týsdagur 24. november 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 25. november 2015 · Nr. 136
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MELDURIN
Tað var Kristianna
Winther Poulsen,
sum saman við
Bjørt Samuelsen,
Tjóðveldi, Hannu
Jensen, Framsókn og
Sonju Jógvansdóttir,
uttanflokka, sum
legði uppskotið
um broytingar í
hjúnabandslógini
fyri Løgtingið
Árni Gregersen
Kristianna Winther Poulsen hev
ur verið formaður í Javnstøðu
nevndini og javnstøða stendur
ovarlaga á hennara dagsskrá.
Tað er ein av orsøkunum til,
at hon saman við trimum øðrum
kvinnum, hevur lagt uppskot fyri
tingið um at loyva fólkum av sama
kyni at giftast.
– Eg haldi, at javnstøða skal
vera á øllum økjum. Tí skal lógin
broytast, so fólk av sama kyni fáa
somu rættindir í samfelagnum,
sum øll vit onnur, sigur hon.
Uppskotið, sum Løgtingið júst
nú hevur til viðgerðar, hevur til
endamáls at geva fólki av sama
kyni møguleika at giftast borgar
liga.
Saman við hesum uppskotinum
eru eisini nakrar fylgibroytingar í
rættargangslógini umframt í lóg
ini um brúk av kirkjum og sam
komuhúsum.
Uppskotið fall
Eitt líknandi uppskot um broyt
ingar í hjúnabandslógini var fyri í
tinginum í seinasta valskeiði, men
tá fall tað.
Ta ferðina var Bjørt Samuelsen,
Tjóðveldi, eisini uppskotsstilalri
saman við Rigmor Dam, Javn
aðarflokkurin, og Poul Michelsen,
Framsókn.
Tey bæði seinnu eru ikki ting
fólk í løtuni, men røkja lands
stýrissessir. Tí eru tað tríggjar
aðrar kvinnru, sum hesaferð leggja
uppskotið fram saman við Kristi
annu Winther Poulsen.
– Nei, eg tori ikki at siga um, um
uppskotið verður samtykt. Hetta
er eitt av teimum uppskotum, sum
ein ikki veit hvat hendir við, fyrr
enn endaliga atkvøðugreiðslan í
tinginum hevur verið, men eg vóni
tað verður samtykt, sigur hon.
Hon sigur eisini, at verður tað
ikki samtykt nú, so má tað bara
leggjast framaftur seinni.
– Tað gjørdu Annita á Fríðriks
mørk og Finnur Helmsdal, sáli, á
sinni, tá ið 266b var til viðgerðar og
tað vísti seg, at seinnu ferðina kom
tað ígjøgnum, sigur Kristianna
Winther Poulsen.
1. viðgerð at tingmálinum um
broytignar í hjúnabandslógini var
til viðgerðar týsdagin.
Leggur uppskot um broyting í hjúnabandslógini fram
saman við trimum kvinnum
Kristianna Winther Poulsen skifti úr Sjálvstýrisflokkinum
til Javnaðarflokkin: Tað var langt og pínufult, sigur hon