Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. november 2015 · Nr. 136 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Kemoterapi er ein medisinsk við­ gerð. Sjúklingurin verður við­gjørd­ ur við heilivági, ið hevur evni, sum drepa krabbakyknur. Heilivágurin ger, at kyknurnar ikki kunnu deila seg, soleiðis at krabbaknúturin slepp­ur at veksa. Í stuttum kann sigast, at kemo­ viðgerð ger skaða á krabbakyknur, meðan frísku kyknurnar endur­ byggja seg sjálvar eftir viðgerðina. Evnini í kemo virka ymiskt á krabbakyknurnar, sum verða órógvaðar í ymiskum stigum. Tí er vanligt, at evnini í viðgerðini eru ymisk fyri, at úrslitið á tann hátt kann gerast hitt besta. Kemoterapi verður sum oftast givið úr eini slangu, sum verður førd inn í eina blóðæðr. Ymisk hjáárin Tá sjúklingur fær kemo, virkar við­ gerðin eisini á frísku kyknurnar. Men, frísku kyknurnar hava - í mun til krabbakyknur - evnini til at endurbyggja seg aftur. Hetta skulu tær hava tíð til. Tí ber ikki til bara at geva kemo í stórum nøgdum fyri at týna krabbakyknur. Skulu frísku kyknurnar megna at fylgja við, er neyðugt við steðgi millum viðgerðirnar. Sjúklingar, sum verða viðgjørdir við kemo, fáa ofta eina røð av hjá­ árinum. Hetta kann eitt nú vera kvalma, og sjúklingar kunnu eisini spýggja. Summi føla seg makt­ars­ leys og illa til passar, og tey eru eisini mong, sum missa hárið. Orsøkin til, at sjúklingar missa hárið, er, at viðgerðin skaðar kykn­ urnar í hárrótunum. Vanligt er, at hárið byrjar at veksa út aftur einar tveir mánaðir eftir, at viðgerðin er liðug. Av tilvild Tað var av tilvild, at funnið varð fram til kemoviðgerð móti krabba. Vit skulu heilt aftur til krígs­tíð­ ina fyri at finna svarið upp á, hvussu funnið varð fram til, at krabba­mein kann viðgerast við heili­vági. Bæði undir fyrra og seinna heims­bardaga varð sinnopsgass brúkt sum kemisk vápn. Seinni, tá lík­skurður varð gjørdur av fólki, sum doyðu av sinnopsgassi, varð funnið fram til, at líkini høvdu eitt óvanliga lágt tal av hvítum blóð­ likamum. Í umleið 1940 fekk amerikanska verjumálaráðið tveir farmaceutar at kanna hesi viðurskifti nærri. Eftir at ein røð av væleydnaðum royndum vórðu gjørdar við mús, royndu hesir báðir farmaceutarnir at viðgera ein sjúkling, ið hevði krabbamein. Henda viðgerðin gekk eisini rættiliga væl. Nógvar royndir seinni kundi stað­festa at krabbamein eisini kann viðgerast við heilivági. Nøkur ár seinni - í 1965 - hendi enn eitt framstig við kemo­við­ gerð­ini. Nú varð funnið fram til, at krabba­kyknur kunnu broyta seg og gerast mót­støðu­førar mót­ vegis kemo­terapi. Men, nú varð so eisini funnið fram til, at um fleiri ymisk evni vórðu blandað sam­an, var betri møguleiki fyri at avmarka mótstøðuføri hjá krabba­ kyknunum. At yvirliva Menningin av medisinsku við­gerð­ ini hevur gjørt lívið nakað lætt­ari hjá nógvum krabba­meins­sjúk­ling­ um, og viðgerðin ger møgu­leikan fyri at yvirliva sjúkuna nógv størri. Kelda: Cancer.dk Tá sjúklingur fær kemo, virkar viðgerðin eisini á frísku kyknurnar. Men, frísku kyknurnar hava – í mun til krabbakyknur – evnini til at endurbyggja seg aftur HEILSA Sinnopsgassið leiddi læknaheimin til kemo Fleiri hava kroniskar sjúkur Fólk liva longri, tí lívsumstøðurnar og viðgerðarmøguleikarnir eru betri enn nakrantíð áður. Hetta viðførir eisini ein vøkstur í kroniskum sjúkum. Mett verður, at umleið ein triðingur av danska fólkinum livir við einari ella fleiri kroniskum sjúkum. Av tí, at nógv fleiri fólk líða av hesum sjúkum, verður eisini nógv meiri gjørt í dag til tess at fyribyrgja. Kroniskar sjúkur kunnu greinast sum sjúkur, ið vara leingi - ella, sum altíð eru afturvendandi. Tað eru í flestu førum tey gomlu, sum líða av kroniskum sjúkum, men eisini ung vera eisini rakt. Kelda: www.helse.dk Sjúklingar, sum verða viðgjørdir við kemo, fáa ofta eina røð av hjáárinum Sinnopsgass leiddi læknaheimin til heilivág móti krabbameini Orsøkin til, at sjúklingar missa hárið, er, at viðgerðin skaðar kyknurnar í hárrótunum