Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. august 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SUMMAR FESTIVALUR 2004 14 C M Y K 15 14 Manningin í klaksvíksbólki- num Hjarnar hugnar sær í hesum døgum, tí umframt føstu manningina seinnu mongu árini, so eru tveir veteranar eisini við, nevni- liga Graham Stewart (seinni kendur innan oljuvinnu) og Jørgin Dahl. Teir vóru við í bólkinum tey fyrstu gyltu árini og hildu á, til einaferð í áttati- árunum. Manningin, sum eftir var, hevur hildið á til dags dato, styrkt við guitar- spælinum hjá Ólavi Øster. Søgan um Hjarnar er í stuttum tann, at bólkurin spratt úr tónleikalívinum í Klaksvík í sjeytiárunum. Jørgen Dahl hevði longu sermerkt seg sum kompo- nist við t.d. Straight Ahead og Karl Martin Samuelsen kendu føroyingar eisini frá t.d. Sunny. Skjótt tóku Hjarnar fólk á bóli við frálíkum tónleiki og ikki minst frálíkum og stór- fingnum pallframførslum. Jørgen Dahl átti stóran part av tónleiknum og tá komið var inn í áttatiárini, og Hjar- nar tók lut í kapping hjá Radio Luxenburg við lag- num »Breaking my Heart« hjá Jørgin Dahl og gjørdist nummar tvey, so vóru allar hurðar opnar. Eftir singleplátur kom endiliga ein LP-pláta, »We come for you«, har Hjarnar trein fram sum ein heild. Kendast er lagið »So Exi- ted«. Hetta var í fyrru helvt av áttatiárunum Tíverri - kann sigast - var hetta ein varði, ið boðaði frá, at eftir hetta vóru fleiri leiðir at velja, og tað gjørdu limirnir. Jørgen Dahl og Graham Stewart royndu nýggj beiti. Men login slóknaði ikki, bólkurin helt á ,og hinir limirnir vístu, at teir eisini eiga skapandi gávur. Karl Martin serliga og hann hevði eisini víst tað fyrr, t.d. í bólkinum Joka. Í 90’unum kom fløga frá bólkinum, har Ólavur Øster var partur av føstu mann- ingini. GOTT VINALAG Tað eru 30 ár síðani at bólk- urin Hjarnar sá dagsins ljós. Limirnir arbeiða í hesum sambandi við eini nýggjari útgávu, har øll manningin er við. Gomul sum nýggj. Leita teir nú aftur til røtur- nar í samband við 30 ára dag, útgávu og festival?, spyr gløggi lesarin óivað. – Vit hava vant og verið saman á páskum og aftur nú. Tosað hevur verið um at fáa neistan aftur, men talan verður ikki júst um stór- fingnu showini, sum talan einaferð í tíðini var um. Vit fara at hugna okkum og vóna, at tað smittar av og annars fara vit at hava tón- leikin í hásæti, sigur Karl Martin Samuelsen. – Vit fara at spæla Break- ing my Heart og annars løg av LP’ini og av fløguni. Annars er eisini nýtt tilfar, Jørgin hevur skrivað okkurt, men annars er stílurin við hesum nýggja merktur av, at talan er um fleiri kompo- nistar, men vit royna at finna ein reyðan tráð, sigur Karl Martin. Men 30 ár er long tíð. Aðrir bólkar fara hvør til sítt eftir stutta tíð, aðrir halda longri, men sjáldan í 30 ár. – Aðrir bólkar fara hvør til sítt, tí teimum dámar ikki tónleikin, ella hvat veit eg. Okkum dámar tað vit fáast við og tónleikurin er felags- nevnarin. Og so er gott vinalag okkara styrki, sigur Karl Martin Samuelsen. FLØGA ÁVEGIS 30 ár hevur bólkurin á baki og nýtt tilfar er skrivað og vant hevur verið so ofta til ber, tá allir ikki eru staddir á sama stað í gerandisdeg- num. Tað eydnast tískil ikki at fáa fløguna út í ár, men hon kemur fyrst í komandi ári- num og tá verður so aftur talan um eina tourné. Um at hava alla manning- ina savnaða aftur sigur Karl Martin, at tað riggar stak væl og til venjingina á páskum løgdu teir út við at spæla lagið So Exited. – Og lagið sat bara og tað kendist bara, sum alt var sum tað átti, so tað verður væntandi ikki ein trupul- leiki at fáa neistan aftur, sigur Karl Martin, sum gleð- ir seg at spæla á Summar- festivalinum í Klaksvík, tí tað er langtsíðani, at Hjar- nar hevur framført á palli í Klaksvík. HJARNAR Gott vinalag er okkara styrki Hjarnar hava í ár 30 ár á baki og sum nakað sera forkunnugt, so eru bæði Jørgin Dahl og Graham Stewart við, tá Hjarnar fara á pall á Summarfestivalinum. Bólkurin arbeiðir eisini við nýggjari fløgu, sum kemur út komandi ár. Hetta er eisini fyrstu ferð, at henda manning stendur á palli, tí talan er bæði um limir, sum hava verið burtur, og um manningina, sum hevur hildið eldin viðlíka síðstu árini Hjarnar Karl Martin Samuelsen, sang, Ólavur Øster, Guitar, kór Graham Stewart, guitar, kór, Jørgen Dahl, klaver, keyboard, kór Jógvan Olsen, keyboard, kór, Eyðun Nolsøe, bass Hans Black, trummur Jørgin Dahl og Karl Martin Samuelsen, tveir av høvuðsmonnunum í Hjarnum. Teir vera báðir við, tá Hjarnar spælir á Summar Festivalinum