týsdagur 24. november 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. november 2015 · Nr. 136
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
GRIND
Nokta Sea Shepherd inn
um føroyska sjómarkið
Revsingin fyri ikki at boða frá grind, skal avtakast
Skjóttarbeiðandi nevnd kannar nú, hvussu vit kunnu drepa grind, uttan
uppílegging frá Sea Shepherd, og uttan at forkoma okkara ferðavinnu
Áki Bertholdsen
– Revsingin fyri at síggja
eina grind, uttan at boða frá
henni, skal avtakast.
Tað heldur Høgni Hoydal,
landsstýrismaður, sum um
situr grindalógina.
Hann sigur, at sum ferða
vinnan hevur greitt frá, er
tað ein ótilætlað avleiðing
av grindalógini, at ferðafólk
vilja ikki koma Føroya, tí at
tey vilja ikki seta seg sjálvi í
váða fyri at koma undir stóra
bót fyri ikki at boða frá eini
grind.
Høgni Hoydal sigur, at
fundir hava verið við ferða
vinnuna,
løgregluna,
og
Vinnumálaráðið
og
har
hevur hann boðað frá, at
grindalógin verður broytt, so
at revsingin fyri ikki at boð
að frá grind, verður avtikin.
Hinvegin heldur hann, at
sjálv fráboðanarskyldan skal
framvegis vera galdandi, so
leiðis sum hon hevur verið, tí
hon er eitt gamalt fyribrigdi,
sum ikki hevur elvt til
trupulleikar, fyrenn nú, ein
stór revsing er ásett.
Nokta Sea Shepherd
Hann sigur, at arbeitt verð
ur eisini við at forða Sea
Sheperd í at koma til Føroya
yvirhøvur.
Hann heldur, at besti
hátturin er at nokta skipum
og bátum hjá Sea Shepherd
at koma inn um 12 fjórðingar.
– Tað heldur hann eigur
at bera væl, tí Sea Shepherd
hevur jú boðað frá, at enda
málið við at koma til Føroyar,
er at forða okkum í at drepa
grind.
– Sum støðan er nú, kann
løgreglan einki gerast, fyrr
enn raksturin er at kalla byrj
aður og Sea Shepherd legst
upp í. Men endamálið eigur
at vera, at steðga felagsskap
inum, áðrenn tey yvirhøvur
koma til Føroya, heldur
landsstýrismaðurin.
Hann ásannar kortini, at
ein annar trupulleiki er so
tey Sea Shepherd fólkini,
sum so koma higar sum van
lig ferðafólk, men tað er so
eisini ein spurningur, sum
má takast upp í sama við
fangi.
Hann sigur, at endamálið
er at avgreiða málið sum
skjótast.
Besti hátturin
– Besti hátturin er at nokta skipum og bátum hjá Sea Shepherd inn
um 12 fjórðingar, heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður
Myndir: Álvur Haraldsen
Okkurt má henda heilt skjótt
Áki Bertholdsen
– Okkurt má henda heilt
skjótt.
Tað sigur Poul Michelsen,
landsstýrismaður í vinnu
málum, og sostatt eisini
landsstýrismaður í ferða
vinnumálum.
Og tað, hann hugsar um,
er okkara grindadráp, og
áhaldandi herferðin hjá Sea
Shepherd ímóti føroyingum
í hesum sambandi.
Fyrr í ár fingu eina nýggja
grindalóg, sum skuldi hjálpa
okkum í stríðnum ímóti um
hvørvisfelagsskapum
um
Sea Shepherd.
Hóast hon vísti seg at
verða eitt hent amboð hjá
løgregluni, var tann nýggja
grindalógin kortini merkt
av at vera smíðað í skundi, tí
beint eftir at hon varð sam
tykt, varð hon broytt ikki
færri enn tvær ferðir, fyri at
rætta ivamál í henni.
Men seinasta, og álvarslig
asta atfinningin ímóti lógini,
hevur verið, at tað stendur
beinleiðis henni, at tann, sum
sær eina grind, uttan at rópa
grindaboð, fær 25.000 krónur
bót.
Mugu gera okkurt
Poul Michelsen er ikki samd
ur, tí hann heldur, at okkurt
eigur at verða gjørt, bæði
fyri at sleppa ferðavinnuni
undan trupulleikum, og fyri
at tryggja okkara rætt til at
drepa grind enn betur, enn
hann er tryggjaður nú.
Hann sigur, at í farnu
viku kallaði hann avvarðandi
partar, fiskimálaráðið og løg
regluna á fund at viðgera
málið.
Og har varð avgjørt at
seta eina arbeiðsbólk at
endurskoða alt málið sum
tað er.
Poul Michelsen sigur, at
ein partur av hesum arbeið
num verður at endurskoða
fráboðanarskylduna
í
grindalógini.
– Spurningurin er um hon
skal varðveitast, um hon skal
broytast, ella um revsingin
kanska skal fella burtur, ella
ásetast øðrvísi, sigur hann.
Men ein annar spurningur
verður eisini at kanna eftir,
hvussu vit betur kunnu
tryggja okkara rætt at drepa
grind, uttan uppílegging frá
Sea Shepherd.
Í hesum sambandi verður
kannað eftir, um tað ber til
at sýta skipum og bátum frá
umhvørvisfelagsskapum at
koma inn um 12 fjórðingar.
Kannast skal eisini um
aðrar fyriskipanir kunnu
setast í verk, sum avmarka,
ella forða, fyri virkseminum
hjá Sea Shepherd, og øðrum
felagsskapum, uttan at gera
seg inn á rættartrygdina,
grundlógina, altjóa sáttmálar
o.s.fr., sigur landsstýrismað
urin í vinnumálum, sigur
landsstýrismaðurin.
Og hann leggur afturat, at
nevndin skal arbeiða skjótt
og at endamálið er, at hon
skal vera liðug longu fyri jól.
– Tað er neyðugt at vit eru
komin á mál sum skjótast,
áðrenn fólk taka støðu til,
hvagar tey fara at ferðast
næsta summar, sigur Poul
Michelsen.
aki@sosialurin.fo
Mánadagin
greiddi
Annfinn Hjelm, fíggjar
leiðari
hjá
Tórshavnar
Havn, og Tróndur Sigurðs
son, nevndarlimur í vinnu
nevndini hjá Tórshavnar
Býráð, frá í Sosialinum,
at fleiri útlendsk ferða
mannaskip hava boðað frá,
at tey vilja ikki koma til
Føroyar av tí sama, tí tey
vilja ikki seta ferðafólk, og
starvsfólk í vanda fyri at
koma undir eina stóra bót.
Annfinn Hjelm metir,
at hetta fer at kosta
ferðavinnuni
eini
20
arbeiðspláss
næsta
ár.
Fyrrverandi Landsstýris
maður á økinum, Jacob
Vestergaard, er ikki sinn
aður at broyta lógina, tí
hann sigur, at hvørja ferð,
vit missa eina grind, fara
stór virði fyri skeyti, og tí
eigur tað at vera revsivert
ikki at boða frá eini grind.
Tora ikki til Føroya...
Ikki nokk
– Tað, sum er gjørt fyri at tryggja okkara
rætt at drepa grind, er ikki nokk, sigur Poul
Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum