Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. november 2015 · Nr. 136 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Gevur okkum styrki til at gera tað enn betur – Ein slík viðurkenning leggur skyldur á felagið, men samstundis gevur viðurkenningin okkum styrki til framhaldandi at arbeiða við tørvi teirra, sum bera brek, segði Martin Dam Joensen, sum vegna Smyril Line tók ímóti Kærleikskúluni 2015 hjá Dugna Vilmund Jacobsen Tað var stjórin í Dugna, Hedvig Johansdóttir, sum breyð vælkomin við hátíðarløtuna í Listaskálanum í Havn týsmorgunin, tá avdúkast skuldi, hvat listafólk hevur snið­ givið Kærleikskúluna 2015, og hvør skuldi hava heiðurin at ogna sær kúluna. – Dugni læt fyrstu ferð Kær­ leikskúluna í 2009, og hetta er sjeynda árið, at hon verður latin. Tað var Leila Solmunde, sála, sum fekk samstarv í lag við stuðulsfelag teirra, sum bera brek í Íslandi. Allur søluágóðin av kúlunum fer til virksemi, ið gagnast fólkum við skerdum arbeiðsførleikum. Hedvig Johansdóttir segði, at Kærleikskúlan er eitt serligt listar­ligt átak, har Dugni saman við stjóranum í Listasavni Før­ oya og landsstýrisfólki í menta­ mála­ráðnum velur eitt av Føroya mætastu listafólkum at sniðgeva kúluna. – Kærleikskúlan er eitt yndisligt listarverk. Hon er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av kærleika og góðsku. Kúlan er hondgjørd, og hvørt upplag er avmarkað. Eingin kúla er eins, og hvør einstøk er yndislig á sín egna hátt - júst, sum vit menniskju eru tað, segði Hedvig Johansdóttir. Eyðgunn Samuelsen, lands­ stýris­kvinna í almannamálum, segði eisini nøkur orð, áðrenn Ása Olsen, stýrisforkvinna í Dugna, av­ dúkaði listarfólkið, sum í ár hevur sniðgivið Kærleikskúluna, og seinni eisini avdúkaði, at Smyril Line í ár fær heiðurin og kúluna fyri fylgj­ arakortið. Ein lomvigaringur Listarfólkið, sum í ár hevur snið­ givið Kærleikskúluna, er Astri Luihn, og hon greiddi við hugna­ løtuna frá, hvat sniðið í ár ímyndar. – Kærleikskúlan í ár er ein lom­ vigaringur. Lomvigin er veikur millum hinar fuglarnar, tí hann dugir als ikki at berjast. Kortini hevur hann mót, tí sjálvt um hann eisini dugir illa at flúgva, kastar hann seg út av berginum og trýr upp á teir førleikar, hann hevur. Astri Luihn helt fyri, at lomvigin minnir hana á, at tað er ókey at vera, sum vit eru, og júst tí mugu vit eisini geva pláss fyri teimum, sum eru øðrvísi enn vit. Listakvinnan takkaði fyri, at hon varð biðin at gera Kærleikskúluna 2015, og hon helt fyri, at hetta er ein stórur heiður fyri hana. – Eg vil eisini takka Hedvig Jo­ hansdóttir, stjóra í Dugna, sum hevur verið fyrimyndarlig at sam­ arbeiða við. Astri Luihn takkaði eisini teldu­ grafikaranum, Guðrið Syderbø, ið dugir so væl at fáa alt at rigga við nútímans tøkni. Áðrenn vit sleppa listakvinnuni, fara vit eisini at endurgeva eina yrking, sum hon las upp við mót­ tøkuna í Listaskálanum: Vinarlag er kærleiki Vinir eru familjan, vit velja okkum, sum stuðlar okkum í kærleika. Sum fuglunum tørvar okkum flokk- in, og flokkinum tørvar okk­um. Vit fylkjast í flokk, sum líkir fuglar. Flokkurin er okkara heim, okkara tryggleiki og stuðul. Flokkur okkara kann broytast og laga seg við tíðini, men sonn vinar- bond halda flokkinum saman. Við kærleika og vinarlagi er alt gjørligt. Hevur roynst væl Ása Olsen, stýrisforkvinna í Dugna, vísti á, at sum fuglinum tørvar flokk­in, tørvar flokkurin eisini okk­um. – Øll hava vit dreymar, og øll hava vit ein longsul at sleppa at royna okkum og uppliva onnur lond. Hon vísti á, at Smyril Line fær heiðurin fyri at vera fyrsta ferða­skrivstova, sum er við í samstarvinum um fylgjarakort. – Fylgjarakortið er ein skipan, sum MBF, Meginfelag teirra Brek­ aðu, hevur sett í verk saman við teimum, sum eru við í skipanini. Henda skipan hevur til endamáls at tryggja, at fólk, ið bera brek og tískil hava tørv á fylgjara, tá tey ferðast, hava rætt til at taka fylgjaran við sær - uttan, at goldið verður ferðaseðil fyri fylgjaran. Ása Olsen segði, at tørvurin á fylgjara kann vera grundaður á bæði likamlig og sálarlig brek og er ikki treytaður av aldursmarki. – Fylgjaraskipanin hevur roynst avbera væl, og tað eru nógv, ið eru fegin um, at henda skipan varð sett í verk. Umleið 100 fylgjarar hava ferðast ókeypis við Norrønu, síðan avtalan varð gjørd í januar í ár, segði stýrisforkvinnan í Dugna. – Vit eru errin Tað var Martin Dam Joensen, sølu­ leiðari hjá Smyril Line í Føroyum, sum tók ímóti Kærleikskúluni 2015 fyri felagið. Hann segði, at tey í Smyril Line eru sera errin av at hava fingið henda heiður. Hetta er eitt herðaklapp, sum tey eru sera fegin um. Hann greiddi frá tilgongdini til dagsins nominering, sum hann tók til og segði, at hetta byrjaði við, at Meginfelag teirra Brekaðu og Smyril Line hin 29. januar í ár skrivaðu undir sáttmála, sum hevur til endamáls at tryggja fólki, ið bera brek, somu sømdir, sum onnur hava, hvat viðvíkur ferðing við Norrønu. – Ein týðandi liður í hesum er møguleikin at hava ókeypis fylgjara við á ferðini, eins og eykagjald ikki verður lagt á stórar bilar, ið eitt nú verða brúktir av fólki í koyristóli. Martin Dam Joensen segði, at ein slík viðurkenning, sum Smyril Line við hesum hevur fingið, leggur skyldur á felagið. – Men, samstundis gevur viður­ kenningin okkum eisini styrki til framhaldandi at arbeiða við tørvi teirra, sum bera brek, soleiðis at vit eisini í framtíðini kunnu veita eina so fullkomna tænastu sum gjørligt, segði Martin Dam Joensen. VIÐURKENNING Ása Olsen, stýrisforkvinna í Dugna, hevur júst handað Martini Dam Joensen, søluleiðara hjá Smyril Line í Føroyum, Kærleikskúluna 2015 Mynd: Álvur Haraldsen Tað er Astri Luihn, listakvinna, sum í ár hevur sniðgivið Kærleikskúluna, sum ímyndar ein lomvigaring Mynd: Álvur Haraldsen