Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-23, síða 84
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2015síða 84

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 48 • 23. NOVEMBER 2015 52 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ MYNDAKAPPING FÁ DJÓRAMYND PRENTAÐA Í VIKUBLAÐNUM Send myndir til djoramyndir@sosialurin.fo Komandi vikurnar bjóðar Vikublaðið børnum at senda blaðnum fotomyndir av djórum, tað veri seg av kettum, hundum, seyði, hestum, kaninum, fuglum og fiskum Hvørja viku velur myndamaðurin og tveir djóravinir (myndamaðurin er eisini djóravinur;-) bestu ella fittastu myndina, og vinnarin fær eitt gávukort á 200 krónur frá H. N. Jacobsens Bókahandli í Havn. Umframt vinnaramyndina verða fýra aðrar myndir prentaðar hvørja viku. Myndirnar skulu vera so stórar sum møguligt, fyri at kunna taka seg væl út í blaðnum. Myndirnar skulu vera Vikublaðnum í hendi hósdagin 26. november kl. 8. Sendið myndirnar til: djoramyndir@sos.fo Minnist til at skriva navn, aldur og tína adressu í teldupostin. og vinn! At spæla við bólt er tað besta Rósa veit. Myndina eigur Alfríð Jacobsdóttir í Syðrugøta tína Hetta er Fjøður, sum hevur vorpið nógv egg seinastu tvey árini. Myndina eigur Heini W. Finnsson, 9 ár, Tórshavn. Kaiza elskar tá summar er og hon sleppa at renna í tí síða grasinum. Sent inn hevur Terji Jakobsen á Glyvrum Geitarlambið hjá Fríða Olsen í Porkeri Eitt ára gamla marsvínið Molly. Sent inn hevur Boas Andreasen í Tórshavn H E S A V I K U N A VINNARIN MYNDAKAPPING