Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. august 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Boney M við sínum heimshittum SUMMAR FESTIVALUR 2004 10 C M Y K 11 10 Boney M er víðagitið fyri sín discotónleik, sum ser- liga í sjeytiárunum hevði vind í seglunum. Í nógvum londum var Boney M fast innihald á hitlistunum, og eisini í Føroyum hava fólk havt serligan tokka til hend- an bólkin. Tað var næstan ikki ein kvøðuljómasending uttan »Rivers of Babylon«, men tað var nú ikki bara í Føroy- um, at hesin sangurin var so væl umtóktur. Singleútgáv- an av sanginum er tann næst mest selda í Bretlandi nakrantíð. Aðrir sangir, sum hava verið tráspældir í føroysk- um heimum ella í útvarpi- num, eru eitt nú »Daddy Cool«, »Rasputin«, »Brown Girl in the Ring«, »Sunny« og »Belfast«. Og tað, sum er so fantastiskt við Boney M, er, at hetta er bara eitt lítið úrval av teimum mongu kendu sangunum, sum bólkurin kann tríva í. GEKK STRÚKANDI Bólkurin gjørdist veruleiki, eftir at týski framleiðarin og sangskrivarin Frank Farian – sum er stóri maðurin aftan- fyri bólkin – spældi sangin »Baby, Do you wanna bump?« inn. Sangurin varð nógv spældur í Hollandi og Belgia og skapti grundar- lagið fyri at manna ein bólk við fýra framúr góðum sangarum – trimum kvinn- um og einum manni, so- leiðis sum vit øll kenna Boney M. Manningin í Boeny M gjørdist Marcia Barrett, Liz Mitchell, Maizie Williams og Bobby Farrell. Tey vóru fyrstu ferð frammi í týskum sjónvarpi í 1976, tá ið bólkurin fram- førdi sangin »Daddy Cool«. Hetta hevði við sær, at søl- an av singleplátum við sanginum var 100.000 ein- tøk um í vikuna í eina langa tíð. Sama ár kom Boney M ovast á hitlistar í Týskland og Onglandi, og so var eingin vegur aftur. SELT 150 MILLIÓNIR PLÁTUR Sangir sum »By the Rives of Babylon«, »Brown Girl in the Ring«, »Painter Man«, »Hooray! Hooray! It's a Holi-Holiday« og »Raspu- tin« struku upp á tónatind- arnar, og eisini lp-pláturnar, sum bólkurin gav út, vóru seldar í millióna tali. Tilsamans hevur Boney M selt einar 150 milliónir plát- ur kring heimin, og tað er nakað, sum teir fægstu bólkarnir klára at avrika. Í 1982 fór mannligi sang- arin úr bólkinum, og í 1986 valdi bólkurin at gevast. Síðani tá eru fleir royndir gjørdar at endurstovna Bon- ey M til fleiri ymisk høvi við rættiliga nógvum ymiskum manningum. Eisini hevur upprunaliga manningin verið savnað til eitt høvið. FANTASTISK FRAMFØRSLA Í tí útgávuni av Boney M, sum kemur til Føroya at syngja á Summar Festivali- num, er millum annað Mai- zie Williams, sum var ein av upprunaligu sangarun- um í bólkinum. Hon hevur áður vitjað í Føroyum, og tað var eitt ógloymandi kvøld, tá ið Boney M seinast spældi all- ar sínar kendu sangir í Før- oyum. Tað verður tað uttan iva eisini í Klaksvík, tá Boney M fer at spæla á stóru úti- konsertin leygarkvøldið 14. august. Her er talan um heimshitt í fyrsta flokki, og tað verður fyrstu ferð, at tey verða spæld av bólkinum sjálvum undir opnum himni í Føroyum. Boney M hevur borðreitt við einum fantastiskum úrvali av heimshittum, síðani bólkurin varð stovnaður í Týsklandi í 1976, og allir teir kendu sangirnir verða spældir, tá ið Boney M spælir á Summar Festivalinum BONEY M