hósdagur 5. august 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 146 - 5. august 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
At pápi skuldi takast frá okkum so brádliga, kom
okkum ógvuliga dátt við, men vit mugu bara
sanna, at eingin veit á morgni at siga, hvar hann á
kvøldi gistir.
Pápi, tú bleiv sjúkur 2/2-2004, eftir stutta
sjúkralegu andaðist tú 19/7-2004, einans 66 ára
gamal. Hjá okkum, sum eftir sita, er tað ein troyst,
at tú ikki stríðist við langa sjúkralegu við nógvari
pínu, men at tú sovnaði stillisliga inn. At tú skuldi
leggja árarnar inn nú, var ikki júst tað tú hevði
roknað við, tín ætlan var at arbeiða eitt ár afturat,
fyri síðan at nýta tíðina heima við hús, í havanum
og í bilhúsinum, men so skuldi tað ikki verða. Nei,
Harrans vegir eru ikki okkara vegir.
Hóast tú ert farin, so liva tey ríku minnini, eg
havi eftir teg. Takk fyri allar løturnar, vit høvdu
saman í báti, í bilhúsinum og tá tú var á Argjum og
hjálpti til við einum og hvørjum, um tað var at
skifta vindeygu, hurðar ella okkurt heilt annað, tú
var altíð til reiðar.
Góða mamma, tankar mínir eru hjá tær. Tú
merkir best til tómrúmið eftir pápa, ja, tað verður
ikki heilt tað sama at koma til Leirvíkar nú. Má
Harrin styrkja teg og tykkum.
Góði pápi, takk fyri alt.
Sov søtt, á vinur, sov og hvíl teg nú!
Vit vildu, tú hjá okkum skuldi búð;
Men tryggari hjá Jesus ert tú –
Farvæl, farvæl, farvæl!
Ærað veri títt minni.
Sonur tín Herolv
Minningarorð um pápa mín
Knút S. Ellingsgaard
24.10.1937 – 19.07.2004
Dagurin
5. august. Ásvaldur, deyður í 642. Enskur kongur, sum var sera ágrýtin í trúboðaravirki í landi sínum. Millum
annað bygdi hann á oynni Holy Island við landnyrðingsstrond Onglands kleystrið Lindisfarne, ið víkingar løgdu
í oyði í árinum 793. Ásvaldur fell í einum bardaga við heidna kongin Mercia.
Navnið er gamalt enskt, ið merkir Guð ræður.
21. juli doyði Valdemar áttatiseks
ára gamal, í Tórshavn, har hann bú-
settist tá hann fór frá fyri aldur.
Í Fuglafirði varð hann oftast
nevndur sýslumaðurin ella bert
Valdemar, ikki tí hann var ein-
nevndur, men hansara lyndi var
soleiðis háttað, at flestu dámdu
henda friðarliga, smílandi og sátt-
liga sumbingin, sum altíð hevði
stundir og orku at taka sær væl av
sínum sýslubørnum. Hjálpsamur
sum fáur, og neyvan vóru tað
mong, sum ónøgd fóru út aftur av
skrivstovu hansara.
Umframt at verða skemtiligur,
orðafróður og góður frásøgumaður,
hevði hann listarligar gávur, soleið-
is at hann eisini á ellisárum var við
á mongum málingaframsýningum,
til dømis hevði hann fastan bás tey
seinastu nógvu árini á Lions í
Runavík, eisini á páskum í ár.
Hansara fyrstu ár her í bygdini
búði hann hjá foreldrum mínum, og
stendur hendan tíðin sera livandi
fyri okkum.
Friðarligur og góður at hava við
at gera, eitt sindur skálkaligur til
tíðir. Sá nógv, sum vit onnur høvdu
ilt við at skilja og leggja til merkis,
læs nógv og ofta fekk hann sera
nógv burturúr "tekniserium", sum
tá fingust í kioskini í Syðrugøtu.
Hann kundi í fríløtum sita og
smáflenna við einum blaði ella eini
hugaligari bók, soleiðis at tú kundi
hugsa tær at fáa lut í undirhald-
inum.
Væl lá fyri at tekna, endurgev-
ingin var livandi og eingin ivi um,
hvønn ella hvat hann endurgav.
Gamli lágvaksni maðurin við
brillunum á nøsini og rísna yvir-
skegginum, har stóratá júst náddu
gólvinum og høvdi var fitt petti
lægri enn stólabaki, var onki ei-
ndømi.
Konan við urtagarðinum, sum
ikki fekk trø og blómur at vaksa
nóg skjótt, hana hevði Valdemar
ofta gott prát við. Hevði eisini
uggandi orð at geva, helst eisini
eitt sindur skálkakend við hvørt,
helt fyri ein góðan summardag:
"Nú tykjast runnarnir at skunda
sær. Sá í gjár, at ein ketta bleiv heilt
burtur aftan trøini"! tá vóru tey eini
4-5 ára gomul.
Soleiðis var sýslumaðurin, og
ongin tók sær tykni av speisemi
hansara.
Tær góðu og ríku løturnar ognast
bert teim, sum áttu tær, men eru
hesar frálíkar at lívga og geva
øðrum!
Sanna fór undan og nú flutti
Valdemar, sýslumaðurin!
Teirra dagar vóru runnir, minnini
um hesar friðarligu og góðu
grannar verða goymd í hugaheimi
várum!
Við samkenslu til Esther, Jóhan,
Dagny, Karl og øll tykkara!
Ditlev Róin
Mánakvøldið 26. juli andaðist
Elisabet Thomsen 93 ára gomul.
Hon var fødd í Havn 30. august
1910, dóttir Jacob Joensen við
Stein og Annu Margretu Matras úr
Bug í Hvannasundi. Hon var
nummar seks av átta systkjum og
einasta systir. Brøður hennara vóru,
Hans Sundstein, Dánjal Jákup
Joensen, Karl Joensen, Niels í Buð,
Albert Joensen, Jørgen Joensen
(doyði 8 mánaðir gamal) og Eilef
Joensen, ið enn er á lívi og býr í
Herning.
Elisabet vaks upp í Havn, men
hon var eisini nógv norðuri í Bug
hjá mostur og mammubeiggja, ið
bæði vóru ógift. Hon byrjaði at
ganga í skúla har norðuri.
Sum ung arbeiddi hon eitt skifti í
køkinum á Købmandshvile í Hørs-
holm. Elisabet giftist í 5. februar
1938 við Edvini Thomsen úr Nóls-
oy, og tey fingu fimm børn: Kjeld
f. 1938 (doyði í jan. í ár), giftur við
Poulu Højgaard av Toftum, Jákup f.
1940, Tummas Pauli f. 1945, giftur
við Odny Johansen av Eiði, Mar-
greta f. 1947, gift við Mariusi
Trondesen úr Skálavík (doyði av
vanlukku), gift aftur við Ólavi Cle-
mentsen og Matilda f. 1952, gift
við Tom Nielsen úr Odense.
Fyrstu árini búðu tey í Tórsgøtu,
men bygdu í Hornabø beint eftir
kríggið. Edvin sigldi sum skipari í
yngri árum, men bygdi so uppí
húsini og fór at handla í Hornabø í
1964, og har komu Elisabet og
hann at arbeiða og búleikast restina
av lívinum. Edvin doyði í 1984, og
tá helt handilin uppat. Elisabet
hevur havt góða heilsu og kláraði
seg sjálva til ellisár. Men árini
krevja sítt, og seinastu trý árini
hevur hon búð á Lágargarði.
Elisabet var eitt sera vinsælt og
fyrikomandi menniskja - tað bera
øll henni, sum kendu hana, og tey
eru mong.
Ommubørn hennara eru 9 og
langommubørnini 7.
Elisabet Thomsen í Hornabø farin
Minningarorð um
Valdemar Djurhuus,
fyrrverandi sýslumann í Eysturoy!
Citroën C8 er komin
sum avloysari fyri
Citroën Evasion.
Bilurin er stórur og
rúmligur og fæst bæði
sum MPV við upp til
átta sitipassum og
sum Van við næstan 3
rúmmetra stórum
vørurúmi
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Hjá barnafamiljum ella hjá
teimum sum hava brúk fyri
nógvum plássi, er Citroën
C8 bilurin at ogna sær, við
nógvum møguleikum til
nógv ymisk endamál.
Hóast C8 líkist forgang-
aranum er talan um ein
heilt nýggjan bil. Bilurin
fæst í ymsum útgerðs út-
gávum, Advance, Prestige,
Elegance og Exclusive.
Bilurin ið vit royndu var ein
Elegance, og tá hevur hann
til dømis fjarstýrdar el-
skjótihurðar á báðum síð-
um. Hetta lættir munandi
um hjá teimum, sum skulu
inn og út úr bilinum.
Citroën C8 fæst bæði
sum MPV við upp til átta
sitiplássum, og sum Van
við vørurúmi ið er næstan 3
rúmmetrar stórt. Bilurin
verður gjørdur á somu
fronsku bilverksmiðju sum
Peugeot 807, Fiat Ulysse,
og Lancia Phedra.
Setrini kunnu flytast,
snarast ella takast út, alt
eftir hvat bilurin skal búk-
ast til. Av tí at hondbremsan
situr vinstrumegin førara-
setrið, og girstongin er í
instrumentborðinum,
er
gott pláss at ganga millum
setrini. Instrumentborðið er
av nýggja designinum við
instrumentunum í miðuni.
C8 fæst við trimum ym-
iskum bensinmotorum: 2,0i
við 138 hk, 2,2i við 160 hk
og 3,0 V6 við 208 hk, og
tveimum HDI dieselmotor-
um við ávikavist 110 og
130 hk.
Viðvíkjandi trygdini hev-
ur C8 airbag framman, í
síðunum og gardinairbag.
Umframt ABS, hevur bil-
urin eisini EBA (Emergen-
cy Brake Assistent) EDB
(Elektroniskan
bremsu-
kraftdeilara) og ESP (Elek-
troniskt Stabilitets Pro-
gram).
Citroën C8 hevur eyð-
kendar franskar koyriegin-
leikar við eini servostýring,
ið tillagar seg ferðina.
Bilurin vit royndarkoyrdu
hevði t.d. heilautomatiskt
klimaanlegg, parkerings-
sensorar í bakkúfangaran-
um, fartpilot og el-skjóti-
hurðar.
Saman við Peugeot 807
og Fiat Ulysse bleiv Citroën
C8 kosin til "Årets Varebil i
Danmark
2003".
Teir
vunnu t.d. uppá at teir hava
skjótihurðar í báðum síð-
um, stóra baklúku, stórt og
rúmligt vørurúm ið er gott
at koma til, rattið kann
stillast allar vegir og teir
eru góðir at koyra, eisini
fult lastaðir.
Nr. 146 • hósdagur • 5. august 2004 • 78. árg.
Citroën C8 sum MPV og Van
Citroën C8 2,2 HDi Elegance Van
Motorurin:
2,2 litur 4 syl. diesel við 130 hk
v. common-rail innspræning
0-100 km/t:
13, 4 sek
Oljunýtsla:
13,9 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd:
215/60-16 (Nýggj dekkstødd)
Stødd og vekt
Longd:
472,6 cm
Breidd:
185,4 cm
Hædd:
175,2 cm
Eginvekt:
1575 kg
Totalvekt:
2500 kg
Vørurúm:
2948 litrar
Prísur:
kr. 295.000,- v/mvg.
Søluumboð:
Ivan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo
Citroën C8 er ein stórur
og rúmligur bilur við
stórari baklúku og el-
skjótihurðum í síðunum
Mynd: Magnus Gunnarsson
C8 innan. Instrument-
borðið er av nýggja
designinum við
instrumentunum í
miðjuni. Framman
fyri bilføraran er eitt
panel við
ávaringarlampum
Mynd: Magnus Gunnarsson
Citroën C8 Van bleiv saman við øðrum kosin sum ársins vørubilur í Danmark
2003
Mynd: Magnus Gunnarsson
Citroën C8 fæst bæði sum MPV við upp til átta sitiplássum, og sum Van við
vørurúmi ið er næstan 3 rúmmetrar stórt
Mynd: Magnus Gunnarsson
C
M
Y
K
13
12