hósdagur 5. august 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 146 - 5. august 2004
Nr. 146 - 5. august 2004
9
– Vinnutólið er gott,
og tað hevur gingið
hampiliga væl at fiska
og selja. Men tað er
stævið at fáa rakstur-
in at hanga saman í
løtuni. Hinvegin fær
manningin væl burt-
ur úr, tí vit eru bert
fýra mans við bátin-
um hvønn túrin,
sigur Hans Jákup
Kallsberg, sum saman
við bróðrinum, Sign-
ari og systkinabarn-
inum, Gunnari, eigur
felagið Kneysur, sum
eigur trolbátin,
Gáshøvdið
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Trolbáturin,
Gáshøvdið,
sum hevur heimstað á
Viðareiði, kom til landið,
17. juli í fjør. Báturin er
bygdur í Íslandi og er av
sama slagi sum Sæborg, ið
leirvíkingar eisini hava
latið byggja í Íslandi. Sæ-
borg kom sum nýbygningur
við ársenda í fjør.
Tað er P/F Kneysur á
Viðareiði, sum eigur Gás-
høvda og teir, sum eiga
felagið, eru brøðurnir, Hans
Jákup og Kári Kallsberg og
systkinabarnið,
Gunnar
Kallsberg, sum er skipari.
Í 1994 keyptu teir trol-
bátin, Mazeppu, frá Fisk-
aríbankanum,
sum
teir
góvu navnið, Gáshøvdið.
Hetta var ein timburbátur,
80 tons stórur, bygdur í
1967 og heimahoyrandi í
Fuglafirði. Tá ið nýggi
Gáshøvdið
kom,
hevði
gamli báturin einki fiski-
loyvi, og kallaðist tá Gás-
høvdið 1.
Herfyri varð fyrrverandi
Mazeppa søkt norðanfyri.
Eingin áhugi var fyri skip-
inum, sum einki fiskiloyvi
hevði, men eigararnir seldu
okkurt av skipinum, áðrenn
tað endaði sínar dagar á
havsins botni.
Eitt gott skip
Hans Jákup Kallsberg sig-
ur, at teir eru væl nøgdir við
Gáshøvda, nú teir hava havt
bátin í stívliga eitt ár.
– Hetta er eitt gott skip
og eitt gott vinnutól. Tað
hevur verið tungt at fingið
raksturin at hingið saman,
men verður gongdin ikki
verri, enn hon er, og viður-
skiftini við sølu av fiski
ikki versna, vónar hann, at
tað fer at bera til at reka
skipið.
Hann sigur, at fýra mans
eru við hvønn túrin, men
fimm mans eru burtur av
knýttir at bátinum.
– Men síðan, vit fingu
Gáshøvda, hava fleiri mans
verið umborð sum avloys-
arar. Teir, sum sigla fast
við, skulu eisini hava sínar
frítúrar. Í løtuni er bert ein
av
eigarunum
umborð.
Eyðvitað hevur eitt slíkt
vinnutól – um tað ikki er av
teimum størstu í flotanum –
stóran týdning fyri trivn-
aðin her á staðnum.
Hans Jákup vísir á, at
Gáshøvdið er limur í
felagnum hjá Trolbátum,
men báturin er ein av
trimum í flotanum, sum
fella uttanfyri landleiðina
um sumrarnar. Sostatt hava
hesir bátar ikki somu sømd-
ir sum aðrir bátar í felag-
num.
– Gáshøvdið, Sæborg og
Sjóborg, sum eru umleið 76
tons stórir, sleppa ikki at
fiska á landleiðini eins og
teir trolbátar, sum eru undir
54 tons. Vit søkja á hvørj-
um ári, men sleppa ikki inn
um at royna eftir flatfiski,
ið hevði verið skilabetri, nú
lítil og eingin toskur er at
fáa.
Hann heldur, at tað hevði
verið betur fyri toskastovn-
in, sum hóast alt er hin
týdningarmesti, um hesir
tríggir trolbátarnir aftrat
sluppu at royna eftir flat-
fiski um sumrarnar.
– Vit hava tvey økir beint
uttanfyri landleiðina, sum
vit kunnu royna á, Geiran
norðanfyri og eitt økið
norður úr Mykines. Men
friðingar hava eisini skert
møguleikarnar á hesum
leiðum. Haraftrat kemur, at
trolbátarnir, sum eru á
landleiðini um summarið,
kunnu eisini royna á hesum
økjum, um teir halda, at ov
lítið fæst burtur úr inn-
anfyri. Er nógvur bátur á
leiðini, kann tað gerast
trongligt at royna á hesum
økjum. Vit halda tað ikki
vera rætt, at trolbátarnir á
landleiðini sleppa út í hesi
økir at royna, tá ið teir
annars hava loyvi at royna
innanfyri, har vit ikki
sleppa at royna.
Aftrat hesum kunnu Gás-
høvdið, Sjóborg og Sæborg
royna á leiðunum báðu-
megin Skeivabanka.
Hans Jákup er avgjørdur,
tá ið hann verður spurdur,
um teir høvdu farið á land-
leiðina, um fiskivinnu-
myndugleikarnir
góvu
teimum loyvi til tess:
- Ja, tað er eingin ivi um,
at vit høvdu farið, sigur
hann.
Hýsan berandi
Sum skilst, er rættiliga lítið
av toski at fáa í løtuni.
Onnur ár hava trolbátarnir á
landleiðini verið noyddir at
sigla undan toski fyri ikki
at fáa trupulleikar við
hjáveiðiprosentinum, men
hetta hevur eftir øllum at
døma ikki verið nakar
trupulleiki í summar.
Hans Jákup ásannar, at
rættiliga lítið av toski er at
fáa.
– Onnur ár hava vit
fingið eitt sløð av toski á
fleiri leiðum, men í ár er tað
hýsan, sum hevur verið tað
berandi. Hýsan er smátt-
fallandi, men vísir seg
annars at vera hampiliga
væl fyri. Tað vísir seg ann-
ars, at upsin hevur yvirtikið
allan grunnin. Hann er
smáttfallandi, og lítið fæst
burtur úr honum.
Hann vísir á, at minni
fæst burtur úr, nú so lítil
toskur er at fáa, men tað
hevur tíbetur eydnast teim-
um at fáa nakað burtur úr
hýsuni, serliga á bretska
marknaðinum.
– Eg haldi ikki, at før-
oysku virkini eru kapp-
ingarfør. Tey keypa ikki
fiskin uttan so, at prísurin
er í botni. Vit selja veiðina
um uppboðssøluna, men
keypir eingin fiskaútflytari,
tí viðkomandi hevur fingið
nóg mikið av fiski, er
prísurin vánaligur. Tá ið
einki hampiligt boð er upp
á fiskin, hava vit onkuntíð
keypt veiðina sjálvir, og tað
loysir seg altíð at taka
boðið aftur, keypa fiskin
sjálvir og senda hann av
landinum.
Hans Jákup sigur, at
teimum dámar betri at út-
flytarar
keypa fiskin og senda
hann av landinum, enn at
teir sjálvir gera tað.
– At flyta fisk út, bindir
pening, og neyðugt er at
hava eini 2-4 sett av kass-
um. Tað er nógv lættari, tá
ið útflytarin keypir fiskin
og sjálvur tekur sær av tí
praktiska.
Góður flutningur
Tvær ferðir í eitt ár hevur
Gáshøvdið verið í Skot-
landi við veiðini, seinast
fyri páskir í ár.
– Hetta var ein góður
túrur, hóast fiskurin ikki
var so nógvur. Vit høvdu
eini 35.000 pund, megin-
parturin hýsa, og prísurin
var 23 krónur netto. Hetta
er helst ein tann besta
sølan, vit hava havt.
Hans Jákup vísir á, at nú
felagið, Samskip, siglir við
farmi úr Klaksvík og niður
á bretska meginlandið,
loysir tað seg ikki at sigla
niður til Skotlands við fisk-
inum.
– Vit hava nú eina góða
og lutfalsliga bíliga skipan
við flutningi av fiski, at tað
loysir seg ikki at sigla av
landinum við fiskinum.
Hann leggur aftrat, at
Scrabster er ikki nøkur
bílig havn at brúka, og
flutningurin av fiskinum úr
Scrabster og niður til
Grimsby er líka dýrur, sum
flutningurin úr Klaksvík og
niður til Grimsby. Haraftrat
kemur mista veiðitíðin og
tær útreiðslur, sum eru
knýttar at hesum.
– Eg vil siga, at tað er
bretski marknaðurin, sum
stýrir hýsuprísinum, Prís-
urin var hampiligur fyri
einum trimum vikum síðan,
men nú er hann lækkaður
aftur. Sum vit hava skilt,
eru tað serliga norðmenn,
ið senda nógva
hýsu
á
marknaðin í løtuni.
Spurdur,
hvat
hann
heldur um, at so nógvur
fiskur fer óvirkaður av
landinum,
sigur
Hans
Jákup:
– Tað er sjálvsagt harmi-
ligt, men vit noyðast at
selja, har mest fæst fyri
fiskin. Um myndug-leik-
arnir settu forboð fyri hes-
um útflutningi, hevði tað
ivaleyst givið nógv arbeiði
á føroysku fiskavirkjunum í
einar tveir mánaðir. Síðan
hevði alt steðgað upp, tí
skipini høvdu ikki fingið
endarnar at røkka. Eingin
fiskur hevði komið til
virkini, og fólk høvdu farið
til hús.
Framtíðin
Hans Jákup Kallsberg sig-
ur, at soleiðis, sum rakst-
urin er í løtuni, væntar
hann, at tað fer at bera til at
reka Gáshøvda, hóast tað er
tungt.
– Men við ongum toski
og skiftandi prísum á hýsu,
kann tað vera skjótt hvønn
vegin. Gera vit tveir bumm-
túrar, broytist myndin, men
tíbetur hevur tað higartil
gingið hampiliga væl at
fiskað og selja.
Hann vísir á, at hóast
raksturin er tungur, hevur
manningin fingið væl burt-
ur úr, tí teir eru bert fýra
mans við skipinum í senn.
– Vit vóna, at gongdin
frameftir verður til tað
betra – og ikki til tað verra,
sigur Hans Jákup Kalls-
berg.
Í sínum loyvi hevur
Gáshøvdið bert 97 fiski-
dagar, og tað er alt ov lítið.
Felagið, sum eigur skipið,
hevur saman við teimum,
sum eiga Varðan, keypt
eykadagar. Aftrat hesum
hevur Kneysur keypt dagar
frá Polarhavi og Stjørnuni,
soleiðis at samlaða talið av
fiskidøgum í hesum árinum
hevur verið út við 200.
Høvdu vit ongar fiskaútflytarar hevði staðið illa til
- Men við ongum toski og skiftandi
prísum á hýsu, kann tað vera skjótt
hvønn vegin. Gera vit tveir bummtúrar,
broytist myndin, men tíbetur hevur tað
higartil gingið hampiliga væl at fiskað
og selja, sigur Hans Jákup Kallsberg
Mynd: Jan Müller
Hendan túrin var Anfinn Kallsberg, sum er
pápi Hans Jákup og Kára, sum saman við
Gunnari eiga Gáshøvda, við. Her tosar hann í
telefon um fiskaprísir
Mynd: Jan Müller
Tað er P/F Kneysur á Viðareiði, sum eigur Gáshøvda og teir, sum eiga felagið, eru brøðurnir,
Hans Jákup og Kári Kallsberg og systkinabarnið, Gunnar Kallsberg, sum er skipari
Mynd: Jan Müller
C
M
Y
K
9
8