vildu hava auto-
graf frá mær, at eg var trýst-
ur upp ímóti vegginum, og
eg gjørdist næstan bangin
av tí. Fyrst skrivaði eg mítt
fulla navn, men eftir eini
200 autografar bleiv tað
bara til »Kjell«.
– Fólk í Føroyum eru nak-
að serligt. Tey eru sera opin,
hjartalig og gestablíð. Eg
havi fingið nógvar góðar
vinir í Føroyum, og eg gleði
meg sera nógv til at koma
aftur at vitja.
Í Klaksvík fer Kjell at
spæla bæði nýggjar og
gamlar sangir, og tað er lítið
at ivast í, at størsta hittið hjá
honum í Føroyum, Tro, håb
og kærlek, eisini verður at
hoyra.
– Tónleikur
styrkir
boðskapin
– Eftir eina konsert í ítróttarhøllini í Havn
minnist eg, at tað vóru so nógv fólk, sum vildu
hava autograf frá mær, at eg var trýstur upp
ímóti vegginum, og eg gjørdist næstan bangin
av tí, sigur gospelsangarin Kjell Samuelson um
eina av sínum ferðum í Føroyum. Nú kann
hann aftur upplivast á føroyskum palli
Svenski gospelsangarin Kjell
Samuelson fer at spæla nýtt og gott
gamalt, tá ið hann er við á
gospelkonsertini á Summar
Festivalinum. Hann gleðir seg nógv
til at syngja aftur í Føroyum, her
hann ikki hevur verið í átta ár
KJELL SAMUELSON
Hanus G. Johansen er helst
fremsti føroyski vísusangar-
in, og hann hevur síðani
ungdómsárini
spælt
og
sungið fyri fólki.
Fyrstu árini var tað meira
á gøtunum í Klaksvík, at
hann spældi, og har mátti
hann við hvørt taka gittaran
á nakkan og flýggja undan
løgregluni, sum helt, at
hann órógvaði friðin, men
seinnu árini hevur hann
bæði spælt til fínastu ment-
anartiltøk, til størri og
smærri konsertir og festival-
ar.
Hanus G. Johansen dugir
at fáa eina og hvørja áhoyr-
arafjøld at lurta eftir sær.
Hann kann taka eina ør-
grynnu av ymiskum sang-
um, og hann finnur altíð
fram til kjarnina í einum til-
taki, so hann kann leggja
nakað afturat tí – undir-
halda og bergtaka.
KUNDI VERIÐ
HEIMSSTJØRNA
Tey, sum vóru til framførsl-
una hjá Hanusi á G! festi-
valinum fyri einum mánaði
síðani, upplivdu, hvussu
fantastiskt lagið er, tá ið
Hanus er á pallinum. Stóru
stjørnurnar úr útlandinum
hava nógv gott við sær, tá ið
tær koma til landið at
spæla, og tað er stuttligt at
uppliva kend nøvn á før-
oyskum palli.
Men. Og tað er sanniliga
eitt men.
Vit eiga eisini stjørnur her
á landi, sum kunnu mátast
við tær bestu og bjartastu
uttanlands. Og Hanus er
ein teirra. Hann er ein vísu-
sangari við formati, sum
kundi verið komin langt
uttanlands. Onkur tók so
rívan til og segði, at Hanus
kundi verið ein heims-
stjørna, um hann bara vildi.
Men tað vil Hanus ikki.
Hanus vil spæla, tá ið hann
hevur hug at spæla og fyri
teimum fólkum, sum hann
hevur hug at spæla fyri.
Hann er sín egni, og tað ger
hann eisini til tað spenn-
andi og hugtakandi uppliv-
ilsi, sum hann altíð er á
pallinum.
EINA OG Í BÓLKI
Hanus Gærdum Johansen
vaks upp í Klaksvík, og
hann var virkin í tónleika-
lívinum í Klaksvík í nógv ár.
Hann spældi við í onkrum
tónleikabólkum, og hann
sang og spældi eisini sjálv-
ur.
Tá ið Frændur fyrstu ferð
fóru í studio í 1984 var
Hanus Johansen við í bólki-
num. Tað kom væl við hjá
hinum sangarunum og tón-
leikarunum í bólkinum, at
Hanus var við, tí hann hevð
roynt studio áður, og einki
kundi taka hann av fótum.
Hanus var við til at seta
dám av fyrstu og aðru út-
gávuna hjá Frændum, og
hann er millum annað at
hoyra á sangum sum Hund-
urin Brúni og Friðarsangur.
Hanus hevur seinni árini
eisini spælt nógv við einum
øðrum bólki, og tað hevur
verið eitt heilt annað slag av
tónleiki. Hanus og Aldubár-
an góvu eina fløgu út, og
samstarvið hevur eisini
rokkið inn í Norðurlanda-
húsið og á aðrar føroyskar
pallar.
Hanus er eitt av okkara
størstu tónleikabegávilsum,
og hann hevur verið framúr
sum tulkari og tónasmiður.
Men tá ið alt kemur til alt,
so er Hanus helst allarbest
sum Hanus – við einum
gittara um hálsin á einum
palli.
Og tað verður hann aftur
í Klaksvík leygarkvøldið 14.
august.
Meistarligi
Hanus
Fólkakæri vísusangarin Hanus G. Johansen er
ein meistari á pallinum, og tað hevur einki at
siga, um hann spælir fyri ungum ella gomlum.
Hann dugir at fanga eina áhoyrarafjøld við
sínum framúr sangum
HANUS G. JOHANSEN
Pætur við Keldu hevur í
longri tíð arbeitt við tilfari
til eina nýggja fløgu og við
at gera ætlanina til veru-
leika. Saman við Hans
Poulsen, sum eisini fram-
leiddi lagið »Som en drøm«
til donsku prix-kappingina,
hevur hann longi arbeitt við
nýggjari fløgu, men ongin
deadline er enn sett á
ætlanina.
Hans Poulsen er bróður
kenda Óla Poulsen og hev-
ur fleiri ferðir prógvað, at
hann eisini er sum tikin úr
leikum, tá um tónleik og
tónleikaframleiðslu ræður.
Um Summarfestivalin sig-
ur Pætur:
– Talan verður um løg, ið
mær dámar. Tað er líkasum
markið fyri, hvat sleppur
við á eina konsert hjá mær.
Og talan er um løg hjá øðr-
um og egin løg.
Pætur er ofta fyrstur, tá
hann spælir á konsert og
Summarfestivalurin er onki
undantak í so máta.
– Eg hugsi ikki um tað,
men eg havi onki ímóti hes-
um leiklutinum. At spæla í
Atlantis passar væl, mót-
vegis eini útikonsert, tí mær
dámar væl undir taki og har
ljósið er dempað, sigur
Pætur við Keldu.
STÍLBLAND
Og fólk skulu ikki vænta
sær ein ávísan stíl, tá Pætur
hesaferð trínur á pall.
– Talan verður um ymiskt.
Okkurt jazzkent, fólkatón-
leik og okkurt countrykent,
hóast talan ikki júst er um
countrytónleik, sigur Pætur,
sum hevur eina fjølbroytta
skrá.
– Enn er ikki leyst og lið-
ugt við samansetingini av
tónleikarum, men eg havi
samband við ymisk og
væntandi verða eisini ymsir
sangarar, ið bæði syngja
solo og sum hjálpa við kór-
sangi, sigur Pætur við
Keldu, sum tó nevnir nøvn
á kendum og dugnaligum
tónleikarum, sum hann
nærum hevur fingið avtalu
við um at vera við á palli-
num, tá Summarfestivalurin
fer av bakkastokki.
PÆTUR VIÐ KELDU
Løg mær dámar sleppa við
Pætur við Keldu hevur ofta leiklutin sum hann, ið fyrstur skal á pall.
Hann er eisini millum tey , ið byrjar kvøldini á Summarfestivalinum í
Klaksvík, og hann hevur onki ímóti hesum leikluti. Annars sigur Pætur,
at talan verður um løg hjá øðrum og egin løg, men at fyrsta treyt er, at
talan er um løg, ið honum dámar
Hanus G. Johansen er okkara
fremsti vísusangari – fólkakærur
og hugtakandi, tá ið hann fer á
pallin við gittaranum hjá sær