mánadagur 23. november 2015síða 85
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 48 • 23. november 2015
53
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
HVUSSU OFTA HAVA VIT BROYTT
HJÚNABANDSLÓGIRNAR?
Fáa samkyndir føroyingar innivist í hjúnabandslógini í Føroyum, so er tað ikki fyrstu ferð, at hjúnabandslógin verður
broytt her á landi. Okkara hjúnabandslógir eru longu broyttar í minsta lagi 12 ferðir. Harumframt eru hópurin av ymiskum
kunngerðum, ásetingum og rundskrivum sett í og úr gildi ígjøgnum ár og dag, og hava hesi øll ávirkað hjúnabandið.
1380
Eftir at Føroyar komu undir danska kongin
í 1380, hevur hjúnabandið verið danskt
mál og er tað framvegis í dag. Frá 1200 og
fram til trúbótina, komu føroysk
hjúnabond undir kanoniska rættin hjá
katólsku kirkjuni, sum m.a. hevði eitt
fullkomið bann móti hjúnaskilnaði.
Í 1536 varð lógin broytt, so hjúnaskilnaður
ikki longur var bannaður. Tað var tó
framvegis sera ringt at fáa loyvi til at lata seg
skilja - heilt fram til 1922. Tá varð nýggj lóg
sett í gildi, so tað nú stóð øllum giftum
fólkum frítt at biðja um hjúnaskilnað
1536
Í 1563 varð lógin broytt, so at ein
kirkjulig vígsla skuldi til, fyri at eitt
hjúnaband kundi góðkennast alment.
Tað var ikki neyðugt í Føroyum áðrenn
hetta.
1563
1582
Í 1582 var lógin aftur broytt. Nú varð tað
álagt, at pør skuldu fyrst trúlovast, áðrenn
tey kundu giftast.
1688
Við Norsku lóg, sum varð sett í gildi í 1688,
fingu fráskildir føroyingar eisini loyvi at gifta seg
upp aftur. Hetta kom av tí, at fólkakirkjan ikki
longur metti, at hjúnabandið var eitt
sakramenti ella ein halgigerð, eins og katólska
kirkjan hevði ásett frammanundan. Aldursmark
varð eisini ásett. Kvinnur skuldu í minsta lagi
vera 16 ára gamlar og menn 20 ár. Fólk, ið ikki
vóru fullfør, sluppu tó ikki at giftast.
1777
Trælalógin frá 1777, sum ikki varð sett úr gildi
fyrr enn í 1846, bannaði føroyskum
ognarleysum og øðrum, ið ikki kundu prógva
førleikan at forsyrgja einum húski, at gifta seg
og seta búgv. Ístaðin vóru hesi noydd at
arbeiða sum húskallar og tænarar hjá presti
ella stórbóndum. Sostatt slapp ein stórur
partur av føroyingum ikki at gifta seg hetta
tíðarskeiðið.
Inntil 1799 var trúlovanin áðrenn
brúdleypið eisini lógliga bindandi, og
ein kundi ikki gera tað liðugt við sín
trúðlovaða, uttan við loyvi frá
Tamperetten.
1799
1851
Í 1851 kemur grundlógin í gildi, og hon
ásetur trúarfrælsi. Hetta hevur við sær,
at borgarligar vígslur verða settar í gildi.
Í Føroyum merkir hetta m.a., at tá talið
av limum í brøðrasamkomuni og øðrum
nýggjum evangeliskum samkomum fer
at veksa fyrst í 20. øld, kunnu hesi lata
seg gifta, uttan at ein prestur frá
fólkakirkjuni skal víga tey.
Í 1922 verður lógin aftur broytt, tá
aldursmarkið hækkar til 21 ár fyri kvinnur og
23 ár fyri menn. Lógin noktaði eisini hesum
bólkum rættin at gifta seg í Føroyum:
Monnum, ið fingu almenna forsorgarhjálp,
fólkum við kynssjúku, epilepsi ella menningar-
tarni. Eins og sálarsjúk, psykopatar, evnaveik
og alkoholikarar heldur ikki kundu gifta seg.
1922
Í 1933 varð lógin aftur broytt
soleiðis, at øll norðurlond samdust
um at góðkenna øll hjúnabond,
sum vóru inngingin í hesum
grannalondum.
1933
1969
Ikki fyrr enn í 1969 verða kynini
javnsett í hjúnabandslógini, tá
aldursmarkið varð ásett at vera 18
ár fyri bæði kynini, soleiðis sum vit
kenna tað í dag.
JA TIL KÆRLEIKAN - JA TIL JAVNRÆTTINDI - JA TIL DAGFØRDA HJÚNABANDSLÓG
2002
Galdandi hjúnabandslóg “Anordning
nr. 37 frá 22. januar 2002 om
ikrafttræden for Færøerne af lov om
ægteskabs indgåelse og opløsning”
kom í staðin fyri lóg frá 1922.
Núverandi lóg er longu broytt tvær
ferðir í samband við fylgibroytingar.