mánadagur 23. november 2015síða 66
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 48 • 23. november 2015
34
Ókeypis lýsingarblað
Nógv
lekkur
vøra
til jóla
Norðskáli · tel. 422727
grafix 504251
Tlf. 448289 · orkis@orkis.fo
-altíð pláss til eitt sindur av inspiratión
MinsT Til
viT hava opið hvØnn
sunnudag í advenT
frá kl 15:00 -19:00
Grafix 504251
koM og viTja okkara fjálgu
jólasTovu & Trend-rúM
- og uppliv Tey nýggjasTu Trendini
Klassiskur tónleikur
í norskum hami
Norski tjóðskaparromantikkurin seyrar
gjøgnum allan tónleikin hjá Edvard Grieg,
sum varð føddur og doyði í Bergen
Morgun. Ikki sangurin hjá Martin Joensen, men
gamla verkið hjá norska tónasmiðinum, Edvard
Grieg, partur av stóra verkinum Peer Gynt.
Edvard Grieg varð føddur í 1843 og doyði í
1907. Hann er uttan iva tað norska tónaskaldið,
sum hevur fingið størst gjøgnumbrot uttanlands.
Kendastu verk Griegs eru uttan iva Peer
Gyntsuiturnar og klaverkonsertin í a-moll. Tjóð
skaparromantikkurin seyrar gjøgnum øll verk
hansara og hann legði seg eftir at nýta norskar
sangir og fólkatónleik í verkum sínum.
Flestu munnu kenna Morgundám, Dansur
Anitru og Í Høll Fjallakongsins úr Peer
Gyntsuitunum. Henrik Ibsen bað Edvard Grieg
um at seta tónleik til yrking sína um ævintýrini
hjá Peer Gynt, sum hann ætlaði at gera til sjón
leik. Leikurin hevði frumframførslu 24. februar
1876 í Christiania Theater í Oslo og var sera væl
móttikin. Framførslur vóru hvørt kvøld í langa
tíð, inn til ein eldsbruni oyðilegði bæði pallmynd
og búnar.
Edvard Grieg fór sum 15 ára gamal á
tónleikaháskúlan í Leipzig í Týsklandi og fýra
ár seinni kom hann aftur til Bergen. Hann vildi
fegin lesa víðari, men pápin hevði ikki ráð long
ur og ein umsókn um almennan stuðul varð
avvíst. Tað endaði tó við, at pápin gav unga
soninum eitt lán og Edvard Grieg legði leiðina
til Keypmannahavar. Trý ár seinni lá leiðin aftur
til Noregs, hesa ferð Oslo. Í 1868 skrivaði hann
kendu klaverkonsertina í a-moll og síðani, í
1874 Peer Gyntsuituna. Í 1907, 64 ára gamal,
doyði Edvard Grieg av sjúku.
Í Bergen hava tey reist stóru konserthøllina,
Grieghøllina, til hansara æru.