Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 75
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 75

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 48 • 23. november 2015 43 Ókeypis lýsingarblað TEMA Føroysk framleiðsla Kemilux í dag er ein føroysk fram­ leiðslu­fyritøka, ið røkkur ógvuliga víða. – Serliga seinastu 10 árini hevur tað gingið skjótt. Umsetningurin er væl og virðiliga tvífaldaður seinastu 10 árini, og starvsfólkatalið er eisini nógv økt. Tað ber ikki til longur bara at veita kundunum sápu. Tú mást hava ein samlaðan pakka, og tí hava vit eisini eitt nú pappír og annað, sum verður brúkt í sambandi við reingerð, í okk­ara vøruúrvali, greiðir hann frá. Umsetningurin hjá Kemilux var í fjør 32 milliónir krónur, og okkurt um ein triðingur av framleiðsluni hjá fyri­ tøk­uni verður útflutt. – Men vit ætla, at ein enn størri partur av okkara framleiðslu skal fara til útflutning. Málið er at koma upp móti teimum 50 prosentunum, og tað trúgva vit eisini er realistiskt, sigur Debes Petersen. Føroyingar taka væl móti føroyskum vørum Debes Petersen, sum hevur verið stjóri á Kemilux síðani í 2004, heldur, at føroyingar sum heild taka væl ímóti føroyskum vørum. – Tað tykist fyri mær, sum um før­ oy­ingar hava ein vaksandi áhuga fyri føroyskum vørum. Hetta seinasta árið ella so hava vit eisini havt sonevnd »Keyp føroyskt« átøk, og tað er nakað, sum veruliga ger mun. Vit síggja ein vøkstur í søluni, tá tey átøkini eru, greiðir Debes Petersen frá. Stjórin í Kemilux leggur afturat, at tað sjálvandi serliga eru nakrar vørur, sum selja betri enn aðrar. – Tað er einki at ivast í, at sitrón­ upp­vaskið er nógv tann best selda vøran hjá okkum. Har er eingin út­ lendsk uppvaskisápa, ið kemur uppá knøini á okkara sitrónuppvask, sigur Debes Petersen. Hann sigur, at Kemilux selir til bæði privatfólk og til vinnuna ella ídnaðin, og í løtuni er lutfallið soleiðis, at umleið 60 prosent av framleiðsluni verður selt detail ella til privat, meðan umleið 40 prosent fer til vinnulívið og ídnaðin. – Tað skerst ikki burtur, at báðir hesir bólkar hava sera stóran týdning fyri okkum sum fyritøku, sigur Debes Petersen. Móttøka fríggjadagin Nú Kemilux fyllir 50 ár, so er hetta ikki nakað, sum bara fer framvið borð­ inum. Fyritøkan hátíðarheldur sjálv­ sagt dagin, og fríggjadagin verður skipað fyri stórari móttøku í høl­unum hjá Kemilux í Mykinesgøtu 1 frá klokk­ an 15 til 18, har øll eru væl­komin. Ingibjørg Schønning Schønning Schønning