Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 74
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 74

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 48 • 23. november 2015 42 Ókeypis lýsingarblað TEMA Føroysk framleiðsla Terji Nielsen Myndir: Álvur Haraldsen Í hesum døgum fyllir Kemilux 50 ár. Hetta hava verið 50 ár, har virksemið serliga seinnu árini er nógv vaksið. Tað var Schønning Eysturoy, sum saman við konuni Ingibjørg byrjaði fyritøkuna miðskeiðis í sekstiárunum. Alt byrjaði við, at Schønning Eysturoy fekk samband við svensku fyritøkuna HG Gip Chemical AB, sum framleiddi sápuvøru. Umvegis svensku fyri­tøkuna fekk Schønning loyvi at framleiða sápu eftir uppskriftum hjá svensku fyritøkuni. Í fyrstuni var potta­mál brúkt, men longu árið eftir var tapparíið nú­tímans­gjørt, og eitt stativ við seks trakt­um bleiv sett upp. Súkklaði út við vøru Fyrstu tíðina, eftir at Schønning Eystur­oy var farin undir virksemi, ar­ beiddi hann sjálvur á Tunnuvirkini, og tað var bara í frítíðini, at hann og kon­ an Ingibjørg arbeiddu við fram­leiðsl­ uni hjá Kemilux. Fyrstu nógvu árini hevði Schønning Eysturoy bert ein skutara, sum hann brúkti til at koyra vørurnar út til sínar kundar, og tað riggaði fínt. Tað var longu tíðliga eftir, at hug­ skotið um sápuframleiðslu stakk seg upp, at Schønning Eysturoy setti upp framleiðsluna í kjallaranum hjá bróð­ur sínum Henning Eysturoy, í Vaktar­hús­ brekku. Eftir ein eldsbruna bleiv síðani flutt nið­an á Lutzenstrøð, men í 1974 flutti Kemilux alt sítt virk­semi norður til Oyrar. – Pápi ætlaði at byggja ein bygning her í Havn til Kemilux, men hann fekk ikki byggiloyvi, tí kommunan setti so strang umhvørviskrøv. Tað var hann ógvu­liga vónbrotin um. Hann royndi ístaðin at fáa byggiloyvi á Oyri, og tað var eingin trupulleiki. So í 1974 bleiv flutt norður til Oyrar, har Kemilux helt til í 15 ár, greiðir Siri Eysturoy, dóttir Schønning Eysturoy frá. Kemilux var hansara lív Siri Eysturoy sigur, at fyrstu árini hjá Kemilux var øll familjan við í arbeið­ inum, og tað bleiv mangan tapp­að í dunkar á køksborðinum í barn­dóms­ heim­inum. – Kemilux var alt hjá pápa. Hann doyði bráddliga, men sama dag sum hann doyði, hevði hann verið í Vest­ manna við vøru, so Kemilux var ein stórur partur av hansara lívi heilt til tað seinasta, sigur hon. Hon dylur tó ikki fyri, at hjá pápa­ num, sum var sannur uppfinnar og íverk­seti, hevði tað als ikki borið til við Kemilux, um hann ikki hevði so gott fólk rundan um seg, sum hann hevði. – Fyrst og fremst var tað mamma, sum gjørdi tað møguligt hjá honum at brúka seg nógva orku uppá fyri­ tøk­una. Hon tók sær av heiminum, og samstundis var hon eisini ein virkin partur av Kemilux. Pápi hevði eis­ini í nógv ár ein góðan mann, Leiv Andreasen, afturat sær, og hann hevur havt sera nógv at siga fyri virkið, sigur Siri Eysturoy. Kemilux í dag Í 1989 flutti Kemilux av Oyri til Havnar, har man flutti í nýggjan virkis­ bygning í Mykinesgøtu 1, har fyritøkan fram­vegis hevur ein stóran part av sínum virksemi. Umframt bygningin í Mykines­gøtu, har framleiðslan eis­ ini er, hevur Kemilux ein handil og goymslu á Hjalla. Í dag er tað Debes Petersen, sum stjórnar fyritøkuni, og hann sigur, at Ein av elstu føroysku framleiðslufyritøkum er Kemilux. Alt byrjaði í Vaktarhúsbrekku fyri 50 árum síðani, tá Schønning Eysturoy fór undir sápuframleiðslu. Í dag starvast 22 fólk í fyritøkuni Kemilux Føroysk framleiðsla í 50 ár