Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. november 2015 · Nr. 136 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen – Tað var ein long og pínufull pro­ sess, tá ið eg tók avgerð um at fara úr Sjálvstýrisflokkinum. Tað má eg viðganga. Kristianna Winther Poul­sen er ný­vald tingkvinna fyri Javnaðar­ flokkin, men frammanundan hevði hon sitið á tingi í ávís tíðar­skeið, sum eykalimur fyri Sjálv­stýris­ flokk­in. Kristianna Winther Poulsen kemur av einari ætt, sum gjøgnum árini hevur havt stórt tilknýti og stóra ávirkan á Sjálvstýrisflokkin. Abbin, Niels Winther Poulsen, sat í landsstýrinum, umboðandi Sjálv­ stýrisflokkin. – Eg valdi at fara uppí flokkin av fleiri orsøkum, men fyrst og fremst var tað tí, at flokkurin hevði eitt virkið valfelag í Suðurstreymoy, sigur hon. Kári á Rógvi, sáli, var oddafiskur í felagnum og var bæði aktivur og inspirerandi. – Hann gav nógv og tað var ómetaliga spennandi at arbeiða saman við honum, sigur Kristianna Winther Poulsen. Annar formaður Í farna valskeiði kom Kristianna Winther Poulsen fleiri ferðir á ting fyri táverandi formannin í Sjálv­ stýrisflokkinum, Kára P. Højgaard. Skjótt kom tað tó fram í al­ menninginum, at formaðurin og avloysarin als ikki vóru samd á nógvum økjum. – Eg kundi í veruleikanum ikki liva við tí konservativu kósini, sum Sjálvstýrisflokkurin stýrdi eft­ir. Serliga tí, at flokkurin í veru­ leikanum var býttur sundur í ein býarflokk og so tann konservativa partin av flokkinum. Tí fór ein prosess í gongd, sum vardi leingi, til eg einaferð í vár gjørdi av at fara úr flokkinum. Tað var bæði ein drúgv og pínufull avgerð, men eg tók hana í vár, sigur Kristianna Winther Poulsen. Hon sigur, at hon ongantíð var í iva um, at tað var í Javnaðarflokkin hon skuldi fara, skuldi hon fram­ hald­andi fáast við politikk. Hennara egna fatan av, hvussu føroyska samfelagið skal mennast, er heilt í tráð við ta kós, sum Javn­ aðarflokkurin hevur valt. – Nei, eg var ongatíð í iva um, at skuldi eg stilla uppaftur, so var tað fyri Javnaðarflokkin, sigur hon. Á valinum 1.september fekk hon 157 persónligar atkvøður og bleiv nummar 12 á Javnaðarlistanum, men tá ið flokkurin bæði skuldi manna landsstýrið og Sjúður Skaale skuldi í Fólkatingið, so fekk hon sæti á tingi, sum part­ur av samgonguni millum Javn­aðar­ flokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Útbúgving og mentan Kristiannna Winther Poulsen hev­ ur verið formaður í Javnstøðu­ nevndini, so javnstøða stendur ovar­laga á hennara politisku dags­ skrá. At tað mangla einar 2000 kvinn­ ur í Føroyum sær hon sum ein stór­ an trupulleika – Vit mugu fáa skil á hesum viðurskiftunum, tí annars kann tað lættliga enda við, at Føroyar gerast ein elefantkirkjugarður. Vit mugu fáa yngri fólk at støðast í Føroyum fyri at tryggja menningina, sigur hon. Umframt javnstøðu, so metir hon, at útbúgving og mentan eisini eru nakað av tí, sum fær fólk at støðast her. Betri umstøður hjá yrkislista­ fólki og nógvar og góðar útbúgv­ ing­ar. – Nei, sjálvandi er ikki neyðugt at øll verða akademikarar, men vit skulu lyfta støðið, so øll fáa út­ búgving av onkrum slag. Tað ger okkum sterkari sum tjóð, men tað hevur eisini avgerandi týdning fyri hvønn einstakan, sigur Kristianna Winther Poulsen. Hon sigur, at fyri at einstaki borg­arin skal kunna luttaka í sam­ felagskjakinum og gera sína ávirk­ an galdandi, so er tað neyðugt við útbúgvingum og at samlaða út­ búgv­ingar­støðið í samfelagnum hækk­ar. Umframt tey mál, sum standa ovarlaga á hennara dagsskrá, so veit hon eisini, at mong onnur stór­mál mugu loysast av hesi sam­ gonguni. Hon nevnir millum annað pensjónsmálið, sum skal loyssast, men eisini aðrar stórar avbjóðignar eru fyri framman. – Vit vita, at útreiðslurnar til heilsuverkið vaksa og vaksa. Tað mugu vit fáa skil á og finna útav, hvussu vit loysa. Tað er eisini neyðugt, at breiðka skatta­ grundarlagið, so vit fáa tað inn í landskassan, sum skal til at reka væl­ferðarsamfelagið, sigur hon. Kristianna Winther Poul­sen hevur fingið pláss í mentanar­ nevnd­ini hjá Løgtinginum. Har er hon næstforkvinna og Hanna Jensen, Framsókn, er forkvinna. – So eg veit, at eg komi at arbeiða nógv við mentan og tað gleði eg meg til. Mentan hevur mín stóra áhuga og eg gleði meg til at fáa ávirkan á mentanarlívið í Føroyum, sigur Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin. Nývalda tingkvinnan hjá Javnaðarflokkinum, Kristianna Winther Poulsen, brennur fyri javnstøðu og mentan MELDURIN Kristianna Winther Poulsen – TAÐ VAR LANGT OG PÍNUFULT AT SKIFTA TIL NÝGGJAN FLOKK Javnstøða hevur altíð verið ein partur av dagsskránni hjá Kristionnu Winther Poulsen. Tað er ein av orsøkunum til, at hon er millum uppskotsstillararnar um at gera broytignar í hjúnarbandslógini Kristianna Winther Poulsen Javnaðar­flokkurin • 46 ár • Støk • Ein son • Cand.mag og Master of Business & Administration • Lærari á miðnáms­skúla og verkætlanar­leiðari